“Ríkisfelagsskapurin forðar ikki fyri uttanríkispolitiskum heimildum”

Ein nýggjur partur av Klubb33 er júst útkomin. Í hesum partinum verður tosað við Bárð á Steig Nielsen, formann í Sambandsflokkinum, sum sigur seg undrast á argumentini hjá teimum fimm flokkunum, sum hava gjørt semju um at fara undir eina tilgongd at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga, suverena tjóð. Tað er ikki neyðugt at fara úr ríkisfelagsskapinum fyri at fáa uttanríkispolitisku heimildirnar, sum tørvur er á í Føroyum, sigur hann, og vísir á uppskotið Nýtt Samband, sum Sambandsflokkurin legði fram fyri einum lítlum ári síðan.
Hetta kanst tú hoyra meira um í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Klubb33.
Ert tú á appini, finnir tú røðina undir “poddvarp”. Ert tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.