Nýggjasti parturin av poddvarpsrøðini Fregnartænastan er nú tøkur.

Evnið hesa vikuna snýr seg um uttanlands tíðindaflutning hjá føroyskum miðlum, serliga, hvussu tíðindaflutningurin hevur verið av stríðnum millum Ísrael og Hamas, og hvat er neyðugt fyri at betra um tíðindaflutningin. Eydna Skaale, retorikkari, og Ingolf S. Olsen, royndur journalistur, eru samd um, at kelduávísingarnar í føroyska miðlaheiminum vanta í fleiri førum, tá ið tað kemur til uttanlandstíðindi.

Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung hava gjørt vart við sína ónøgd í hesum sambandi, har atfinningar serliga hava verið rættaðar móti móðurflokkunum og Kringvarpinum. Men eisini móti fleiri øðrum tíðindaportalum, har tann einasta umrøðan, sum vanlukkuliga støðan í Miðeystri hevur fingið, hevur verið onkurt hissini lesarabræv.

Og øll eru tey samd um, at neyðugt er, at vanligi borgarin setur størri krøv til, at føroyskir miðlar veruliga traðka í karakter og upplýsa keldur teirra til hvørja einastu søgu, sum verður borin.

Hoyr Fregnartænastuna í appini ella heimasíðuni — í báðum førum undir “poddvarp”.