Sesong 1
-
8. Abort aftur á breddan - 21. mars
22. march 2026
Ein skuldi trúð kjakið um fría abort var liðugt. Tí í heyst var ein lóg samtykt, og tá ið summarið kemur, fer lógin eisini í gildi. Tað er tó ein vandi fyri, at lógin verður steðga, áðrenn hon kemur í gildi. Í øllum førum, um vit skulu trúgva uppteljingini hjá felagsskapinum Føroya Pro Vita, sum hevur spurt allar flokkar, hvar tey standa, í málinum um fría abort. Miðflokkurin hevur boðað frá, at tey leggja eitt uppskot fyri tingið, sum tað fyrsta, sum skal koma í staðin fyri samtykta lógaruppskotið. Tann lógin verður sannlíkt tætt upp á abort-bann. Og hvat stilla flokkarnir seg tá? Vit vita jú, at etisk mál verða latin upp til hvønn einstakan og kann hugsast, at meiriluti verður fyri at avtaka samtyktu lógina fyri eina nógv strangari lóggávu. Í pallborðinum eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fólkaflokkurin. Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin. Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin. Randi Meitil, Sjálvstýrið. Pætur Weihe Simonsen, Tjóðveldi. Karlot Hergeirsson, Framsókn og Matilda Sivertsen, Miðflokkurin.
-
6. Hvussu skal útlendingaøkið regulerast? - 14. mars
15. march 2026
Kjakið um útlendska arbeiðsmegi, Fast-Track skipanina. Um mentanarmunir og rættin til trúðarfrælsi, hevur alt fylt nógv í tí almenna rúminum seinastu mánaðirnar. Tí hava valevni fyri at kalla allar flokkar eisini tosað um hetta økið í valdystinum. Í pallborðinum sótu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir frá Fólkaflokkinum, Jóhan Dahl frá Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen frá Javnaðarflokkinum, Jógvan Hóvsholm frá Sjálvstýri, Liljan Weihe frá Tjóðveldi, Árni Dam frá Framsókn og Vilhelm Henrik í Skálanum frá Miðflokkinum.
-
5. Ítøkiligar loysnir upp á bústaðarneyðina - 14. mars
15. march 2026
Allir flokkar, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið 2026, hava tosað um bústaðarneyðina. Tí skipaði Frihedsbrevet leygarkvøldið 14. mars fyri enn einum umfari av Val á Veg. Hetta er fyrsta kjakið, har Jan Vestergaard, Fólkaflokkurin, Arnar Lognberg, Sambandsflokkurin, Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin, Sylvia Thomasen, Sjálvstýrið, Kim Hansen, Tjóðveldi, Kristoffur G. Nielsen og Petur Asano, Miðflokkurin luttóku.
-
4. Hvussu loysa vit bústaðarneyðina? - 20. november
21. november 2025
Hvørji tiltøk eiga at vera sett í verk, hvørji eru sett í verk og hvat er næsta stigið fyri at loysa bústaðarneyðina? Tað eru spurningarnir, sum politikararnir kjakaðust um í seinna umfarinum á Reinsarínum 20. november. Í hesum pallborðinum vóru Margit Stórá fyri Javnaðarflokkin, Bjarni K. Petersen fyri Framsókn, Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi, Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin, Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin og Steffan Klein Poulsen fyri Miðflokkin. Vertir eru Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam.
-
4. Hvørjar raðfestingar skulu betra fíggjarstøðuna? - 21. mars
22. march 2026
Nýggjastu tølini vísa, at tað var eitt avlop á fíggjarlógini í 2025. Merkir tað, at fíggjarstøðan í Føroyum er fín? Hvørjar raðfestingar skulu vit gera komandi árini, og hvat kann bíða? Hví tosa vit at kalla ikki um at taka meira inn frá t.d. tilfeingisvinnunum? Tað er ímillum evnini vit tosa um í hesum partinum av Val á Veg. Í panelinum í Reinsarínum vóru Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin, Annfinn Brekkstein, Sambandsflokkurin, Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, Sámal Petur í Grund, Sjálvstýrið, Tjóðhild Patursson, Tjóðveldi, Ruth Vang, Framsókn og Rani Skaalum, Miðflokkurin.
-
3. Heitt orðaskifti um sanktiónir móti Russlandi - 20. november
21. november 2025
Løgtingið hevur júst samtykt at geva landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum heimildir til at seta fleiri sanktiónir í verk móti Russlandi - eitt nú móti nøkrum ávísum russiskum reiðaríum. Men skal heimildin brúkast til nakað? Og er nakar vandi á ferð? Bjarni Hammer frá Javnaðarflokkinum, Karlot Hergeirsson frá Framsókn, Høgni Hoydal frá Tjóðveldi, Jacob Vestergaard frá Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen frá Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen frá Miðflokkinum kjakast um evnið í hesum partinum frá 20. november - live á Reinsaríðnum í Havn.
-
2. Heitt kjak um abort - 16. oktober
22. october 2025
Abortmálið er lagt fyri tingið og tað var eitt heitt orðaskifti um tað, sum tú kann hoyra her.
-
1. Politiskt kjak um fíggjarlógina - 16. oktober
22. october 2025
16. oktober var fyrsta Val á Veg. Vit kjakaðust her um fíggjarlógina og um abortmálið. Hetta er fyrsti partur, sum snýr seg um fíggjarpolitisku støðuna í Føroyum.