Sesong 1
-
1. Eingin vil eiga tey
23. september 2028
Í fyrsta parti eru vit við einum handverkara til arbeiðis, sum hevur fingið sum uppgávu, at bolta fyri hurðar og vindeygu, so heimleys ikki sleppa inn. Heimleys, sum annars hava ligið manga náttina í bygninginum, sum stendur og tómur og óbrúktur - men hetta er ein trygdarspurningur. Eisini hoyra vit frá einum heimleysum manni, sum sjálvur hevur búð í bygninginum, ið handverkarin nú tryggjar, umframt at vit eisini hoyra frá einari kvinnu, sum er dóttir ein heimleysan mann.
-
2. Pápi mín er heimleysur
01. october 2023
Biologiski pápi Kolbrún í Haraldsstovu er heimleysur. Alt tað Kolbrún minnist, hevur hann verið bundin av rúsdrekka og rúsevnum - og seinastu longu tíðina hevur hann eisini stríðst við heimloysi. Annar partur av røðini Heimleys í høvuðsstaðnum er ein samrøða við Kolbrúna um, hvørjar tankar hon hevur um støðuna, og hvat hon heldur kann gerast.
-
3. Ein samrøða við ein heimleysan
11. march 2024
Henda samrøðan kom upprunaliga út sum ein partur í Frí Mikrofon 22. september 2023 - tá skrivaðu vit soleiðis um samrøðuna: "Talan er um samrøðu við ein heimleysan mann, sum ikki hevur havt nakran bústað í eitt ár. Samrøðan varð gjørd í gjárkvøldið, 21. september, eftir at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í Degi & Viku og tosaði um heimleys í Føroyum, eins og leiðarin á Herberginum, Martin Kúrberg, eisini var tað. Heimleysi maðurin, vit hava tosað við, stendur ikki fram við navni, men vit vita hvør hann er og vit halda eisini, at tú eigur at lurta eftir hesari samrøðuni og soleiðis fáa eitt innlit í, hvussu tað er at vera heimleysur í Føroyum".