Sesong 1
-
1. "Eg havi tikið abort"
22. august 2023
8. mars 2023 vaknaðu Føroyar til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagið Frítt Val, sum í ár hevur fimm ár á baki. Í hesum fyrsta partinum taka vit útgangsstøðið í 2023. Tí hetta gjørdist árið, tá politiska leiðslan loksins tordi at taka lógina frá 1956 upp á tungu. Við Aldu Mohr Eyðunardóttir, Turið Mariu Jóhansdóttir, Elisu Vang, v.m.
-
2. 70'ini
22. august 2023
Í 70'unum fóru danskar og amerikanskar kvinnur á gøturnar. Tær vildu hava síni abortrættindi, og í 1974 fingu tær tað. Mitt í rokanum finna vit Karina Kjølbro, sum í 60'unum arbeiddi á Mødrehjælpen og sjúkrahúsið í Danmark, har hon fær serligt innlit í abortmálið. Sama áratíggju er larmandi tøgn um abortrættindi í Føroyum - ein veruleiki, sum Marna Jacobsen fekk innlit í, tá hon tók ábort. Við Karini Kjølbro, Marnu Jacobsen, Regin Berg, v.m.
-
3. Anti-abort rørslan
22. august 2023
Vit finna ikki einans eina sterka pro abort rørslu í Føroyum í hesum døgum - anti abort rørslan er minst líka sjónlig í kjakinum í dag. Ruth Norðgerð, forkvinna í Føroya Pro Vita, ynskir sær eitt samfelag við fleiri møguleikum til kvinnur - og tað ger hon orsaka av einari ógvusligari persónligari hending, tá ið hon sjálv gjørdist við barn. Við Ruth Norðgerð, Dianu Reynstind, Regini Berg, v.m.
-
4. Neyðtøkan
29. august 2023
Hildur Egilsdóttir varð neyðtikin og gjørdist við barn. Hon fekk eina abort, men tað kravdi, at hon segði fleiri læknum frá sínari søgu, frá tí ringasta kvøldinum í lívinum. Hoyr hennara søgu her.
-
5. Ein óynskt abort
05. september 2023
Anja Wenningstedt Djurhuus fekk eina abort fyri 15 árum síðani. Serligar umstøður gjørdi, at hon fekk framt hesa abortina, sum hon hevur angrað líka síðani. Og hon mótmælti eisini uppundir, at abortin bleiv framd. Hoyr hennara søgu her.
-
6. Føroya bispur um abort
12. september 2023
Ein teirra, sum helst skal siga sína hugsan fyri politisku skipanini, tá ið lógin um abort skal endurskoðast, er Føroya bispur. Men er abortmálið ein átrúnaðarligur spurningur? Ja, siga summi. Nei, siga onnur. Jógvan Fríðriksson sigur sína hugsan um hendan spurningin og um málið um fría abort.
-
7. Páparættindi, løgfrøðin og lívfrøðin
19. september 2023
Hvat skal pápin hava at siga í abortspurninginum? Hvat er tað vit tosa um reint lívfrøðiliga og hvat sigur løgfrøðin? Tað eru spurningarnir, sum Nigro Bjarki Hermansen, pápi, Bjørk Maria Kunoy, løgfrøðingur og Diana Reynstind, serlækni tosa um í hesum sjeynda partinum.
-
8. Abort í ríkisfelagsskapinum
26. september 2023
Ríkisrættarliga eru Føroyar partur av danska kongaríkinum. Sama danska kongaríki, hvørs sitandi forsætisráðfrúa fleiri ferðir hevur funnist at myndugleikum í Póllandi og USA, fyri at hava rullað abortrættindi til kvinnur aftur. Men samstundis er fyri tað mesta larmandi tøgn úr Danmark og umheiminum annars, um abortmálið í Føroyum. Hví? Og hvør eigur rættin at blanda seg ella harta? Tað tosa Sadie Niclasen, retoriklesandi og Turið Nolsøe, ph.d lesandi um í hesum áttanda partinum.