Sesong 1
-
12. Avvarðandi fáa ábyrgdina, men ikki stuðulin
26. september 2026
Hvat hendir, tá ið demensurin flytur inn í heimið, men familjan roynir at fáa alt at síggja so vanligt út sum áður? Í hesum partinum greiðir Barbara Egilstrøð frá gransking síni í heimabundnari demensumsorgan og leiklutinum hjá avvarðandi. Vit tosa um familjurnar, sum royna at halda gerandisdagin so vanligan sum gjørligt, meðan demensurin spakuliga broytir alt. Ritgerðin vísir, at avvarðandi ofta brúka nógva orku upp á at verja virðingina hjá tí demensrakta og fjala álvaran fyri umheiminum. Men tá ið sjúkan verður dempað, kann umsorganarbyrðan eisini verða ósjónlig, og tá kann familjan enda ov einsamøll við ábyrgdini.
-
11. Tá eitt sár ikki bara er eitt sár
20. september 2026
Eitt sár á beininum kann ljóða sum nakað fyribils. Nakað, sum skal reinsast, bindast um og lekjast. Men hjá nøkrum verður sárið ikki bara eitt sár. Tað verður ein kronisk støða. Eitt afturvendandi stríð við pínu, kompressión, bundinskap og óvissu um, nær tað kemur aftur. Og tað er júst hetta millumrúmið, sum ritgerðin hjá Bárðu Eyðbjørg Brandsdóttir kannar. Hon hevur skrivað um menn í Føroyum, sum liva við venøsum beinsárum. Tað eru sár, sum ofta koma av ringum blóðrensli í beinunum, og sum kunnu vera torfør at fáa at lekjast. Sjálvt tá ið sárið er lekt, er tað ikki vist, at sjúkan er av. Fleiri uppliva, at sárið kemur aftur. Tí snýr viðgerðin seg ikki bara um at fáa eitt sár at lekjast. Hon snýr seg eisini um at fyribyrgja, at tað kemur aftur.
-
10. Føroyskar kvinnur navigera millum lóg, trúgv og skomm
02. september 2026
Ritgerðin Abortstigma i en færøsk kontekst hjá Drós Ákadóttir kannar, hvussu føroyskar kvinnur uppliva og handfara fosturtøku í einum samfelagi, har fosturtøka leingi hevur verið bæði lógliga avmarkað og sosialt tabuiserað. Niðurstøðan er, at stigma sæst á fleiri stigum samstundis, í lógini, í heilsuverkinum, í samfelagnum, í nærumhvørvinum og inni í kvinnunum sjálvum og at hetta hjá summum kann hava langvarandi sálarligar og relatiónellar avleiðingar.
-
9. Grindin minkar á borðinum men stendur sterk móti altjóða trýsti
07. september 2026
Hví hevur altjóða mótstøðan móti grindadrápi ikki fingið eina sterka føroyska mótstøðurørslu at traðka fram? Í hesum partinum greiðir Bjartur Sigmundarson frá gransking síni í, hvussu Sea Shepherd og aðrir altjóða aktivistar hava ávirkað føroyska kjakið um grind. Ritgerðin vísir, at harðlig og sjónlig mótmælisátøk hava sett grindadrápið á heimskortið, men samstundis hava tey ofta styrkt føroyska mótstøðu, tí kritikkurin verður fataður sum eitt álop á føroyska mentan, sjálvræði og samleika. Varandi broyting kann tí neyvan trýstast inn uttanífrá, men krevur føroyskar røddir við staðbundnum trúvirði.
-
8. Tá vísindin møtti fiskivinnuni og lokalpolitikkinum
31. august 2026
Føroyar liva av fiskinum. Tað hava vit sagt so ofta, at tað næstan er vorðið ein sjálvfylgja. Men fiskurin er ikki óendaligur. Hann er eitt avmarkað tilfeingi. Og tá ið fleiri skip, betri tøkni og størri veiðuorka koma inn í myndina, verður spurningurin ikki bara, hvussu nógv vit kunnu fiska. Spurningurin verður eisini, nær vit fiska ov nógv. Hetta er ein av teimum spurningunum, sum ph.d.-ritgerðin Vitan og stríð og stríð um vitan hjá Tráini Petursson Nónklett setur.
-
7. Fullveldi er ikki longur bara eitt antin-ella
24. august 2026
Hvussu nógv ræði kunnu Føroyar hava, uttan at vera ein fullveldisstatur? Í hesum partinum greiðir Amanda Elisabeth Garðalíð frá gransking síni í samráðdum fullveldi, strategiskum sjálvræði og teimum geopolitisku avmarkingunum, sum smáar ikki-fullveldis tjóðir liva við. Ritgerðin samanber Føroyar við Puerto Rico og Cook Islands og vísir, at fullveldi ikki altíð er eitt einfalt antin-ella. Føroyar hava fingið størri rásarúm í uttanríkispolitikki, handli, fiskivinnu og altjóða samstarvi, men hetta rásarúmið er framvegis treytað av Danmark, stórveldakapping og trygdarpolitiskum trýsti.
-
6. At standa uttanfyri fjøldina í Føroyum bæði sæst og merkist
17. august 2026
Hvat hendir, tá ung hvørki arbeiða, eru undir útbúgving ella í læru í einum samfelagi, har arbeiðsloysið er lágt, øll kenna øll, og stórur dentur verður lagdur á at klára seg sjálvan? Í hesum partinum greiða Benjamin Hentze Knudsen og Hallur Mohr Sverrason frá gransking síni um ung í NEET-støðu í Føroyum. Vit tosa um útbúgvingartrupulleikar, heilsu, málforðingar og stirvnar skipanir, men eisini um skomm, einsemi og kensluna av ikki at liva upp til væntanirnar í samfelagnum. Kanningin vísir samstundis, at tey ungu ikki eru passiv: Tey hava greiðar framtíðarvónir, men tørva smidligari vegir aftur í útbúgving og arbeiði.
-
5. Føroyar hava ikki tikið støðu til børnini, sum longu eru fødd
10. august 2026
Hvat hendir, tá føroysk lóggáva ikki fylgir við á einum øki, har familjur longu eru vorðnar til? Í hesum partinum verður hugt nærri at gjaldsforboðnum í ættleiðingarlógini og rættarstøðuni hjá børnum, sum eru fødd við støði í surrogatavtalum. Ritgerðin vísir, at føroyska ættleiðingarlógin framvegis hevur eitt treytaleyst gjaldsforboð, hóast danska lógin er broytt eftir dóm frá Evropeiska mannarættindadómstólinum. Úrslitið er ein ógreið rættarstøða, har barnsins besta í verki kann krevja eina loysn, sum lógin eftir sínum orðaljóði ikki loyvir.
-
4. Føroyar eru farnar frá útjaðara til strategiskt knútapunkt
03. august 2026
Hví eru Føroyar aftur komnar í miðdepilin í stórpolitisku kappingini um Norðuratlantshavið? Í hesum partinum greiðir Mekhala O. Kollslíð frá gransking síni í strategiska týdninginum hjá Føroyum eftir russisku innrásina í Ukraina. Vit tosa um GIUK-gapið, russiska Norðflotan, vaksandi hernaðarferðslu og nýggja áhugan hjá NATO og evropeiskum sameindum fyri føroyskum sjóøki. Ritgerðin vísir, at landafrøðin hjá Føroyum er hin sama sum áður, men at broytta heimsstøðan hevur gjørt hana strategiskt týdningarmikla av nýggjum.
-
3. Tilhoyr byrjar ikki við innskriving
27. july 2026
Hvussu er tað at byrja í føroyska fólkaskúlanum, tá tú samstundis skalt læra eitt nýtt mál, skilja óskrivaðar reglur og finna títt pláss í einum flokki, har felagsskapurin longu er skipaður? Í hesum partinum greiðir Vilhelm Bergsson frá gransking síni í royndunum hjá tilflytaranæmingum í 7.–9. flokki. Vit tosa um føroyskt sum bæði lykil og forðing, um vinarløg, lærarastuðul og kensluna av at verða sæddur – men eisini um at verða merktur sum øðrvísi vegna mál, navn, útsjónd ella húðarlit. Kanningin vísir, at tað at fáa eitt pláss í flokkinum ikki sjálvvirkandi merkir, at tú fært lut í felagsskapinum.
-
2. Tey klára arbeiðsdagin men gjalda sjálvi prísin
21. july 2026
Hvussu er tað at hava ADHD og samstundis royna at fáa eitt arbeiðslív at hanga saman í einum lítlum og tætt knýttum samfelagi? Í hesum partinum greiðir Barbara Krossteig frá gransking síni um royndirnar hjá vaksnum við ADHD á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Vit tosa um tíðarblindni, strongd, skiftandi áhuga og tørvin á greiðum karmum,men eisini um fordómar, tøgn og óttan fyri at verða misskildur. Kanningin vísir, at nógv í dag eru latin upp í hendurnar á egnum strategium og persónligum sambondum, hóast betri leiðsla og einfaldar tillagingar kunnu gera stóran mun.
-
1. Fiskurin framvegis fremstur fyri føroyingar
26. june 2026
Heimurin er vorðin ótryggari, álitið á gomul sameind viknar, og Føroyar standa mitt í einum nýggjum stórpolitiskum veruleika. Í hesum partinum greiðir Hansa Hansen frá gransking síni í føroysku almannahugsanini um Russland, USA, NATO og ES. Vit spyrja, um føroyingar kenna seg meira hóttar enn áður, hvørjum vit framvegis líta á, og um ES í størri mun verður sæð sum eitt politiskt trygdarskjól. Men hóast trygdarpolitikkurin fyllir meira, stendur eitt gamalt ivamál framvegis í miðdeplinum: fiskurin.