Hóast søgan, sum Kringvarpið júst hevur fingið eina átalu frá Fjølmiðlanevndini fyri, ikki hevði verið ígjøgnum eina redaktionella viðgerð, og hon var givin út mitt um náttina, fær tað ikki nakrar avleiðingar í Kringvarpinum. Tað var einki galið við søguni, men einans yvirskriftini, undiryvirskriftini og at høvuðspersónurin í søguni ikki var spurdur um eina viðmerking, sigur Magnus Dam, kringvarpsstjóri