Sesong 1
-
1. Føroyski falsarin
03. december 2022
Frihedsbrevet hevur í fleiri mánaðir arbeitt við søguni, sum vísir, at minst 80 føroyingar vórðu snýttir fyri omanfyri 350.000 krónur.
-
2. Ein moralskur spurningur
03. december 2022
Annar partur av Gev mær tínar pengar snýr seg um, hvussu nakrir vinmenn finna útav, at teir eftir øllum at døma eru snýttir og hvussu teir sláa seg saman fyri at finna útav, hvussu alt hongur saman við fótbóltsferðunum, sum teir hildu seg hava keypt.
-
3. 12 minuttir
10. december 2022
Ein fríggjadag seinnapart ringir telefonin hjá Rólanti. Tað er eitt danskt nummar og Rólant verður rættiliga bilsin, tá hann hoyrir, hvør er í hinum endanum. Hetta er triðji partur av Gev mær tínar pengar, eitt poddvarp um, hvussu ein ungur føroyingur snýtti minst 80 fótbóltsáhugaðar føroyingar fyri túsundtals krónur.
-
4. Spælbundni er ikki at spæla við
10. december 2022
Hetta er ein serpartur av Gev mær tínar pengar. Hetta er ein samrøða við Leiv á Lakjuni, sálarviðgera hjá Bláa Krossi um spælbundni. Samrøðan tekur ikki útgangsstøði í málinum, vit annars viðgera í Gev mær tínar pengar. Parturin er ein kunning til teirra, sum vilja vita meira um spælbundni.
-
5. Send mær meira pengar
16. december 2022
Fimti og seinasti partur av Gev mær tínar pengar snýr seg um upphavið til poddvarpið: sangin hjá RSP, sum eitur Send meira pengar. Rappararnir í RSP vóru teir fyrstu, sum fortaldu almennu Føroyum um, hvussu ein falsari hevði snýtt eina rúgvu av fólki fyri túsundtals krónur. Men rappararnir hava ikki viljað tosað um sangin alment. Ikki fyrr enn nú. Ikki fyrr enn Rólant Waag Dam hevði plágað Steingrím Hallsson í tveir mánaðir.