Sesong 1
-
1. Tann allar fyrsti dagurin
27. december 2023
Fyrsta inntrykkið er tað mest umráðandi, siga tey, og soleiðis var tað eisini hjá Duritu Simonsen úr Havn, tá ið hon varð send til Danmarkar á kostskúla. Tí fyrsti dagurin segði henni, hvussu tey komandi árini í útlegd fóru at vera...
-
2. Óskrivaðu reglurnar
27. december 2023
Tað gjørdist skjótt greitt, hvørjar spælireglurnar vóru á nýggja skúlanum. Og Durita lærdi seg at passa inn...
-
3. Misnýtsla í fleiri formum
03. january 2024
161 ferðir hevur danska løgreglan havt samband við kostskúlan í Sønderjyllandi frá 2008 til 2023. Innlit frá løgregluni og søgur frá fyrrverandi næmingum siga í hesum partinum frá veruleikanum við heilivágsmisnýtslu, følskum diagnosum og kynsligari misnýtslu móti ungum gentum. Alt meðan eftirlitsmyndugleikarnir siga frá góðum skili á kostskúlanum.
-
4. Knúst sundur ferð eftir ferð
10. january 2024
Tá 10. flokkur var væl í gongd á kostskúlanum í Sønderjyllandi, fóru nakrar hendingar fram, sum gjørdu, at Durita loksins setti sær fyri, at nú var nóg mikið. Summar av hendingunum á kostskúlanum, sum Durita greiðir frá, eru so ógvusligar, at tær næstan eru ótrúligar. Tíbetur hava vit tosað við vitni.
-
5. Heimleys viðhvørt
17. january 2024
Tá tú gongur á kostskúla, býrt tú á kostskúlanum. Men hvat gert tú, tá ið kostskúlin stongir umleið annaðhvørt vikuskifti? Durita Simonsen fekk eina umlættingarfamilju stutt eftir, at hon var flutt til Danmarkar, men hetta fór rættiliga skjótt í vaskið. Aftaná tað hevði hon ongastaðni at fara, hóast hon var 14 ár, tá ið hon flutti av landinum upp á lansins rokning.
-
6. "Tað má ikki henda aftur"
24. january 2024
Tað eru eingin tekin um, at nøktandi eftirlit er hildið við danska kostskúlan, frá føroyskari síðu. Hetta er annars eitt lógarkrav, men so seint sum í 2023 kom løgtingsins umboðsmaður til tað niðurstøðu, at hendan lógin ofta ikki verður hildin. Í summum førum vóru fleiri ár ímillum eftirlitsvitjanirnar, og onkuntíð vóru ongar yvirhøvur, skrivar umboðsmaðurin. Durita Simonsen sigur hesa søguna, tí hon vil at "landið skal vita, hvat hetta ger við fólk".