Sesong 1
-
7. Anna Katrin, Jens og Knút við nýggjum útgávum
14. december 2023
Mentanarmagasinið hesa ferð fær forkunnuga vitjan, nú Anna Katrin Egilstrøð leggur leiðina framvið. Hon arbeiðir við nýggjari útgávu og greiðir frá hesari, umframt hvat hon annars hevur gjørt seinasta árið. Haraftrat vitja tveir háaktuellir harrar, sum báðir hava givið út plátu fyri kortum. Jens L. Thomsen úr Orka greiðir frá nýggju plátuni og konsertini, sum verður á loftinum hjá El Service á Skála. Ein sermerkt konsert, tí tað verður seinasta konsertin hjá Orka við Francine Perry, sum annars hevur verið partur av tónlistaverkætlanini seinastu níggju árini. Hin harrin, sum vitjar Mentanarmagasinið, er Knút Háberg Eysturstein, sum júst hevur givið út fjórðu útgávuna í egnum navni. Knút fortelur um útgávuna, útgávukonsertina í Reinsarínum og konsertini, sum verður í Töting 20. januar. Vertur er Rólant Waag Dam.
-
6. Aftur av Airwaves
23. november 2009
Fýra føroyskir tónleikabólkar spældu á Iceland Airwaves um vikuskiftið. Talan er um ein altjóða sýnisglugga, har tað í stóran mun verður spælt fyri fólkum, sum arbeiða í og við tónleikavinnuni, umframt at almenningurin eisini hevur møguleika at keypa sær atgongd. Aggrasoppar, Marianna Winter, Elinborg og Jazzygold, sum komu aftur til Føroya mánadagin, hava vitjað Mentanarmagasinið fyri at greiða frá sínum upplivingum í Íslandi. Tey, sum vóru í studio í Frihedsbrevet, vóru Eyðfinn Bogason Lamhauge, Marianna Winther Nagata, Elinborg Pálsdóttir og Jasmin Mote. Vertur var Rólant Waag Dam.
-
5. Lortið lærir nakna kvinnu at spinna
10. october 2023
Nógv umrøddi og nógv umstríddi leikurin Lortið, La Merda eftir Cristian Ceresoli, við Duritu Dahl Andreassen í høvuðsleiklutinum, verður at síggja í Norðurlandahúsinum. “Hard to watch. Hard to ignore” skrivaði The Guardian um einrøðuleikin, sum setur samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelagi á breddan. Leikurin, sum er frá 2012, er kanska meira aktuellur nú enn nakrantíð, og hevur vunnið hópin av virðislønum. Talan er um samstarv millum GUT//Productions (hjá Mariann Hansen og Duritu Dahl Andreassen) og Leikhús SKIFT (hjá Maritu Dalsgaard og Olaf Johannesen) og so Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions. Hóast hesin parturin av Mentanarmagasininum er øðrvísi enn vant, so endar alt sum tað plagar við afturvendandi viðmælinum frá dagsins gestum.
-
4. Ein tvørlistarlig framsýning, eitt serstakt videolag og ein nógv eftirspurd konsert
05. october 2023
Í hálvttriðja ár lat Bartal Augustinussen hár og skegg vaksa, fyri síðani at fáa Vár Bech Árting at læra seg at dansa til eitt videolag, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð leikstjórnaði. Soleiðis hava allir tríggir gestirnir verið saman um eina og somu verkætlan, umframt at vit eisini tosa um eina konsert í Løkshøll og eina framførslu í Norðurlandahúsinum. Bartal hevur annars gjørt sangin Ein hálvur minuttur av dystinum er farin, sum videolagið er til. Videolagið er at síggja í framsýningini Tónar í list í Listaskálanum, sum er opin fram ti 4. februar 2024, umframt at tað eisini ber til at síggja tað á YouTube. Vit skifta orð um bæði sang og videolag, umframt at vit eisini tosa um tvørlistarligu framførsluna Jörð, sum verður í Norðurlandahúsinum 6. og 7. oktober. Eitt tvørlistarligt og politiskt verk og ein viðmerking til samfelagið, sum vit í dag liva í - Maria og Vár eru listarligir framleiðarar av framførsluni, umframt at Maria er leikstjóri og Vár koreografur. Og so tosa vit eisini um eina serliga konsert, sum verður í Løkshøll 14. oktober, tí tað eru tíggju ár liðin síðani útgávan Vónin er hjá Guðrun & Bartal kom út. Ein útgáva, sum gjørdist veruleiki, eftir at Guðrun & Bartal vunnu Sement og parlagið teirra millum kom til einkis. “Øll hjartasorgin fór bara niður í ta plátuna”, sigur Bartal Augustinussen. Sum altíð endar Mentanarmagasinið við, at listafólkini koma við hvør sínum viðmæli, sum tey halda, at tú átti at hugt nærri at. Rólant Waag Dam er vertur í Mentanarmagasininum.
-
3. Tvær handbøkur, ein svørt framsýning og tá føroyskar bókmentir verða týddar
14. september 2023
Lív Maria Róadóttir Jæger hevur í ár givið út tvær handbøkur, Wicked Fysikk og De Anima, Bitch. Lív, sum spælir ein týdningarmiklan leiklut í bólkinum Supervisjón hjá Lasse Jæger, og sum eisini er at síggja í Steinprenti í Havn, har framsýningin Svart uppá hvítt, er í hesum døgum. Kinna Poulsen hevur kuraterað hesa framsýningina, sum hon hevur sagt vera millum mest spennandi uppgávurnar, hon hevur havt sum kurator. Ein framsýning, sum byggir á tað svarta og sum, sambært Kinnu, svart uppá hvítt lýsir, hvussu ríkur svarti liturin er. Kim Simonsen, sum manga hevur lisið upp saman við Lív Mariu Róadóttir Jæger, skal 19. september lesa upp til tvímælt upplestrartiltak í Reinsarínum, Faroese authors in translation eitur tað. Kim hevur eisini drúgvar royndir við við at vera týddur til onnur mál, og vit skifta orð um týdningin av hesum, umframt at vit eisini tosa um nýggjastu útgávu hansara Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum. Eisini koma tey trý við hvør sínum mentanarviðmæli - onkur hevði enn tá meiri enn eitt viðmæli. Hetta er í endanum av sendingini.
-
2. Tónar í list, Tá kríggið er liðugt og soppar í hásesong
31. august 2023
Vit skifta orð um framsýningina Tónar í list, har Heðin Ziska Davidsen hevur verkið Ringar í vatni við, umframt at hann eisini hevur verið á festivali í Berlin, har umhvørvi og list vóru á breddanum. Búi Dam kemur beint í upptøkuhølið úr venjingarhølunum, tí Det Ferösche Compagnie setur í løtuni upp leikin Tá kríggið er liðugt, sum ukrainski Serhii Ilin leikstjórnar. Og so er tað soppasesong, ikki minst hjá Aggrasoppum, sum vunnu Sement í mars, hava havt eitt hendingaríkt tónleikasummar, eru útgávuaktuellir og skulu spæla á Reeperbahn í Týsklandi í september. Tí vitjaði Eyðfinn Bogason Lamhauge úr Aggrasoppum Mentanarmagasinið. Vertur var Rólant Waag Dam.
-
1. Ein tónleikari, ein dansari og ein rithøvundur tosa saman
10. august 2023
Fyrstu gestirnir í Mentanarmagasininum arbeiða øll innan hvør sína listagrein, men í hesum døgum hanga tey øll eitt sindur saman. Dania O. Tausen, sum júst hevur givið út plátuna "Ja (pt. 1)", arbeiðir eisini við eini størri sjónbandaverkætlan til plátuna. Við í hesi verkætlan er eisini Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum sjálv er aktuell við dansiframsýningini Minnisbrot. Henni er Beinir Bergsson eisini partur av, men Beinir skrivaði eisini ein tekst til skránna til Ólavsøkuframsýningina, har hann eisini las upp til ferniseringina. Dania var eisini til ferniseringina - og soleiðis hongur alt eitt sindur saman í fyrstu útgávuni av Mentanarmagasininum. Ein tónleikari, ein dansari og ein rithøvundur tosa saman um tað, tey arbeiða við júst nú, tað tey hava givið út og kanska eisini droyma um. Vertur er Rólant Waag Dam.