Poddvarp: “Fevnir skapanarsøgan um grønar menn frá Mars?”

Í nyggjasta partinum av Frí Mikrofon verður kavað niður í eitt sera spennandi og hugvekjandi evni, sum kann fáa okkum at endurhugsa alt, vit vita um lív og trúgv. Tann spurningur, sum verður settur, er bæði einfaldur og stórfingin: Hvat um vit funnu lívrunnið tilfar á Mars? Hvat hevði tað merkt fyri okkara heimsfatan, trúgv og okkara grundleggjandi hugburð til lív?

 

Eru nakrir grønir menn á Mars?
Ein lívrunnin fundur á Mars hevði ivaleyst rist heimsins grundvøllir. Hetta hendi, tá ið ein robottur hjá NASA, sum vigar á leið eitt tons, av óvart koyrdi yvir nakrar steinar á Mars og breyt teir sundur. Í teimum steinunum síggjast gul-grønar krystall, sum ongantíð áður eru sædd á reyðu planetini. Hesi krystall vístu seg at vera reint svávul.

At finna reint svávul á Mars merkir ikki í sjálvum sær, at tað eru tekin um lív. Men svávul er eitt av teimum evnunum, ið kunnu geva ábendingar um møguligt lív, serliga um tað verður funnið í serligum formum ella í sambandi við onnur evni, sum hava biologiskan týdning. Á Jørðini er t.d. reint svávul ofta tengt at aktiviteti hjá mikroorganismum, serliga í ekstremum umhvørvum sum við heitar keldur ella í djúphavinum.

 

Curiosity Mars-rovarin fann av óvart gular svávulkrystallar, eftir at hann koyrdi yvir ein stein og breyt hann sundur. (Mynd: NASA/JPL-Caltech/MSSS)
Curiosity Mars-rovarin fann av óvart gul svávulkrystall, eftir at hann koyrdi yvir ein stein og breyt hann sundur. (Mynd: NASA/JPL-Caltech/MSSS)

 

Hvussu høvdu vit sum menniskju tikið ímóti slíkum tíðindum? Hevur tað møguleika at sameina okkum í undran og forvitni, ella kundi tað splittað okkum vegna ymisku útsagnirnar og tulkingarnar?

Tað er millum annað hetta evnið, sum teologurin, Arni Zachariasen, og Heri Joensen, ein av stovnarunum av Humanistafelagnum fara at skifta orð um í poddvarpinum. Í nyggjasta partinum av Frí Mikrofon fara teir at viðgera, hvussu ein slík avdúking kundi havt ávirkan á bæði trúgv, vísindi og samfelag.

Kjakið fer at snúgva seg um hesar stóru spurningar, og hvussu teir kunnu ávirka okkara samfelag. Hevði ein slík avdúking broytt okkara trúgv? Er hetta ein møguleiki fyri at sameina menniskju kring eitt felags endamál ella einans eitt nýtt kappingarøki millum vísind og trúgv?

Tú finnur røðina á appini og heimasíðuni, í báðum førum undir “poddvarp”

 

Tín limaskapur

Bílegg nú

Gloymt loyniorðið? Byrja av nýggjum her.

Rita inn sum tú plagar

Tú hevur longu skrásett teg sum brúkara við hesum teldupostinum:

Skriva títt loyniorð fyri at rita inn. Um hetta ikki er tín teldupostur, ella vilt tú rita inn á ein annan brúkara, trýst her. trýst her.

Títt loyniorð skal hava minst átta tekn.

Gloymt loyniorðið? Byrja av nýggjum her.

Ger loyniorð

Tín teldupostur:

Títt loyniorð skal hava minst átta tekn.

Ger loyniorð

Líkt er til, at tú ikki hevur gjørt eitt loyniorð

Tín teldupostur:

Trýst á niðanfyri fyri at tómstilla títt loyniorð.

Vælkomin til Frihedsbrevet

Nú sleppur tú framat øllum greinum, tíðindabrøvum og poddvarpum. Vel hvørji tíðindabrøv, tú vilt hava, so ert tú komin væl frá byrjan.

Rita Inn

Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.