Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 100. Kjak: Vit manna løgtingið

    25. march 2026

    Hvussu fara flokkarnir at standa, tá ið valúrslitið er gjørt upp? Hvør fær ein eyka tinglim, hvør missur og hvør hevur gjørt eitt gott ella ringt valstríð? Tað er evnið í hesum partinum av Klubb33. Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingurin og Jan Lamhauge, journalistur eru gestir í upptøkuhølunum, saman við Barbaru Holm, verti.

  • 99. Varið valstríð kostar Fólkaflokkinum

    23. march 2026

    Valstríðið hjá flokkunum verður sett undir luppin í hesum nýggjasta partinum av Klubb33. Tí nýggjastu veljarakanningar vísa, at Fólkaflokkurin stendur til at fáa níggju tinglimir, og kanska enntá nærkast tey átta tinglimum. Tað er eitt ótrúliga gott úrslit undir øllum umstøðum, men skulu vit samanbera við veljarakanningarnar seinastu mánaðirnar, er tað ein afturgongd. Tað eru ivaleyst fleiri orsøkir til tað. Hoyr Hall av Rana, stjórnmálafrøðing, Agnar Prestá, journalist á FM1 og Portalinum, og Jan Lamhauge, journalist á Frihedsbrevet, venda valstríðnum hjá øllum flokkunum í hesum partinum av Klubb33. 

  • 98. Forfólkaforhoyr við Beinir Johannesen

    22. march 2026

    Beinir Johannesen er seinasta forfólki, sum er í forfólkaforhoyr hjá Frihedsbrevet. Vit royna at finna út av, hvørja støðu hann hevur til abort, um Fróði Magnussen hevur skil fyri haldføri og hvussu bústaðarpolitikkurin hjá Fólkaflokkurin hongur saman? Vit tosa eisini um, hví Árni Skaale bleiv so illur? Tí hví gongur Fólkaflokkurin í grundini so høgt uppí tryggleikan hjá teimum allarríkastu, og hvat heldur Beinir Johannesen um, at meðan nógv ikki sleppa inn á bústaðarmarknaðin, kunna onnur selja kvotur og síðan keypa sær hús fyri tvísiffraðar milliónaupphæddir?

  • 97. Kjak: Tora politikarar at vera kritiskir móti teimum múgvandi?

    22. march 2026

    Byggifyritøkurnar hava risastór avlop á botnlinjunum. Bankarnir rinda hundraðtals milliónir út sum vinningsbýti á hvørjum ári. Og samstundis vita vit, at tey múgvandi ofta seta pengar í fastogn, tí loysir seg nógv betur enn at hava pengarnar í bankanum. Hví? Tí lítil regulering er á bústaðarmarknaðinum. Allir flokkar hava boð upp á loysnir á bústaðarneyðina, men eru loysnirnar nakað verdar? Er tað ein verulig loysn at oysa pengar í eina brotna skipan ella mugu onnur ting til? Bústaðarneyðin og dokumentarurin hjá Kringvarpinum "Undir egið borð", eru evnini, sum Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur og Jan Lamhauge, journalistur, kjakast um.

  • 96. Forfólkaforhoyr við Sirið Stenberg

    19. march 2026

    Sirið Stenberg er næst síðsta forfólki í forfólkaforhoyr hjá Frihedsbrevet. Hvat fer Tjóðveldi í grundini til val uppá? Tað er størsti spurningurin, nú ein lítil lepi á stødd við eitt postkort, er tað, sum veljarin fær frá Tjóðveldi sum valskrá. Í tí stendur sum so einki ítøkiligt vallyfti - tað mest ítøkiliga er, at tjóðarsemjan skal gjøgnumførast. Og tað er júst tann boðskapurin, sum Sirið Stenberg og Tjóðveldi vilja senda. Men hvat sigur forkvinnan í Tjóðveldi til ymisku útmeldingarnar frá valevnum, tá ið umræður bæði suðuroyartunnilin, Heilsuskúlan og grundleggjandi boðskapir í sambandi við fiskivinnuna? Og er Tjóðveldi í heila tikið til at rokna við sum samstarvsfelagi, tá ið flokkurin hevur havt so leysar kanónir á dekkinum sum Liljan Weihe og Erling Eidesgaard? Tað tosa Jan Lamhauge og Barbara Holm við Sirið Stenberg um. 

  • 95. Forfólkaforhoyr við Jenisi av Rana

    19. march 2026

    Jenis av Rana er í forfólkaforhoyr hjá Frihedsbrevet. Vit tosa um tað, sum vit hoyra mest frá Miðflokkinum í hesum valstríðnum, nevniliga ætlanirnar hjá flokkinum at forða fyri lógini um fría abort, sum kemur í gildi í summar. Hvussu sær føroyska lógin út, um vit spyrja Miðflokkin? Í vikuni staðfesti Eystari Landsrættur, at tað er ólógligt at siga "kynsvillingur" um samkynd. Eitt orð, sum fá brúka í dag, men um aldarskiftið, tá ið 266b kjakið var í hæddini, vóru mong ljót orð søgd um tey samkyndu. Er Jenis 2026 samdur við Jenis 2004? Flokkurin skrivar í valskránna, at tey vilja seta navnið á dømdum pedofili fram sum ein eyka revsing. Hví? Og hvat skal aldurmarkið fyri at síggja porno vera, um vit spyrja Miðflokkin? Tað eru ímillum evnini, sum Jenis av Rana svarar upp á í forfólkaforhoyr hjá Jan Lamhauge og Barbaru Holm. 

  • 94. Forfólkaforhoyr við Bárður á Steig Nielsen

    18. march 2026

    Formaðurin í Sambandsflokkinum er fjórða forfólki, sum vitjar í forfólkaforhoyr í Klubb33. Vit vita, at Miðflokkurin ætlar at leggja uppskot fyri tingið, so skjótt høvið er til tess, sum skal avtaka lógina um fría abort til 12. viku, sum kemur í gildi í summar. Sambandsflokkurin fór í tvíningar av hesum málinum í fjør heyst. Formaðurin sjálvur atkvøddi ímóti lógini, men hvørja lóggávu ynskir hann, tá ið vit tosa um abortøkið? Sambandsflokkurin fer til val við yvirskriftini "Tryggleiki og trivnaður". Tað kann næstan tykjast sum, at flokkurin roynir at ræða veljaran til at velja seg og ríkisfelagsskapin til. Hví er so tvingandi neyðugt at tosa um útlendska arbeiðsmegi, bandapakkar og trygd í Føroyum? Eru vit ikki trygg? Jan Lamhauge og Barbara Holm eru vertir. 

  • 93. Løgið kjak í Kringvarpinum og eitt ósjónligt fólkatingsvalstríð

    18. march 2026

    Í gjárkvøldið var loksins fyrsta politiska kjakið millum valevnir, sent í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Formatið var tó nakað hektiskt. Tey trý pallborðini høvdu 20 minuttir í part, og tí vóru ikki nógvir minuttir settir av til hvønn einstakan at grundgeva. Týsdagin skulu føroyingar velja tvey umboð á danska fólkatingið. Hvussu standa flokkarnir seg í valstríðnum, og eru veljarakanningarnar eftirfarandi? Tað skifta Jan Lamhauge og Hallur av Rana um.  Barbara Holm er vertur. 

  • 92. Forfólkaforhoyr við Aksel V. Johannesen

    17. march 2026

    Aksel V. Johannesen er triðji maður í forfólkaforhoyr hjá Frihedsbrevet. Javnaðarflokkurin hevur skift kós við Ben Arabo á listanum, meðan onnur valevni, sum hava myndað flokkin, eitt nú Ingilín D. Strøm og Uni Holm Johannessen, ikki eru at finna á listanum. Er løgmaður samdur við Ben Arabo í, at veðurlagslógin skal í skrell? Hvussu við retorikkinum hjá fólkatingsmanninum, Sjúrður Skaale? Er løgmaður ikki bangin fyri at hansara valdsmikli flokkur stigmatiserar nøkur fá tandur í Føroyum, sum hava eina aðra trúgv enn meirilutin? Tað er ímillum evnini í hesum partinum. Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir. 

  • 91. Forfólkaforhoyr við Sámal Petur í Grund

    13. march 2026

    Formaðurin í Sjálvstýri er næsti maðurin í heita stólinum hjá Frihedsbrevet.  Hví blíva við, tá ið flokkurin sambært øllum veljarakanningum ongan kjans hevur at røkka um tinggátt? Hvussu ætlar Sámal Petur í Grund at fíggja dýru vallyftini í valskránni og er tað veruliga eitt gott hugskot at loyva púra fríum fiskiskapi hjá útróðrarflotanum? Tað eru ímillum evnini, sum Jan Lamhauge og Barbara Holm taka upp við formannin í Sjálvstýri. 

  • 90. Kjak: Javnaðarflokkurin aftur til røturnar og Miðflokkurin við greiðari abortætlan

    16. march 2026

    Fýra valskráir eru til viðgerðar í hesum partinum av Klubb33. Tað eru tær hjá Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum, Framsókn og Miðflokkinum.  Agnar Prestá, journalistur á Fm1 og Portalinum og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet venda politisku lyftunum, saman við vertinum Barbaru Holm.

  • 89. Forfólkaforhoyr við Ruth Vang

    13. march 2026

    Øll forfólkini í teimum politisku flokkunum, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið, eru gestir í hesum serliga Forfólkaforhoyrinum í Klubb33. Fyrsti gesturin er Ruth Vang, forkvinna í Framsókn. Hon sat sum kánus, tá ið løgmaður bað um orðið í løgtinginum, og skrivaði út nýval. Við tí datt hækkaða pensjónin á gólvið. Er Ruth Vang ringasti taktikarin í løgtinginum? Og hvussu ber tað í grundinin til, at Ruth Vang í 2023 segði seg vera ímóti fríari abort, tá ið Framsókn sigur seg vera virðisliberalan? Tað er ímillum spurningarnar, sum eru um tað, sum farið er. Størri parturin snýr seg um, hvat Framsókn nú ætlar. Hví er t.d. einki orð um tilfeingisrentuna í valskránni og eigur bústaðarmarknaðurin ikki at vera regluleraður, nú neyðin bara veksur? Vertir eru Jan Lamhauge og Barbara Holm

  • 88. Valskráir hjá Sambandsflokkinum, Tjóðveldi og Fólkaflokkinum

    11. march 2026

    Tjóðveldi í samleikakreppu og Fólkaflokkurin rullar aftur. Tað eru yvirskriftirnar, sum panelið setur á valskránnar, sum flokkarnir hava lagt fram. Hoyr hvat Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, Agnar Prestá, journalistur á Portalinum og FM1 og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet halda um valskráirnar, sum nú eru lagdar fram.

  • 87. Neyðin hjá Sjálvstýri, samkomurnar og 12000 leysar atkvøður

    09. march 2026

    Kann Sjálvstýrið koma inn á ting, skal okkurt heilt serstakt henda, nú bara trý valevni eru á listanum hjá flokkinum, samanborið við 18 til seinasta løgtingsval. Tað eru í alt 12.000 atkvøður, sum ganga leysar, um vit samanbera valevnini hesaferð við tey, sum stillaðu upp til løgtingsvalið seinast. Og Fólkaflokkurin hevur fingið eina reinari, kristin konservativa útstráling, nú fleiri sera virkin samkomufólk eru á listanum hjá flokkinum. Tað er m.a. hetta panelið kjakast um í hesum partinum av Klubb33. Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur, Jan Lamhauge og Kristinn Vang, journalistar á Frihedsbrevet, eru í studio við Barbaru Holm, verti.

  • 86. Ben Arabo, Tummas í Garði og Tjóðhild Patursson - hvør fer at klára seg væl?

    04. march 2026

    Tey eru fleiri nýggj andlit at síggja, nú valplakatirnar so smátt byrja at koma upp at hanga kring landið.Á summum listum eru óvæntað nøvn at síggja, meðan vit hava gitt um onnur í eina tíð. Panelið hesaferð vendir listunum hjá flokkunum, nú tað er lagt aftrat við fólki hjá summum flokkum seinastu dagarnar. Hoyr Hall av Rana, stjórnmálafrøðing, Jan Lamhauge, journalist og Barbaru Holm, journalist, venda valevnunum.

  • 85. Fleiri flokkar í fríum fallið

    02. march 2026

    Megna Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at fóta sær, áðrenn valevnislistarnir skulu vera inni? Tað er stóri spurningurin, nú ein atkvøðuslúkur fyri og annar eftir takka fyri seg á politiska vígvøllinum. Báðir teir seinastu løgmennirnir, Bárður á Steig Nielsen og Aksel V. Johannesen, eru sostatt í sera truplum støðum. Tað er ímillum evnini, sum panelið kjakast um hesaferð.  Agnar Prestá, journalistur á Portalinum og FM1, Hallur av Rana, stjórnmálafrøðingur og Jan Lamhauge, journalistur kjakast í hesum partinum.  Barbara Holm er vertur. 

  • 84. Kjak: Løgmaður vann taktiska spælið

    25. february 2026

    Journalistar og politiskir viðmerkjarar fara beint úr løgtinginum í studio hjá Frihedsbrevet, nú løgmaður skrivaði út løgtingsval í løgtinginum í dag.  Hallur av Rana, Agnar Prestá, Jóhann Lützen, Jan Lamhauge og Barbara Holm eru í hesum poddvarpinum. 

  • 83. Muslimar, fast-track og jarðskjálvtar í veljarakanningum

    18. february 2026

    Tað er nógv at kjakast um í hesum døgum, nú tvey val eru ávegis. Og tað gera føroyingar dúgliga, serliga um muslimar, islam, fast-track skipanina og aðrar lutir, sum hava við útlendingaøki at gera.  Tað er bulurin í hesum kjakinum millum Hallur av Rana, stjórnmálafrøðing og Ingolf S. Olsen, journalist og fyrrverandi politikara.  Barbara Holm er vertur. 

  • 82. Andstøðan kjakast: Sjálvstøðugt land ella Samband 2.0?

    02. february 2026

  • 81. Kjak: Kunnu Føroyar gerast sjálvstøðugar í heimsmyndini hjá Donald Trump?

    28. january 2026

  • 80. Valfepur: Endaspurtur í løgtinginum

    28. january 2026

    2026 verður stóra valárið, tá ið føroyingar skulu velja eitt nýtt løgting, og tvey umboð til danska fólkatingið. Men hvussu standa flokkarnir seg, og hvat kunnu tey gera, fyri at vinna undirtøkuna hjá føroyingum? Tað tosa Hallur av Rana, Jóhann Lützen og Jan Lamhauge um í hesum partinum. Barbara Holm er vertur. 

  • 79. Løgmaður um valsvik, dýrt valagn og valdið hjá vinnuni

    12. january 2026

    Politiskur háspenningur er í luftini. Umval skuldi vera í Runavík, men er fyribils lagt á ís. Fleiri stórmál eru fyri framman hjá einari samgongu áveg út. Og løgmaður nýtti nýggjársrøðuna til m.a. at heita á fólk, um at taka ábyrgd. Hvat meinti hann í grundini við? Tað eru evnini fyri hesari longri samrøðuni við Aksel V. Johannesen, løgmann. 

  • 78. Valfepur í luftini: Nógvar leysar kanónir á dekkinum

    17. december 2025

    Bæði málini um at hækka pensjónsaldurin og um suðuroyartunnilin líða undir, at tingfólk líða undir valfepri. Megnar løgmaður at fáa nøkur seinastu poeng á kontoina áðrenn løgtingsval verður útskrivað? Hoyr Hallur av Rana, Jóhann Lützen og Jan Lamhauge kjakast um politisku støðuna og hesi stórmálini.  Barbara Holm er vertur.

  • 77. Kjak: Danskir pengar og miðlastuðul

    10. december 2025

    Hallur av Rana og Jan Lamhauge skifta orð um stríðið millum føroysku stjórnina og donsku stjórnina og fólkatingslimirnar, nú danskir pengar eru játtaðir til Oyggjaleikir, hóast eingin hevur biðið um tað. Og enn einaferð skal stuðul til privatar miðlar umskipast, tó enn einaferð skoytir eingin um leistin. Tað eru evnini í kjakinum hesaferð. 

  • 76. Er tað rætt at geva danskar pengar til Oyggjaleikir?

    08. december 2025

    Enn einaferð hava fólkatingssessirnir skapt politiskt órógv millum Føroyar og Danmark. Tað er komið greitt til sjóndar seinastu dagarnar, tá ið Anna Falkenberg sendi út tíðindaskriv um, at danska stjórnin hevði játtað 2.5 milliónir krónur til Oyggjaleikir í Føroyum í 2027. Ein stuðul, sum eingin visti nakað um áðrenn. Hetta hevur skapt mikið kjak. Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi og landsstýriskvinna á økinum hevur verið sera misnøgd um hendan stuðulin, meðan ÍSF einki hevur vitað um tað fyrr enn tað kemur fram í tíðindaskrivinum. Men er nakað galið í at fáa fíggjarligan stuðul til tiltøk í Føroyum? Tað kjakast Anna Falkenberg, fólkatingskvinna og Annika Olsen, tingkvinna um í hesum partinum. 

  • 75. Kjak: "Bullshit frá løgmanni"

    03. december 2025

    Javnaðarflokkurin roynir at selja søguna um, at løgmaður einki hevði við rokaduna í landsstýrinum í gjár at gera, sum m.a. viðførdi, at abortmálið varð samtykt í løgtinginum. Men tað er "bullshit" frá løgmanni, halda Hallur av Rana og Jóhann Lützen. 

  • 74. Kjak: Er tað rætt at hava umval í Runavík?

    26. november 2025

    “Við ákæruni er so stórur ivi sáddur um, hvørt samansetingin av manningini í Runavíkar býráð er røtt, at Løgmálaráðið hevur tikið avgerð um at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu tann 12. november 2024 og lýsa umval, soleiðis at spurnartekin ikki kann setast við rættargildið av Runavíkar býráð.” Soleiðis skrivar Løgmálaráðið á heimasíðuni. Men er tað at taka ov rívan til? Tað er yvirskriftin á nýggjasta partinum av Klubb33, har Bill Justinussen, Hallur av Rana og Jan Lamhauge skifta orð um hetta sjáldsama mál.

  • 73. Kjak: Abortmálið neyvan samtykt

    19. november 2025

    Ingolf S. Olsen, Hallur av Rana og Jan Lamhauge skifta orð um tvey stórmál í politisku skipanini júst nú - abortmálið og heimildirnar til at seta tiltøk í verk móti Russlandi. Bæði skapar rumbul, og panelið heldur, at abortmálið neyvan verður samtykt, meðan Sirið Stenberg ivaleyst fær heimildirnar, men neyvan fær brúkt tær til nakað.

  • 72. Avbjóðingarnar hjá Akseli

    12. november 2025

    Tað ridlar undir politisku semjuni hjá løgmanni um Suðuroyartunnil. Sambandsflokkurin sigur seg ikki vera nóg væl upplýstan um málið, og hoyrast eisini fleiri atfinningarsamar røddir úr samgonguni. Hetta eru tó ikki tær einastu atfinningarnar, sum hoyrast av løgmanni úr samgonguni, har tað eisni verður funnist at nýskipanini av miðfyrisitingini. Hvussu loysir løgmaður mongu avbjóðingnar? Tað kjakast Barbara Holm, journalistur, Hallur av Rana, journalistur og Kim Hansen, poddvarpsvertur, um. 

  • 71. Løgmaður_Eg eri ikki samdur við Bjarna

    06. november 2025

    Avgerðin at spara trý aðalráð og landsstýrisfólk er ikki serliga væl móttikin í pørtum av samgonguni, og hevur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, sagt, at úrslitið er "óluksáliga rótutt". Løgmaður er tó ikki samdur. 

  • 70. "Løgmaður í panik"

    05. november 2025

    “Panik før lukketid”. Soleiðis lýsir ein sera bersøgin Bjarni K. Petersen tað tilgongd, sum hevur verið aftanfyri politisku bumbuna, sum brast í Tinganesi í gjár. Hann hevði væntað tað. Men tá ið telefonin ringdi, tá ið hann var í bussinum áveg at heilsa upp á svenska kongin, og Ruth Vang segði honum, at hann fór sannlíkt at missa sín sess, so kom tað kortini óvart á. “Júst tað, at vit skulu frá 1. desember, virkar sum man letur seg stýra av ótta fyri kritikki við at bíða, heldur enn vit og skil”, sigur Bjarni K. Petersen í longri samrøðu við Frihedsbrevet.

  • 69. Aksel ger ein Elon Musk

    05. november 2025

    Aksel V. Johannesen, løgmaður, brast eina politiska bumbu í gjár, tá hann kunngjørdi, at trý landsstýrisfólk blivu koyrd til hús, tí tað mælir nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda til. Hallur av Rana og Ingolf Olsen kjakast um avgerðina hjá løgmanni.  

  • 68. Elsa Berg og Tróndur Sigurðsson um politisku kósina í Havn

    03. november 2025

    Tað er eitt ár síðani, at Elsa Berg og Tróndur Sigurðsson vitjaðu í politiska poddvarpinum Klubb33 seinast (Partur 52). Tá kjakaðust tey um kósina, sum veljarin í Havn skuldi taka støðu til til kommunuvalið. Síðani er nógv broytt. Elsa Berg er borgarstjóri og Tróndur Sigurðsson er í andstøðuni í býráðnum. Men hvat er hent síðani Elsa Berg tók við? Eru bíðitíðirnar blivnar ov langar, sum andstøðan rør framundir, ella er bíðitíðin neyðug fyri at gera tingini ordiligt? Er kommunan blivin meira rúmlig, ella er tað bara eitt marknaðarføringsátak? M.a. tað kjakast tey um her. 

  • 67. Burdi tað verið umval í Oyndarfirði?

    24. september 2025

    Illgruni hevur tikið seg upp um valúrslitið í Oyndarfirði til kommunuvalið í 2024 nú er heilt rætt. Málið er meldað til løgregluna, ein persónur er skuldsettur, og fleiri atfinningarsaman røddir hava verið frammi um merkisverda háttin atkvøðuseðlarnir vórðu varðveiddir náttina eftir valið. Burdi landsstýrismaðurin blandað seg upp í og feiðað allan iva um úrslitið av borðinum, ella eigur hann at bíða eftir fútanum? Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, er gestur í hesum partinum. 

  • 66. Fiskimálaráðharrin ætlar ongar broytingar

    02. september 2025

    Sølan av Jupiter hevur birt undir aftur kjakið um útlutingina av fiskirættindum og eina ógvuliga ófullfíggjaða innkrevjing av tilfeingisrentuni við verandi skipan. Í hesi samrøðuni við Jóhan Christiansen (Tjóðveldi), landsstýrismann í fiskivinnumálum, er greitt, at hann er ímóti uppboðssølu og ikki hevur ítøkiligar ætlanir um broytingar í verandi skipan. Landsstýrismaðurin hugsavnar seg um fiskidagaskipanina, men ásannar, at hann neyvan fær stundir at fremja stórvegis broytingar har heldur, tað ið eftir er av valskeiðnum.

  • 65. Løgmaður um veljarakanningar, innanhýsis ósemjur og politisku raðfestingarnar

    01. september 2025

    Javnaðarflokkurin fær fimm tinglimir til næsta val. Tað siga í øllum førum veljarakanningarnar seinastu mánaðirnar. Aksel V. Johannesen er gestur í hesum partinum av Klubb33. Evnini eru politisku raðfestingarnar seinastu trý árini, ymisku signalini frá ymiskum umboðum í Javnaðarflokkinum og framtíðin hjá flokkinum. 

  • 64. Beinir Johannesen: Kortanei til uppboðssølu, ja til privata sølu

    18. august 2025

    Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur, at sølan av Jupiter var í lagi, tí soleiðis virkar skipanin við umsetiligum rættindum, sigur hann. Hann stendur við orðingina í fiskivinnulóggávuni, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks, men uppboðssøla av rættindunum kemur ikki upp á tal aftur, um tað stendur til Fólkaflokkin, og hann heldur tilfeingisgjøldini vera ríkiliga høg.

  • 63. Eru allar hugsanir um uppboðssølu bara sleptar? Høgni Hoydal og Hans Jacob Thomsen eru í studio

    11. august 2025

    “Onkrir einstaklingar, men ongin heilur flokkur arbeiðir av fullum huga fyri Føroya fólk, tá tað snýr seg um rættindi og ríkidømi, sum vit siga okkum eiga í felag.” Tað sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, í grein á Frihedsbrevet í dag, í kjalarvørrinum á, at Jupiter við kvotum bleiv seldur fyri 271 milliónir krónur. Vit hava fingið tveir av hesum einstaklingunum í studio fyri millum annað at kjakast um, hvørt vit yvirhøvur kunnu vænta okkum eina rættvísari skipan.

  • 62. Ingilín og Jenis um Ísrael og Gasa

    05. august 2025

    Er tað rætt av Føroyum at hava sendifólk í Ísrael? Hvør hevur skyldina av ræðuleikunum í Gasa? Eiga Føroyar at viðurkenna Palestina?  Tað er nakað av tí, sum Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, kjakast um.

  • 61. Bárður Nielsen: Ríkisfelagsskapurin forðar ikki fyri uttanríkispolitiskum heimildum

    07. july 2025

    Formaðurin í Sambandsflokkinum undrast á argumentini hjá teimum fimm flokkunum, sum hava gjørt semju um at fara undir eina tilgongd at skipa Føroyar sum eina sjálvstøðuga, suverena tjóð. Tað er ikki neyðugt at fara úr ríkisfelagsskapinum fyri at fáa uttanríkispolitisku heimildirnar, sum tørvur er á í Føroyum, sigur hann, og vísir á uppskotið Nýtt Samband, sum Sambandsflokkurin legði fram fyri einum lítlum ári síðan.

  • 60. Løbið er koyrt innan fyri grundlógina

    02. july 2025

    Magni Arge, fyrrverandi fólkatings- og løgtingslimur fyri Tjóðveldi, heldur ikki, at nakað er at ivast í, eftir at hava hoyrt forfólkini í samgonguflokkunum greiða frá semjuni um at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð í Klubb33 í Frihedsbrevet 19. juni og síðan sæð formenninar í Fólkaflokkinum og Miðflokkinum greiða frá tí sama í greinum í Frihedsbrevet 21. juni : "Løbið er koyrt innan fyri grundlógina", sigur hann.  

  • 59. Samgonguleiðararnir siga frá loysingartilgongd

    19. june 2025

    Føroyska stjórnin hevur handað donsku stjórnini síni ynski um, hvussu tilgongdin at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land skal vera. Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum seta orð á føroysku ætlarnirnar. 

  • 58. Hvat hendi, tá Suðuroyartunnilin skuldi samtykkjast?

    20. may 2025

    Hvat hendi, tá uppskotini um at hækka pensjónsaldurin og Suðuroyartunnilin skuldu samtykkjast í løgtinginum, men bæði málini endaðu við at verða "sparkað út til horna"? Hvat eru samgongulimir ósamdir um, og hvat fer nú at henda? Tað kjakast journalistarnir Barbara Holm, Ingolf Olsen og Høgni í Jákupsstovu um. Vertur: Jan Lamhauge.

  • 57. Súsanna Bertholdsen um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum

    25. march 2025

    Landsstýriskvinnan í Heilsumálum luttekur í hesum partinum, og evnið er sexchikanu málini á Landssjúkrahúsinum, sum eru komin undan kavi seinastu vikurnar. 

  • 56. Eiga kommunur at kunna krevja gjald fyri tóm hús?

    12. march 2025

    Eiga kommunur at kunna krevja eitt tænastugjald fyri hús, sum ongin býr í? Ella er talan um eitt slag av duldum ognarskatti? Tað kjakast Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Bjarni Kárason Petersen um.

  • 55. Sexchikana, javnstøða og týdningurin av at tala at

    05. march 2025

    Tvær royndar kvinnur úr Tjóðveldi og Sambandsflokkinum hittast hesa ferð at tosa um javnstøðustríðið 2025, um nýggjastu søgurnar um sexchikanu, og um týdningin av, at kvinnur tala at. Bjørt Samuelsen og Eyðdis Hartmann Niclasen eru gestir. 

  • 54. Er ríkisfelagsskapurin styrktur ella deyður?

    15. january 2025

    Donald Trump vil hava Grønland at vera ein part av USA, og hevur hann harvið sett ríkisfelagsskapin á breddan kring allan heimin. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi kjakast um ríkisfelagsskapin.   

  • 53. Kommunalpolitisk rundferð upp undir valið

    10. november 2024

    Vit taka pulsin kring landið, nú tað av álvara stundar til kommunuvalið. Vit tosa í hesum partinum við politiskar viðmerkjarar í Vági, Tvøroyri, Havn, Vestmanna, í Vága kommunu, Sunda kommunu, Eystur kommunu, Runavík og Klaksvík. 

  • 52. Elsa Berg og Tróndur Sigurðsson um fleiri stórpolitisk mál í Havn

    07. november 2024

    Tað er kommunuval fyri framman og í hesum partinum av Klubb33, hittast Tróndur Sigurðsson og Elsa Berg til eitt kjak um byggjaríð í kommununi og atfinningarnar rundanum fleiri stórar verkætlanir. Tey tosa um alment útboð og mangul upp á sama, og tey tosa um, hvussu nógv náttúruatlit skal fylla, tá ið nýbyggjarí skal í gongd. Og so tosa tey um politisku støðuna hjá teimum báðum. 

  • 51. Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen kjakast um framtíðina í Tjóðveldi

    01. november 2024

    Tær eru báðar í uppskotið til at vera næsta forkvinnan í Tjóðveldi. Kjakið er tikið upp 1. november, sum er dagin fyri, at ein teirra verður vald at stjórna Tjóðveldi eftir Høgna Hoydal. Tær tosa m.a. um Ingilín-málið og orrustuna í Tjóðveldi í hesum sambandi, um vánaligu veljarakanningarnar og um stríðsvalið, sum fleiri halda kann skaða flokkin. 

  • 50. Tríggir fyrrverandi floksformenn um stríðsvalið í Tjóðveldi

    30. october 2024

    Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen, fyrrverandi formaður í Framsókn og Jørgen Niclasen, fyrrverandi formaður í Fólkaflokkinum hittast í hesum partinum av Klubb33 at m.a. kjakast um stríðsvalið um forkvinnusessin í Tjóðveldi. 

  • 49. Hvør er Føroya (kanska) komandi løgmaður?

    26. september 2024

    30 prosent av teimum spurdu í tí seinastu Spyr-kanningini halda, at Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, er besta boðið uppá ein løgmann. Men hvør er Beinir Johannesen í grundini, og hvørjum politikki stendur hann fyri? Vertur: Jan Lamhauge

  • 48. Málið um Andrew í løgtinginum

    19. september 2024

    Málið um 15 ára gamla Andrew, sum í næstum skal sendast til Danmarkar at búgva á donskum stovni, og tað ímóti sínum vilja, var í dag 19. september 2024 til viðgerðar í løgtinginum. Andrew sjálvur var í løgtinginum og lýddi á, og Frihedsbrevet var eisini við. 

  • 47. Útlendsk arbeiðsmegi, revsiváttanir og rasisma

    15. august 2024

    Tað er brádliga breið politisk semja um, at tað er neyðugt at krevja revsiváttanir frá útlendingum, sum ætla sær til Føroya at arbeiða. Er tað ein panikkreaktión í kjalavørrinum av nøkrum einstøkum søgum, er tað rætt at krevja revsiváttanir, skulu onnur átøk gerast, og hvørjir vandar fyri fremmanda fíggindaskapi eru, tá ið kjakið um útlendingaøkið tekur seg upp. Tað kjakast tingfólkini Hervør Pálsdóttir fyri Tjóðveldi og Beinir Johannesen fyri Fólkaflokkin, og landsstýrismaðurin á økinum, Bjarni Kárason Petersen um. 

  • 46. Nýtt Samband - ríkisrættarliga støðan frameftir

    31. july 2024

    Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fram um eina nýskipan av ríkisfelagsskapinum, har Føroyar skulu gerast eitt "sjálvstýrandi land í ríkinum". "Eitt kærkomið stig á leiðini", heldur Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, men ikki nær námind nóg mikið. "Ríkisfelagsskapurin má fylgja við tíðini", heldur Bárður á Steig Nielsen. Teir báðir kjakast um ríkisrættarligu støðuna. 

  • 45. Um Valdið aftanfyri valdið

    15. may 2024

    Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, kjakast um nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í dokumentarunum "Valdið aftanfyri valdið": Føroyar hava nógv tær størstu kvoturnar í Evropa í mun til íbúgvar. Kemur hetta ovurstóra ríkidømi øllum eins nógv til góðar? Er tað ein trupulleiki, um fýra fyritøkur fara at eiga ein stóran part av føroyska vinnulívinum? Ger løgreglan sítt arbeiði til lítar? Vertur: Jan Lamhauge  

  • 44. Frihedsbrevet Live: Forfólkakjak í Oy

    11. may 2024

    Aftaná sýningina í Oy av dokumentarfilminum "Valdið aftanfyri valdið", sum Frihedsbrevet hevur gjørt, var forfólkakjak millum forfólkini í Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn. Millum annað varð tosað um løgregluna í Føroyum, og um forfólkini høvdu álit á arbeiðið, sum løgreglan ger, ella í summum førum, ikki ger. Eisini varð tosað um, hvussu forfólkini uppliva trýst frá vinnuni og hvar markið gongur millum lobbyismu og beinleiðis trýst.

  • 43. Liljan, Helgi og Sólvit um KvF

    04. april 2024

    Fyri hálvum ári síðani segði KvF 11 fólkum úr starvi. Men enn hevur løgtingið einki gjørt við støðuna í KvF - hóast tað sita fleiri journalistar í løgtinginum enn nakrantíð fyrr. Harímillum Liljan Weihe úr Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Sólvit Nolsø úr Framsókn. Tey trý kjakast um KvF og føroyskar fjølmiðlar sum heild. Vertur: Jan Lamhauge  

  • 42. Breið politisk semja um alivinnuna - ein reportaga

    26. march 2024

    Klubb33 fer hesaferð á tíðindafund í Tinganesi, har Sambandsflokkurin og samgonguflokkarnir saman boðað frá politiskari langtíðarsemju fyri alivinnuna og hvussu nógv hendan skal rinda í landskassan. "Hetta er ein søgulig hending", siga flokkarnir. Innihaldið í uppskotinum er eisini til viðgerðar í hesum partinum. 

  • 41. Abort á politisku vágskálina - ein reportaga

    22. march 2023

    Klubb33 tekur hesaferð pulsin í løgtinginum, nú uppskotið um at broyta fosturtøkulógina hevur verið til 1. viðgerð í løgtinginum. Felagsskapir fyri og ímóti lógaruppskotinum møtti í tinginum í dag. Hoyr reportagu í hesum partinum. 

  • 40. Umstríddi túrurin til New York

    21. march 2024

    Týdningarmikil upplýsing ella tekin um vantandi innlit?  Nógv østu seg um, at tingkvinnur vóru á javnstøðuráðstevnu í New York í farnu viku. Men hvat kom burturúr túrinum, og hví østu summi seg so nógv? Tað kjakast Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum og Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum um.    

  • 39. Reportaga: Bóndir gera innrás í løgtingi

    19. march 2024

    Klubb33 hesaferð tekur pulsin í løgtinginum, nú yvir 30 traktorar eru samlaðir í mótmælisátakið í Havn, uttanfyri løgtingið og síðani inni í løgtinginum til 1. viðgerð av uppskotinum um burðadygga ferðavinnu - vanliga rópt málið um gongd í haga. Frihedsbrevet er til staðar í tinginum og tosar í hesum partinum við bóndir, hagafelagið og fleiri politikarar. 

  • 38. Bóndin og landsstýrismaðurin um stríðið um ferðavinnuna

    13. march 2024

    Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum, kjakast um umstrídda uppskotið um burðardygga ferðavinnu, sum skal skipað gongd í haga. Vertur: Jan Lamhauge

  • 37. Løgmaður um, hvussu hann fær rættað kósina

    01. february 2024

    Hvussu ætlar løgmaður at fáa undirtøku millum veljararnar aftur, og hvørji eru tey stóru málini, sum samgongan ætlar sær at avgreiða restina av tingsetuni? Aksel V. Johannesen, løgmaður, er gestur hjá Jan Lamhauge.

  • 36. Frihedsbrevet Live í Blábar: Russland

    16. november 2023

    Frihedsbrevet beinleiðis í Blábar. Politisku forfólkini vóru mikukvøldið 15. november savnað til pallborðsfund í Blábar í Havn um nøkur av evnunum, sum gera støðuna hjá sitandi samgongu sera trupla. Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum skifta í hesum seinna partinum av kvøldinum orð um Russland, føroyska samstarvið og samhandilin har

  • 35. Frihedsbrevet Live í Blábar: Bakkafrost

    16. november 2023

    Frihedsbrevet beinleiðis í Blábar. Politisku forfólkini vóru mikukvøldið 15. november savnað til pallborðsfund í Blábar í Havn um nøkur av evnunum, sum gera støðuna hjá sitandi samgongu sera trupla. Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Ruth Vang úr Framsókn og Jenis av Rana úr Miðflokkinum skifta í hesum fyrra partinum av kvøldinum orð um Bakkafrost og støðuna kring alifyritøkuna, sum herfyri segði 140 fólkum úr starvi.

  • 34. Ruth og Beinir um skatt, serskipanir og sjómenn

    14. november 2023

    Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, kjakast um skattaumleggingina. Vertur: Jan Lamhauge  

  • 33. Høgni og Magnus um Bakkafrost-uppsøgnir

    09. november 2023

    Hevur Høgni Hoydal skyldina av, at 140 stavsfólk blivu uppsøgd á Bakkafrosti í gjár? Renna summir politikarar ørindir fyri privat áhugamál? Hvussu skal gjaldið hjá alivinnuni ásetast? Tað kjakast Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, og Magnus Ramussen, fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum, um. Vertur er Jan Lamhauge.

  • 32. Sjúrður og Tobbi um Russland og oligarkar

    23. october 2023

    Fara Føroyar at hava fiskiveiðiavtalu við Russland í 2024, og hvat hevur tað at siga fyri búskapin, trygdina og moralin í samfelagnum?  Tað kjakast Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen um. Vertur: Jan Lamhauge     

  • 31. Jørgen Niclasen og Karlot Hergeirsson um rúsdrekkalógina

    18. october 2023

    Skulu vit halda rimmarfast í einkarsøluni av rúsdrekka ella skulu vit loyva fleiri støðum at selja sterkari løgir? Tað er spurningurin, sum varð viðgjørdur í løgtinginum við 2. viðgerð í gjár, 17. oktober, tá ið ein meiriluti atkvøddi fyri eitt nú at loyva rúsdrekkaframleiðarum at selja sterkari løgir í sambandi við rundferðir hjá framleiðarunum. Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin og Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, og báðir limir í løgtingsins vinnunevnd, kjakast um rúsdrekkalógina. Vertur: Barbara Holm 

  • 30. Árni og Uni um boðini frá Regini Jacobsen

    21. september 2023

    Árni Skaale úr Fólkaflokkinum og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkurin kjakst um útsagnirnar hjá Regini Jacobsen, stjóra í Bakkafrosti, sum hevur sagt, at 300-400 fólk kunna missa starv av nýggju tøkugjøldunum. Vertur: Jan Lamhauge   

  • 29. Jenis um bisp og abort

    13. september 2023

    "Bispur er farin á glið", sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum sigur seg fáa ilt í hjarta, tá hann hoyrir Bisp siga, at kvinnur eiga sjálvar at taka avgerðina um abort. Vertur: Jan Lamhauge.

  • 28. Anna Falkenberg og Annika Olsen tosa um verjupolitikk (og Høgna Hoydal)

    06. september 2023

    Anna Falkenberg hevur seinastu vikurnar funnist harðliga at avrikinum hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum, meðan Annika Olsen hevur funnist harðliga at avrikunum hjá føroysku fólkatingsumboðunum. Anna Falkenberg og Annika Olsen eru gestir í Klubb33.  Vertur: Jan Lamhauge. 

  • 27. Høgni Hoydal um støðuna í Tjóðveldi

    14. august 2023

    Aðalstjórnarforkvinnan í Tjóðveldi hevur funnist at revsitiltøkunum, sum Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, hevur gjøgnumført sum landsstýrismaður í uttanríkismálum. Tað er evnið fyri Klubb 33 hesaferð. 

  • 26. Sirið Stenberg og Jenis av Rana kjakast um Norðurlandahúsið

    03. august 2023

    Miðflokkurin ætlar at yvirtaka Norðurlandahúsið, tí húsið er ein "trojanskur hestur" í føroyska samfelagnum. Landsstýriskvinnan í mentamálum er ikki samd.  Í hesum partinum av Klubb 33 kjakast Sirið Stenberg og Jenis av Rana um Norðurlandahúsið.  Vertur: Jan Lamhauge.

  • 25. Aksel V. Johannesen um endan á ríkisfelagskapinum, abort og tøl á Viðareiði

    26. july 2023

    Gestur hesa ferð er Aksel. V. Johannesen, løgmaður. Tað verður tosað um, hvat skal avgreiðast í komandi tingsetu, Russland og møguliga endan á ríkisfelagsskapinum. Vertur: Jan Lamhauge

  • 24. Høgni Hoydal um Føroyar og heimin

    30. june 2023

    Gestur hesa ferð er Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og verður tosað um nýggju verjusemjuna, har Føroyar skula taka lut á átøkum hjá sameindum og NATO. Vertur: Jan Lamhauge

  • 23. Bjarni og Bárður um abort

    20. june 2023

    Bjarni K. Petersen úr Framsókn og Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum kjakast um abort. Vertur: Jan Lamhauge.

  • 22. Jørgen og Eirikur um nógvar hattar, búðskaparráðið og landsbankan

    15. june 2023

    Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum kjakast um mongu hattarnar hjá formanninum í búðskaparráðnum.

  • 21. O, Móðurlandið og loysing/samband í 2023

    31. may 2023

    Bjørt Samuelsen, tingforkvinna fyri Tjóðveldi og Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, skifta orð um loysing/samband, um týdningin av ríkisveitingini í dag, um uttanríkispolitisku støðu Føroya og mangt annað, sum nemur við ríkisrættarligu støðu Føroya og høvuðsevnið, sum sendingin O, Móðurlandið tók upp í seks pørtum. 

  • 20. Uni og Sólvit um trýstið á politisku skipanina

    25. may 2023

    Uni Holm Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn skifta orð um trýstið, sum tingfólk koma undir, tá ið stórar fyritøkur eru til umrøðu í løgtinginum. 

  • 19. Løgtingsmenn, løgtingskvinnur og løgtingsfólk

    16. may 2023

    Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðlaflokkinum skifta orð um løgtingsmenn, løgtingskvinnur og løgtingsfólk. Vertur er Jan Lamhauge.

  • 18. Elsebeth og Erling um gávuna til Klaksvíkar sjúkrahús

    10. may 2023

    Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Erling Eidesgaard kjakast um MR-skannaran, sum vinnulívsmenn í Eysturoynni og Norðoyggjum vilja geva Klaksvíkar sjúkrahúsi. Vertur: Jan Lamhauge  

  • 17. Skaale og Skaale um Exit Russland

    03. may 2023

    Árni Skaale úr Fólkaflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum kjakast um frágreiðingina Exit Russland?, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingið júst hevur givið út.  

  • 16. Aksel og Beinir: 100 dagar við CEF

    05. april 2023

    Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, kjakast um fyrstu 100 dagarnar hjá CEF-samgonguni. 

  • 15. Helgi Abrahamsen og Eirikur í Jákupsstovu um O, Móðurlandið

    29. march 2023

    Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi kjakast um fyrstu partarnar í sjónvarpssendirøðini "O, Móðurlandið" hjá KvF.

  • 14. Steffan Klein Poulsen um abort og neyðtøka

    22. march 2023

    Vit tosa við Steffan Klein Poulsen um abort í breiðari merking, og við atliti til, tá ið kvinnur gerast vit barn orsaka av neyðtøku. Tí 8. mars var kjak í sendingini Breddin hjá Kringvarpinum, har miðflokkatingmaðurin segði, at hann helt ikki neyðtøka var ein orsøk til at geva undantak til abort. Vertur er Barbara Holm.

  • 13. Margit Stórá um screeningar av føroyingum

    13. march 2023

    Vit tosa við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um, hvat hon heldur eigur at gerast fyri at fyribyrgja, at børn verða fødd við deyðiligum, arvaligum sjúkum.  Lagt til rættis: Jan Lamhauge.  

  • 12. Annika Olsen um kvinnudagin, slatur og ikki-Fólkaflokkurin

    08. march 2023

    Gestur hesa ferð er Annika Olsen, sum bleiv kosin Ársins Brita fyri júst einum ári síðani, á kvinnudegnum í 2022. Vit tosa um javnstøðu, mannfólkaklubbar og um bókina, sum Annika Olsen fer at skriva.  Vertur: Jan Lamhauge 

  • 11. Helgi Abrahamsen og Erling Eidesgaard og blokkurin

    22. february 2023

    Er ríkisveitingin gagnlig ella skaðilig fyri føroyska samfelagið?  Tað kjakast Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi um í hesum partinum av Klubb 33.  Vertur: Jan Lamhauge.

  • 10. Eirikur og Steffan um LGBT+ og felagsskapir á fíggjarlógini

    15. february 2023

    Gestir hesaferð eru Eirikur í Jákupsstovu og Steffan Klein Poulsen, tingmenn og fíggjarnevndarlimir. Vit skifta orð um LGBT+ og felagsskapir á fíggjarlógini. Vertur: Barbara Holm

  • 9. Beinir Johannesen og Sjúrður Skaale um Barentshavið

    09. february 2023

    Hvussu skal verða við fiskiveiðiavtaluni við Russland í 2024? Tað kjakast Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, og Sjúrður Skaale, fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin, um í hesum partinum. Vertur: Jan Lamhauge. 

  • 8. Sámal Petur í Grund og flokkurin, sum ikki er til

    01. february 2023

    Gestur hesa ferð er Sámal Petur í Grund, formaður í einum flokki, sum í løtuni ikki rættiliga er til. Vit tosa eitt nú um vónbrotið valkvøldið, framtíðina og Kristin Michelsen.   Vertur: Jan Lamhauge.

  • 7. Eirikur í Jákupsstovu um fiskiveiðuavtaluna við Russland

    25. january 2023

    Eirikur í Jákupsstovu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, er gestur í Klubb33, har vit hesu ferð tosa m.a. um at vera tjóðveldispolitikari í Klaksvík og um fiskiveiðiavtaluna við Russland.  Jan Lamhauge er vertur.

  • 6. Magnus Rasmussen um FAS, korona og býtið av nevndarsessum

    18. january 2023

    Magnus Rasmussen, limur í fíggjarnevndini í Løgtinginum og fyrrverandi landsstýrismaður í Vinnumálum, er gestur í Klubb33. Vit tosa um FAS skipanina, reflektera um koronatíðina og tosa um býtið av nevndarsessum í tinginum hjá Sambandsflokkinum. Barbara Holm er vertur

  • 5. Ruth Vang um at brúka seg, vakmyndatól og Suðuroyartunnilin

    11. january 2023

    Ruth Vang, forkvinna í Framsókn og landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er gestur í Klubb 33 hesa ferð. Vit tosa eitt nú um at brúka seg, vakmyndatól og Suðuroyartunnil. Vertur: Jan Lamhauge  

  • 4. Jenis av Rana um Bill Justinussen, Ársins tosk og imamar

    04. january 2023

    Gestur hesa ferð er Jenis av Rana. Vit tosa eitt nú um Bill Justinussen, "Ársins tosk" og imamar.   Vertur: Jan Lamhauge.

  • 3. Høgni Hoydal um Dennis Holm, fútan og Klaksvíkssyndromið

    28. december 2022

    Í hesum partinum tosa vit við Høgna Hoydal um eitt nú Dennis Holm, fútan og Klaksvíkssyndromið. Vertur: Jan Lamhauge.

  • 2. Klubb33 #2

    22. december 2022

    Í hesum partinum tosa vit við Aksel V. Johannesen, nýsettan løgmann. Vit royna at finna út av, um nýggja CEF-samgongan vil tað sama nú, innan serliga fiskivinnu- og uttanríkismál, sum somu flokkar vildu, tá teir sótu í andstøðu?  Vertur: Jan Lamhauge.

  • 1. Beinir Johannesen um ikki at sleppa upp í part

    14. december 2022

    Klubb33 er okkara fasta poddvarp um politikk. Bara politikk. Í fyrsta partinum tosa vit við Beinir Johannesen, formann fyri Fólkaflokkin, sum ikki slapp uppí, tá aðrir flokkar fóru at samráðast um eina møguliga samgongu.  Vertur: Barbara Holm.