Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 1. Konservativur fyrimunur

    01. april 2026

    Vit hava í nógv ár tosað um tveir veingir í føroysku fólkakirkjuni. Tey liberalu øðrumegin og tey konservativu hinumegin. Vit hava sæð tey bresta saman í ávísum førum. Eitt nú, tá ið prestarnir, sum í dag báðir eru í leiðsluni í fólkakirkjuni, Ovi Brim og Maria Jørðdal Niclasen, brustu saman á G! Festivalinum í 2023. Tá ið tann seinna var festivalprestur, og tann fyrri sóknarprestur, og sóknarpresturin ikki vildi lata orðið til festivalprestin, tá ið konsertirnar í kirkjuni vóru á skránni.  Tað kemur altso fyri, men tað er sera sjáldsamt, at vit fáa innlit í, hvussu hesar ymisku fatanirnar í kirkjuni virka ella ikki virka saman. Tað gera vit tó í hesum partinum. Tí Ólavur Eysturdal greiður í hesum partinum frá, hvussu innaru mekanismurnar í fólkakirkjuni virka. 

  • 2. Vil standa fyri rættvísi

    07. april 2026

    Í hesum seinna partinum greiður Ólavur frá einari samrøðu millum seg og bisp, sum kunnu geva ábendingar um, at tað var júst seksualiteturin, sum gjørdi, at Ólavur nú kennir seg noyddan at flyta av landinum at arbeiða sum prestur.