Sesong 1
-
10. Hvussu bangin skula vit vera?
24. september 2025
Tað minti um 9/11, segði Jóhan í Niðristovu, flogskipari hjá Atlantsflog, við Dag og viku, um hendingina, tá Atlantsflog ikki kundi lenda í Kastrup mánakvøldið, tí fremmandar dronur flugu yvir vøllinum. Men hvussu vandamikil er støðan í heiminum júst nú, og hvat skula Føroyar gera við tað? Tað umrøða Høgni Hoydal, Jenis av Rana og Jørgen Niclasen, sum allir eru fyrrverandi landsstýrismenn í uttanríkismálum.
-
9. Einki er sum ein felags fíggindi
02. september 2025
Í hesum partinum av Heimsins nalva venda vit eyguni eystureftir – til Tianjin í Kina har Shanghai Cooperation Organization, SCO, hevði toppfund tann 1. september. Her hittust millum annað teir tríggir sterku menninir Putin, Xi og Modi, úr Russlandi, Kina og India – og myndirnar av teimum mintu um vinmenn, sum ikki høvdu sæst í langa tíð, tá ið teir hittust og hálsfevndust. Hvat merkir tað fyri valdsjavnvágina í heiminum, tá India og Kina, sum tilsamans umboða næstan 40% av heimsins fólki, byrja at spæla meira saman – og Russland stendur saman við teimum? Vit fara eisini at venda, hvussu amerikanski tollpolitikkurin hjá Donaldi Trump hevur verið við til at trýsta India nærri Kina, og hvat tað kann merkja fyri stórpolitiska samspælið. Og vit spyrja bart út: er Vesturheimurin við at missa tamarhaldið, meðan ein multipolar skipan ressast beint frammanfyri eygunum á okkum? Pallborðið hesa ferð er mannað av Tór Marna Weihe, phd-lesandi og serfrøðingi í russiskum viðurskiftum, og Sjúrði Zachariassyni, búskaparfrøðingi og námslektara í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum.
-
8. Hvat ólukkan hendir í ríkisfelagskapinum beint nú?
28. august 2025
Í hesum partinum av Heimsins nalva fara vit undir húðina á ríkisfelagnum. Vit byrja í Grønlandi, har DR hevur avdúkað amerikanska íblanding og ávirkan – og seta tað í samband við ta undrunarverdu timingina av, at Mette Frederiksen júst nú kemur við eini umbering fyri sokallaða snirilsmálið. Hvat hendir veruliga í ríkisfelagnum beint nú? Hví hevur retorikkurin úr Keypmannahavn um loysing og sjálvsavgerðarrætt flutt seg frá “hjælp-til-selvhjælp for Færøerne”, undir Poul Nyrup Rasmussen um aldarsskiftið – til, at Mette Frederiksen í 2023 tosaði um trý lond á jøvnum føti? Vit leita eisini aftur í tíðina og hyggja at amerikanskum royndum at keypa Grønland, frá Andrew Johnson í 1860’unum, til Truman, ið bjóðaði Danmark 100 milliónir dollarar í gulli í 1946 og fram til Trump í 2019. Spurningurin er: Er Trump faktist ein undercover loysinger agentur? Panelið hesa ferð er mannað av Marjuni Hanusardóttur, fyrrverandi løgmanstjóra við 25 ára royndum í starvinum, Jens Arna Leo Hammerfoss, søgurfrøðingi og heimspekingi, og Barbaru Gaardlykke Apol, fyrrverandi fólkatingslimi og búskaparfrøðingi.
-
7. Friðarsamráðingar ella stórpolitiskt reality-show?
21. august 2025
Í hesum parti av Heimsins nalva tosa vit um kósina í næstu fasuni av Ukraina-krígnum. Vit byrja í Anchorage, Alaska, 15. august, har Donald Trump og Vladimir Putin hittust á Joint Base Elmendorf–Richardson. Fundurin endaði uttan semju, men við nýggjum strikum á politiska vígvøllinum. Nakrar dagar seinni, 18. august, savnaðust Volodymyr Zelensky og fleiri evropeiskir leiðarar í Hvíta Húsinum til samráðingar við Trump, har amerikanski forsetin segði, at USA kann hjálpa Evropa at tryggja Ukraina sum part av eini semju. Ein boðskapur, Zelensky tók sum eitt "sterkan signal“. Men hvat liggur í hesum og hvat vilja evropeisku stjórnarleiðararnir góðtaka? Verður talan um eina "NATO-líknandi“ trygdartrygging, tó uttan NATO, og hvør situr við veruliga avgerðarættinum? Moskva, Washington ella evropeisku stjórnarleiðarirnir? Og vit spyrja beinleiðis: Er friðarvindeygað veruliga gloppað aftaná Alaska og Hvíta Húsið ella er talan bert um eitt stórpolitiskt reality-show? Panelið hesa ferð er mannað av Tór Marna Weihe, phd lesandi og serkønum í russiskum viðurskiftum, og Regini Berg, stjórnmálafrøðingi og mastara í lóg.
-
6. Epstein, Trump og Putin – vald og skuggar ella eitt vendipunkt
13. august 2025
Í hesum parti av Heimsins nalva fara vit beint inn í hjartað á trimum av teimum mest umrøddu evnunum í USA júst nú. Vit loysa frá landi við Epstein-listanum — hvat vita vit við vissu, hvat er bert gitingar, og hvørjar avleiðingar kann tað hava fyri Trump, nú baklandið brádliga finst hvassliga at honum? Vit taka eisini pulsin á tollpolitikkinum hjá Donaldi Trump og tosa um, hvussu hansara strategi kann rista heimsbúskapin, heilt frá smáum framleiðarum til stórfeløg. Og so seta vit kós móti Alaska, har Vladimir Putin og Donald Trump eftir ætlan hittast 15. august — hvat kann hetta merkja fyri krígsgongdina í Ukraina, og er nakar veruligur diplomatiskur gluggi opin? Panelið hesa ferð er mannað av Halli av Rana, stjórnmálafrøðingur og fyrrverandi journalistur í Kringvarpinum, og Sjúrði Zachariasson, búskaparfrøðingur og námslektari í búskaparfrøði.
-
5. Kríggið millum Ísrael, Iran og nú USA
22. june 2025
Hvørjar avleiðingar fær hetta amerikanska álopið fyri Miðeystri? Og er heimurin nú enn einaferð á gáttini til stórkríggj? Í hesum partinum av Heimsins nalva skuldu vit tosa um teir dramatisku bardagarnar millum Ísrael og Iran, sum eru farnir frá at vera eitt umboðskríggj til beinleiðis samanbrestir. Men kl. 00.50 føroyska tíð broyttist alt: Donald Trump kunngjørdi, at USA hevði framt loftálop á trý av størstu kjarnorkuverkum í Iran – Fordow, Natanz og Isfahan. Gestir í hesum partinum av Heimsins nalva eru Tommy Petersen, løgfrøðingur og fyrrverandi ráðgevi hjá DANIDA, sum hevur drúgvar royndir úr Palestina, Irak, Nepal og Egyptalandi, og Hans Andrias Sølvará, Phd. og professari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya.
-
4. Fríhandil, fiskur og sanktiónir móti Russlandi
23. october 2024
Hvørja ávirkan hava sanktiónir móti Russlandi havt á føroyska búskapin og vinnuna? Við vaksandi búskaparligum og politiskum trupulleikum í Russlandi, stendur føroyska vinnan so fyri stórum avbjóðingum? Samstundis reisast spurningar um, hvussu væl vestanlondini standa saman í sanktiónunum, og hvørt Føroyar møta trýsti fyri at broyta sín politikk. Føroyar halda fram við fiskiveiðisáttmálum við Russlandi, hóast altjóða sanktiónir. Hvussu rættvísgerst hetta, og hvørjar eru avleiðingarnar fyri okkara vinnu? Í studio eru Sigmundur Ísfeld, ráðgevi úr Uttanríkistænastuni í Tinganesi, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Vertir eru Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge.
-
3. (Eru) Føroyar í Miðeysturskreppuni?
23. october 2024
Hvussu ávirkar støðan í miðeystri oljuprísir, ferðavinna og altjóða handil?Hvørjar eru møguleikarnir og avbjóðingarnar í sambandi við samstarv við Ísrael? Føroyar hava havt handil við Ísrael í fleiri áratíggju, við bæði innflutningi og útflutningi, men hvussu gagnar hetta samstarvið føroyskum vinnuáhugamálum, og eru búskaparligir møguleikar í vanda, um kreppan eskalerar? Hvussu handfer føroyska vinnan møguligt politiskt trýst ella boykottir í sambandi við handil við lond í Miðeystri? Í studio eru Sigmundur Ísfeld, ráðgevi úr Uttanríkistænastuni í Tinganesi, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Vertir eru Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge.
-
2. Ríkisfelagsskapurin, Arktis og ES
21. october 2024
Hvussu ávirka broytingar í ríkisfelagsskapinum Føroyar búskaparliga og vinnuliga? Í nýggjari tíð er áhugin frá donsku stjórnini um eina nýggja skipan í ríkisfelagsskapinum vaksandi, men hvørjar eru avbjóðingarnar og møguleikarnir við hesum, og hvussu kunnu Føroyar tryggja sín egna áhuga? Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroysku vinnuna av broytingunum, sum henda í Arktis? Nýggjar farmaleiðir, møguleikar innan sjóvinnu, orku og ferðavinnu gerast alt meira viðkomandi, meðan kappingin um Arktis millum stórveldini harðnar, og nærveran hjá NATO, økist. Eisini verður tosað um føroysku vinnuna og atgongdina til ES-marknaðin. Hvørjar eru tær størstu forðingarnar, og hvat verður gjørt fyri at loysa hesi viðurskifti, so Føroyar kunnu mennast í einum altjóða kappingarføri? Í studio eru Sigmundur Ísfeld, ráðgevi úr Uttanríkistænastuni í Tinganesi, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Vertir eru Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge.
-
1. Forsetavalið í USA og ávirkan á Føroyar
21. october 2024
Í fyrsta parti av Heimsins nalva tosa vit um, hvussu amerikanska forsetavalið ávirkar Føroyar, og um tað hevði verið betri fyri Føroyar og føroyskt vinnulív, um Trump verður endurvaldur ella um Harris verður forseti? Vit tosa eisini um, hvørja ávirkan hevur amerikanski búskapurin á Føroyar, og hvørja ávirkan hevur nærveran av amerikanskum kavbátum í føroyskum øki á hernaðarligu støðuna og trygdina í Føroyum? Í studio eru Sigmundur Ísfeld, ráðgevi úr Uttanríkistænastuni í Tinganesi, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Vertir eru Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge.