Sesong 3
-
5. “Eitt tað truplasta árið í mínum lívi”
26. january 2026
“Eitt tað truplasta árið í mínum lívi”. Soleiðis sigur Lisa um hetta seinasta árið, nú hon framvegis eigur fleiri tíggjutúsundtals krónur til góðar, sum føroyski falsarin lokkaði burturúr henni - og sum hon greiddi frá í øðrum umfari av Gev mær tínar pengar. Vit tosa við hana um hetta, nú tað er eitt ár síðani, at hann lovaði, at hann skuldi flyta henni peningin. Og so hava vit fingið samband við eina keldu á Roskildu Universiteti, sum las og skrivaði uppgávu saman við føroyska falsaranum. Tí eins og á Syddansk Universitet var føroyski falsarin innskrivaður, men fullførdi aldrin útbúgvingina. Hesin floksfelagin á RUC greiðir frá fleiri litríkum søgum um føroyska falsaran, ið vit ikki hava hoyrt áður, umframt at vit eisini hoyra um svikabrøgd, ið næstan eru vorðin hansara vørumerki.
Sesong 1
-
1. Føroyski falsarin gongur nýggjar leiðir
29. december 2025
Vit lyfta lokið fyri nýggjum svikabrøgdum frá føroyska falsaranum, sum er fluttur og er farin undir eina nýggja útbúgving - har hann hevur svikað fleiri teirra, hann lesur saman við. Hetta er fyrsti partur í sesong III av Gev mær tínar pengar, ein prologur, har vit hoyra nakað av tí, nýggja umfari hevur at bjóða.
-
2. Falskar ferðir til Føroya
05. january 2026
Í hesum partinum fylgja vit sporinum hjá føroyska falsaranum, sum er fluttur til Odense og er byrjaður at lesa amerikanske studier á Syddansk Universitet. Og so hitta vit William Jeppesen, sum las saman við honum, vitjaði heima hjá honum og var í býnum saman við honum. Hann keypti eisini eina ferð til Føroya frá honum, eins og 12 onnur í flokkinum gjørdu. Talan var um eitt gott tilboð, eitt sera gott tilboð - sum vísti seg at vera ov gott til at vera satt.
-
3. Próvførsla og journalistútbúgvingin
12. january 2026
Higartil hevur poddvarpsrøðin Gev mær tínar pengar verið bygd upp sum eitt rættarmál. Málið varð lagt fram í fyrsta parti. Síðani hoyrdu vit eitt vitni í øðrum parti - og nú eru vit komin til próvførsluna, parturin har prógvini verða løgd fram. Vit lesa teldupostar og messengersamskifti, umframt at vit fáa svar upp á spurningin, sum mong seta sær: er falsarin veruliga útbúgvin journalistur frá RUC, sum hann hevur fortalt fleiri fólkum.
-
4. Fleiri fólk siga sína søgu
19. january 2026
Í hesum partinum frætta vit frá einari kvinnu, sum keypti eina fótbóltsferð, sum ikki bleiv til nakað. Kvinnan hevur meldað falsaran til løgregluna. Tað sama hevur ein maður, sum helt at hann keypti eina ferð til Føroya og flutti honum 3000 krónur. Bæði gingu tey á Syddansk Universitet saman við føroyska falsaranum - inn til hann ein dagin hvarv sum døgg fyri sól frá degi til dags. Og so fáa vit eina feska dagføring frá fótbóltsferðunum, falsarin seldi til føroyingar á sinni.
-
6. Ein samrøða við falsaran
02. february 2026
Í hesum sætta partinum av Gev mær tínar pengar frætta vit umsíðir frá falsaranum. Tí tá hann ringdi til Rólant Waag Dam tann 29. desember, bandaði Rólant samrøðuna teirra millum. Í samrøðuni endurtekur falsarin ferð eftir ferð, at hann vil gera eina samrøðu. Nakað, sum hann hevur sagt síðani fyrsta umfar av Gev mær tínar pengar, sum kom út í 2022. Hetta er sætti og seinasti partur í triðja umfari av Gev mær tínar pengar.