Sesong 1
-
1. Eitt reality show uttan stýring
17. july 2023
Í fyrsta parti hoyra vit um Norrøna Eftirskúlan í Genner, sum lat upp í 1986, men sum upp á ongan máta livdi upp til penu myndina av einum kristnum kostskúla, sum føroysku bløðini annars høvdu skrivað um. Jan Berg Jørgensen var næmingur fyrsta árið, og hann fortelur um vantandi frálæru, rúsdrekka, rúsevni og annan ólevna, sum merktu tíðina tað hálva árið, hann gekk har - áðrenn hann gavst og fór heim á jólum.
-
2. Knappliga kemur ein nakin maður har
24. july 2023
Í øðrum parti fara vit inn í skúlan. Inn í kristna kostskúlan við strongu reglunum. Skúlin koyrir nú á tíggjunda ári, og er fluttur úr ivasama bygninginum í Genner í Suðurjútlandi til Hygum í Norðurjútlandi, skamt frá Lemvig. Tríggir, sum gingu á Norrøna Eftirskúlanum skúlaárið 19995-1996, vóru Rógvi Rasmussen, Hergeir Staksberg og Flóvin Viderø. Teir búðu saman á kamar nummar 13 og greiða frá einum øðrvísi skúla, øðrvísi tímatalvu og øðrvísi upplivingum, sum teir gjørdu sær har. GG! Í partinum verður sagt, at skúlaárið er 1995/1996. Hetta er ikki rætt, tí talan er um skúlaárið 1996/1997.
-
3. Tey sniffaðu alt, sum sniffast kundi
31. july 2023
Jógvan Rasmussen, sum í dag er kokkur á Áarstovu, gekk á Norrøna Eftirskúlanum skúlaárið 1998 og 1999. Hann royndi hassj fyri fyrstu ferð, fekk so at siga onga frálæru í fleiri lærugreinum, tí lærarin varð sendur til hús. Kortini minnist hann árið har sum eitt tað besta árið, hann hevur havt.
-
4. Óneyðuga sensationellar yvirskriftir
07. august 2023
Røðin um Norrøna Eftirskúlan hevur fingið sinnið í kók á fólki. Tað eru ikki øll, sum vilja kennast við søgurnar, sum Frihedsbrevet hevur fortalt um tíðina hjá nøkrum føroyskum næmingum á føroyska eftirskúlanum í Danmark. Tí hava vit í fjórða parti av Norrøni Eftirskúlin - Sex, drøgg og skúlaskapur tosað við Jóannes Mohr, sum var skúlastjóri á Norrøna Eftirskúlanum í tíggju ár. Fjórði partur eitur Óneyðuga sensationellar yvirskriftir.
-
5. Eitt spøkilsishús og eitt narkoprojekt
14. august 2023
Fimti partur er endin á søguni um Norrøna Eftirskúlan. Men søgurnar steðgaðu tó á ongan hátt, tá skúlin varð niðurlagdur. Tí danskir ungdómar í hópatali hildu, at tað spøkti á Genner - og í Hygum gjørdist gamli skúlabygningurin karmur um rúsevnissølu og ivasamt virksemi annars. Hetta hoyra vit frá eitt nú einum journalisti á Folkebladet Lemvig og frá fyrrverandi borgarstjóranum í Lemvig kommune. Og so hoyra vit eisini seinastu heilsanina, sum Eftirskúlanevndin sendi føroysku bløðunum, tá skúlin gavst í mars 1999.