Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 4. Ein opin og erligur maður

    23. january 2025

    Vit tosa við tvær nýggjar føroyskar kvinnur, sum í tveimum ymiskum tíðarskeiðum eru svikaðar av føroyska falsaranum. Tær kenna ikki hvørja aðra, men teirra upplivingar við manninum eru ógvuliga meinlíkar. Hann er opin og erligur, halda tær. Hann oysir tær undir í rósandi orðum og góðum tonkum - inn til hann hevur fingið tað, hann kom eftir: pengum teirra.

  • 5. Endurnýttar lygnir og 14.000 krónur

    30. january 2025

    Vit hoyra í hesum partinum um, tá falsarin segði seg arbeiða fyri Frihedsbrevet. Vit hoyra um 14.000 krónur, sum ein maður framvegis vantar frá fótbóltsferðunum, sum falsarin segði seg selja á sinni, og so knýta vit nakrar leysar endar og hyggja eftir, hvussu falsarin endurnýtir lygnir, men upp á ymiskar mátar. Hetta er eisini - eftir øllum at døma - seinasti parturin í sesong tvey av Gev mær tínar pengar.

Sesong 2
  • 1. Føroyski falsarin svikar av nýggjum

    08. january 2025

    Fyri tveimum árum síðani gjørdi Frihedsbrevet eina poddvarpsrøð um ein ungan føroying, sum hevði svikað fleiri enn 80 føroyingar fyri omanfyri 350.000 krónur tilsamans. Frammanundan hevði hipphopp-bólkurin RSP gjørt søguna um fiktivu fótbóltsferðirnar landskenda við sanginum Send mær meira pengar. Nú er sami maður, føroyski falsarin, sum vit kallaðu hann, aftur upp á spæl. Hann svikar bæði í Føroyum og í Danmark, men nú er hann meldaður til løgregluna.

  • 2. Skulu vit ikki ferðast saman?

    08. january 2025

    Tvær ungar føroyskar kvinnur møta einum sjarmerandi og virknum manni í einum felagsskapi, tey øll eru partur av. Hóast nýggjur í hópinum, smæðist maðurin ikki burtur og tað gongur ikki long tíð, so skjýtur hann upp, at tey trý skulu fara eina uttanlandsferð saman. Hetta kemur at kosta teimum dýrt.

  • 3. 27.500 krónur fyri eina íspunna íbúð

    15. january 2025

    Ein kvinna í Danmark er í døpurhuga, tí henni manglar eitt stað at búgva. Hon skrivar eini boð á Facebook, og brádliga ger ein ungur føroyingur vart við seg. Hann hevur, sigur hann, eina íbúð á Frederiksberg, sum hon kann leiga. Hon flytir honum depositum, tilsamans 27.500 krónur, men har er eingin íbúð.