Í morgin, 3. september, skal Føroya rættur fyri fyrstu ferð viðgera eitt mál um samkynd og §266b, tí Beinir Joensen, viðmerkjari á Facebook, hevur kallað John Johannesen, vert í Degi og viku, fyri “kynsvilling” og deilt eina mynd við boðskapinum “kynsvilla er sálarsjúka”.

 

Í tí sambandi kjakast Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, og Torkil Rasmussen, løgfrøðingur, um uppruna og ymisku meiningarnar um umstríddu lógargreinina §266b í poddvarpinum Frí Mikrofon.

Vertur: Jan Lamhauge