Tey eru øll samd um, at tey hava havt samlegu: Ein ung genta, tá bert 15 ára gomul, og tveir menn í tredivunum. Men tey eru ikki samd um, hvørt talan var um samtykki ella ikki.

Málið hevur sín uppruna í einum balli í einum leigubústaði, har tann eini maðurin játtar at hava givið gentuni bæði brennivík og soppar. Sambært ákæruritinum hava tveir menn, skiftivís og samstundis, havt samlegu við gentuni, hóast hon klárt segði frá, at hon fekk ilt og vildi steðga. Báðir ákærdu nokta seg sekar og siga, at alt gekk fyri seg frívilliga og í góðum lag.

Samtíðis kemur fram, at gentan ikki sjálv meldaði málið, men at tað var ein triði partur, sum tá eisini búði í leigubústaðnum, sum meldaði hendingina.

Hoyr meir um málið í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.

Ert tú á appini finnur tú tað undir poddvarp. Trýst her, um tú vilt lurta á heimasíðuni.