Sesong 1
-
1. Tá tað løgna blívur vanligt
09. june 2025
Redaktiónin hjá Frihedsbrevet setur pallin við at tosa um tað, sum kemur til hugs, um koronutíðina í Føroyum, sum byrjaði 12. mars 2020. Á skránni er alt frá avlýstum FMA til Bridgefestivalar, snartesting og koronupass.
-
2. Korona statsvaldið
09. june 2025
Næsti parturin byrjar 12. mars 2020, tá ið journalistar hittast í Tinganesi til tíðindafundin, tá ið løgmaður setti Føroyar niður í ferð. Spurningarnir snúði seg nógv um ótta, men var fokusið í grundini rætta stað? Finnur Koba er gestur.
-
3. Vakthundurin í tilbúgvingini
15. june 2025
Ivan Nicalsen var stjóri í Kringvarpinum, tá ið korona rakti Føroyar. Tað var hansara lutur at tryggja, at Kringvarpið var arbeiðsført hóast hóttandi heimsfarsótt, og tað var hansara avgerð at lova politikarunum inn í Kringvarpið at halda tíðindafundir. Var tað ein røtt avgerð og hvør var lærdómurin av tí, sæð í bakspegilin? Tað er evnið í hesum partinum.
-
4. Inni í maskinrúminum í Tinganesi
09. september 2025
Tilveran hjá okkum øllum broyttust tann 12. mars 2020. Men fyri Uni Holm Johannesen og Eyðbjørt Skylv Midjord, fór lívið avgjørt ikki niður í ferð, men heldur tað øvugta. Tey vórðu nevniliga tilkallað til at sita í maskinrúminum í Tinganesi, tá ið harðast leikaði á. Tað eru teimum vit hoyra frá í hesum partinum.
-
5. Skeptikarin á Hinvegin.fo
30. september 2025
Jón Tyril stovnaði ein miðil miðskeiðis í koronatíðini, tí hann helt, at tíðindaflutningurin var ov einstáttaður og at kritiskar røddur sluppu ikki framat. Hann hevur bæði rís og rós at bera víðari til eftirmetingina av tí mest sermerktu tíðini í nýggjari tíð.