Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 1. Ræðsla á havinum

    24. november 2026

    Tann 25. september fór Kúrberg av Havnini. Umborð vóru níggju mans, sum allir, so ella so, høvdu lagt sítt lív í hendurnar á skiparanum. Men tað tók ikki langa tíð, so byrjaðu fleiri av manningini at undrast yvir atferðina hjá skiparanum, sum kendist bæði ágangandi og skilaleys. Tá ið menn hartil funnu út av, at skiparin hevði rúsdrekka á sínum kamari, kendu fleiri teirra seg enn ótryggari. Til endans var fjálturin millum manningina blivin so stórur, at onkur segði einum á landi frá óttanum umborð. 

  • 2. "Rottur" eru persónar, sum stinga fólk í ryggin

    24. november 2026

    John Midjord, skipari á Kúrbergi, avsannar, at umstøðurnar hjá manningini ikki vóru góðar. Talan er um “slatur” og “kolsvartar lygnir” frá persónum, sum vóru komnir við einari ætlan um at “karrierumyrða” seg. John Midjord avsannar ikki, at hann hevði rúsdrekka á kamarinum, men hetta drakk hann, tá skipið lá við kei. Hann heldur annars ikki, at tað, sum ein skipari hevur á sínum kamari, rakar nakran annan enn skiparan og reiðaran.