Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Í mars legði formansskapurin í løgtinginum eitt uppskot fyri løgtingið, sum skuldi hava við sær, at gylta pensjónskipanin hjá tingfólkum bleiv strikað, meðan lønin skuldi standa í stað. Semja er tó ikki í samgonguni um uppskotið, tí Sólvit E. Nolsøe úr Framsókn tekur undir við andstøðuflokkunum um, at mánaðarlønin hjá tingfólki skal hækka. 

 

Hjartamál hjá løgmanni
“Í dag er uppskot lagt fram í løgtinginum um at avtaka lukrativu pensjónsskipanina hjá tingfólki. Og lønin hjá tingfólkunum verður IKKI hækkað”.

Soleiðis skrivaði Javnaðarflokkurin 7. mars, tá uppskotini um lønarviðurskifti hjá tinglimum var borið í tingið. Serliga Aksel V. Johannesen, løgmaður, gjørdi nógv burtur úr at leggja dent á, at uppskotið fór at hava við sær, at gylta pensjónsskipanin hjá tingfólkum fór í søguna, meðan lønin ikki fór upp. 

 

 

Vilja hava meir í mánaðarløn
Men alt bendir á, at løgmaður ikki fær sín vilja. Tí í gjár kom álitið frá §25 nevndini, sum hevur viðgjørt uppskotið, og har er greitt, at meðan tingfólk taka undir við at pensjónsskipanin verður broytt, er ikki undirtøka fyri, at lønirnar hjá tingfólki ikki skula hækka. 

Meðan Eyðgunn Samuelsen og Hervør Pálsdóttir úr ávíkavist Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi taka undir við, at ongar broytingar verða gjørdar við mánaðarlønini hjá tingfólkum, taka Beinir Johannesen, Johan Dahl, Steffan Klein Poulsen og Sólvit E. Nolsøe úr ávíkavíst Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Framsókn ikki undir við hesum. Teir hava tí gjørt eitt broytingaruppskot, sum hevur við sær, at tingfólk verða flutt úr 34. til 36. lønarflokk í tænastumannalógini.

Tað vil sostatt eisini siga, at semja ikki er í samgonguni um málið, tí Framsókn tekur ikki undir við uppskotinum. 

 

“Løgmaður fløkti málið”
Málið byrjaði annars við, at Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, setti eina uttanhýsis lønarnevnd, sum var mannað við Jógvan Amonsson, grannskoðara, Gunn Ellefsen, advokati, og Mariu á Dul, HR-fólki, sum skuldu endurskoða samsýningina og eftirlønina hjá tingfólki. 

Teirra tilmæli var, at pensjónsskipanin bleiv broytt, soleiðis at tingfólk fóru til frá verandi eftirlønarskipan, har tingfólk fáa eina tænastumannapensjón, sum svarar til 60 prosent av lønini, um tey hava sitið 16 ár á tingi, til eina 15 prosent skipan, og at tingfólk fóru úr 34. til 36. lønarflokk (í løtuni merkir tað at fara úr 46.375 krónur um mánaðin til 53.058 krónur um mánaðin).

Tá formansskapurin (Bjørt Samuelsen, Jóhannis Jensen og Johan Dahl úr ávíkavíst Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum) legði uppskotið fyri tingið, hevði formanskapurin tó ikki fylgt tilmælinum frá lønarnevndini. Tí tað bleiv skotið upp at broyta pensjónsskipanina, men ikki lønina. 

Longu tá var greitt, at semja var ikki í formansskapinum um uppskotið, tí Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, sum annars situr í formansskapinum, var ikki partur av uppskotinum. 

“Eg tók undir við, at uppskotið bleiv borið í tingið, tí eg haldi, at tað er uppgávan hjá formansskapinum at fáa hesi viðurskiftini avgreidd. Men eg boðaði longu tá frá, at eg tók ikki undir við uppskotinum. Hetta málið bleiv alt fløkt, tá serliga løgmaður blandaði seg í tað, og vildi gera politikk burturúr tí”, sigur Johan Dahl.

 

Les eisini: Gullrandaðu eftirlønirnar: 12 sitandi politikarar fáa fult útgjald

Les eisini: Fakfelagsforfólk hótta við kríggi, um løgtingið gevur sær sjálvum lønarhækking

Les eisini: Veruliga lønin hjá løgtingsfólki: Upp í 7.000 skattafríar krónur um mánaðin aftrat