Sesong 1
-
1. Móðurmálið
12. july 2023
Hesin fyrsti parturin varpar ljós á móðurmálið. Tí hvussu heldur tú fast í at tosa føroyskt, tá ið tú fær svar á donskum? Og hvønn týdning hevur tað, at læra børnini føroyskt, hóast tey ongantíð hava búð í Føroyum. Í hesum fyrsta partinum tekur journalisturin Silja Nørgaard Alstrøm útgangsstøði í sær sjálvari og sínari familju, sum flutti til Danmarkar í 90'unum.
-
2. Samleikin
18. july 2023
Aðalgunn Bjørgheðinsdóttir Würtz og sonur hennara fluttu til Danmarkar í 1994, eftir at Aðalgunn misti starvið í desember í 1993. Í tí løtu hon varð uppsøgd, sá hon fyri sær, at nú verður trupult at finna eitt nýtt starv. Hon og danski sjeikurin høvdu hugsað um at flyta til Danmarkar og nú skuldi løtan vera. Nú 30 ár seinni búgva tey framvegis í Danmark. Aðalgunn er dóttir Nikolinu av Kamarinum og ikki óvæntað skrivaði mæta listakvinnan ein sang, tá ið børnini fluttu. Sangin kallaði hon "Tá tit fóru".
-
3. Samansettur
25. july 2023
Sarah Mahfoud er kendur boksari. Tá hon trínir í ringin verður tann danski tjóðsangurin spældur, meðan hon og áskoðararnir tríva í "Der er et yndigt land". Men Sarah er ikki bara danskari. Hon er føroyingur av móðursíðu. Og hon er sýri av faðirsíðu. Men tey fluttu eisini úr Føroyum í 90'unum og hava búð í Danmark síðani. Sarah og Silja Nørgaard Alstrøm skifta orð um at hava fleiri tjóðarsamleikar og vera samansettur sum menniskja.