Í seinasta partinum av poddvarpsrøðini “Ein mamma uttan eitt barn” tosa vit við Onnu Dam, sum er løgfrøðingur á Barnaverndarstovuni.
Hóast Inga Højgaard ongantíð bleiv dømd fyri tað, sum hon varð skuldsett fyri, tá sonurin bleiv tikin frá henni, hevur Inga Højgaard framvegis ikki fingið sonin aftur og sleppur hon ikki ein gongd at vera einsamøll saman við soninum.
Í seinasta partinum av poddvarpsrøðini, sum kallast “Tá fakfólk eygleiða”, greiðir Anna Dam frá, hvussu barnaverndin arbeiðir.