Sesong 1
-
1. Sjey ár aftaná...
18. november 2024
Freddie Poulsen gjørdist landskendur í 2017, tá ið hann var dømdur sekur í kynsligum brotsverkum móti fleiri kvinnum í sambandi við læknakanningar. Nú skal hann aftur í rættin - hesaferð fyri hóttanir móti almennum starvsfólkum. Hesin fyrsti parturin leitar aftur í tíð og skitsar banan upp, nú Føroya rættur aftur skal taka ímóti Freddie Poulsen, fyrrverandi kommunulækna.
-
2. Nissuhatarar og antivaxarar
24. november 2024
Mitt undir koronafarsóttini fekk Freddie Poulsen ein dóm fyri hóttanir móti heilsustarvsfólkum. Hann er kanska Føroya kendasti "antivaxari", also korona-konspiratiónsteoretikari, og kanska júst tí, er hann nú knýttur at heldur umstríddari fríkirkju í Danmark, Løkken Frikirke. Í hesum partinum tosa vit um dómin, um nissuhatandi prestin Jon Knudsen og um Løkken Frikirke.
-
3. Ein samrøða við Freddie Poulsen
24. november 2024
Hesin parturin er ein longri samrøða við Freddie Poulsen. Um hóttanirnar móti Taks, um Løkken Frikirke og mangt annað.
-
4. Avleiðingar, konspiratiónsteoriir og "Vakin kristin"
05. december 2024
Í fjórða parti tosa vit um avleiðingar av hesari røðini. Vit tosa um ein merkisverdan felagsskap, sum spennir seg tvørtur um fleiri lond. Vit tosa um føroyska gransking innan konspiratiónsteoriir og so fara vit ein túr á Sommercamp hjá Løkken Frikirke.
-
5. Dómur fallin
20. january 2025
Vit enda har vit byrjaðu. Við rættarmálinum, sum skuldi vera í oktober 2024, men sum mátti útsetast til januar 2025. Málið er nú loksins avgreitt í Føroya rætti, Freddie Poulsen hevur fingið enn ein dóm fyri hóttanir móti almennum starvsfólkum. Vit vóru við í Føroya rætti, tá ið málið varð viðgjørt.