Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 98. Eitt gleðiligt comeback í Frímælt

    14. november 2024

    Jan Vestergaard varð ikki valdur inn í Tórshavnar býráð. Hansara 200 atkvøður rukku ikki til ein býráðssess, men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí nú er sjómaðurin aftur við borðið í Frímælt, har vit hesa ferð venda kommunuvalið og øllum tí, sum har til hoyrir.   Pallborðið hesa ferð er mannað við Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, Niels Una Dam, stjóra í Nudlavirkinum, og Jan Vestergaard, sjómanni á Finni Fríða.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 97. Á herferð við hamara á Oyrasundi

    08. november 2024

    Ein maður gongur runt og brýtur hurðar á Øresundskollegiet á Amager, vit tosa við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, sum býr á Øresundskollegiet, og frætta tað feskasta av flatlondum. Heima í Føroyum er kappingarárið í fótbólti av, og tí venda vit nøkrum søgum úr Fótbóltsføroyum, sum rukku út um fótbóltsvøllin. Vit spyrja eisini, um Leivur Frederiksen gjørdi "ein Oddbjørn", tá hann gjørdi greitt, at nevndin í Posta eftir hansara tykki burdi verið send til hús - og formaðurin í Posta nakrar dagar seinni varð skiftur út.   Frímælt hesa ferð er mannað við Elsu Mariu Magnusardóttir Olsen, samfelagsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, og Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 96. Pure politics í Frímælt

    01. november 2024

    Vit tosa um landspolitikk í Tjóðveldi og nýggju forkvinnuni, sum skal finnast har. Vit tosa um nýggja landsstýrisfólkið, sum Javnaðarflokkurin skal velja. Vit tosa um kommunvalið, sum nærkast fyri hvønn dag, sum gongur, og so tosa vit eisini um amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin.   Altso pure politics í Frímælt, sum hesa ferð er mannað við Sonju Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingi, Hera Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalisti.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 95. Sjúklingahotellið druknar í bíligum brasi frá Alibaba

    25. october 2024

    Undantaksstøða valdar í Frímælt, sum ger sítt besta við at dekka málið um Ingilín D. Strøm og hevur millum annað eina forsøgn, sum vísir seg at halda fult og heilt.    Vit hyggja eisini til Danmarkar, har Sjúklingahotellið í Keypmannahavn er um at drukna í bíligum brasi frá Alibaba, sum føroyingar bíleggja har til, fyri so at fáa avvarandi at taka heim tað til Føroya fyri seg.   Vit nema eisini við tunglyndi, tí ein av dagsins gestum stríðist við hetta, men hevur valt at tosa alment um tað.   Gestir eru Siri Súsunnudóttir Hansen, komandi leiðari í City Tórshavn, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, og Edvin H. Niclasen, lærari og sjónleikari.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 94. Bíbliutýðingar, stjóralønir og ein full føroysk frú í Danmark

    18. october 2024

    Í Frímælt hesa ferð tosa vit um, at Kringvarp Føroya ikki dekkaði útgávutiltakið, tá nýggja týðingin av King James-bíbliuni hjá Sjúrði Højgaard varð løgd fram. Vit tosa um kommunuvalið og minni væleydnaði videobrot, sum ferðast á sosialu miðlunum. Vit tosa um Sólrun Løkke Rasmussen, sum sambært litríku donsku miðlunum hevði í so nógv innanborða, tá kongurin var vertur fyri døgurða herfyri. Vit tosa um Frítt val, sum er í uppskoti at vinna eina javnstøðuvirðisløn í Danmark, og so venda vit eisini fráfaringarlønini hjá Posta-stjóranum.   Bjørt Lind, sálarfrøðingur, sexologur og poddvarpsvertur, Heri Wang Danielsen, lesandi á Fróðskaparsetur Føroya, og Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlafólk, eru gestir í Frímælt.   Rólant Waag Dam er vertur.

  • 93. Heðin Roy ella Logan Mortensen

    11. october 2024

    Samanberingin millum Logan Roy í Succession og Heðin Mortensen í Tórshavnar kommunu verður bara sterkari og sterkari, fyri hvønn dag, vit nærkast kommunuvalinum.   36 síður tykjast at hava vent málinum um Ingilín Strøm á høvdið, tí nú er tað knappliga ikki alt, ið bendir á, landsstýriskvinnan má leggja frá sær, verður koyrd frá ella misálit verður reist. Tað vóru annars einastu møguleikarnir - inn til rúgvusmikla hoyringsskrivið varð handað í vikuni.   Vit fara eisini ein túr í Tórshøll við Mikkel Bjergsø í Mikkeller, vit fara ein túr á Skrapt og ein túr til Íslands, har eitt spælistað fyri og annað eftir letur aftur, tí gistingarhús og hotell skulu byggjast.   Gestir í Frímælt eru Sunneva Háberg Eysturstein, vínnulívsfólk og fyriskipari, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður, og Jan Lamhauge, journalistur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 92. Søgan um fótbóltsparið Sara og René

    04. october 2024

    Í Frímælt í dag tosa  vit um eitt par, fótbóltsparið Sara Samson Lamhauge og René Shaki Joensen, har báðir partar spæla fótbólt, eru á landsliðnum og hava eitt barn. Ein forkunnug og øðrvísi fótbóltssøga, sum snýr seg um (næstan) alt annað enn fótbólt. Vit tosa um kommunukanningina, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarp Føroya, vit tosa um ein nýggjan sang og ymiskt annað við.   Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, sum sambært sær sjálvari er á útivølli í hesum partinum, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet, og Tróndur Arge, journalistur og redaktørur og stovnari á Ellivu.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 91. Til rally hjá Trump og eta livandi hummarar

    27. september 2024

    Frímælt er on fire í dag. Vit tosa við eina kvinnu, sum hevur verið til eitt rally hjá Donald Trump, forsetavalevni í USA. Vit tosa við ein mann, sum hevur etið ein livandi hummara - tað er ikki Pilou Asbæk, tí Pilou setti ikki tennirnar í livandi hummaran hjá Marna Simonsen, men tað hevur ein annar maður gjørt. Honum frætta vit frá. Vit tosa eisini um abortir, tí vit abortera sum ongantíð í Føroyum. Vit tosa eisini um Ingilín Strøm, tí alt bendir á, at hon er verður tað fyrsta landsstýrisfólkið, sum rýkur. Gestir eru Elisa Vang, stjórnmálafrøðingur, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Jan Lamhauge, journalistur.Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 90. Heimsins vánaligasta umbering

    20. september 2024

    Frímælt hevur fleiri forkunnug prát hesa ferð. Vit tosa um ein nýggjan dokumentar, sum er á veg í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um Teresu Ovenberg, ávirkara og realitystjørnu, sum fyri fyrstu ferð tosar alment um, hvat henni við henni og Teiti Skoubo, sum eins og hon var ávirkari og realitystjørna, áðrenn hann varð dømdur fyri harðskap.   Vit tosa eisini um rúsevni, kommunuval og eina elendiga umbering frá Gerhard Lognberg.   Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 89. Springaradráp, murtamyndir og lágt burðartal

    13. september 2024

    Sum so ofta áður koma vit víða um í hesum partinum av Frímælt. Springaradráp, murtamyndir, lágt burðartal, Billbugt, amerikanska forsetavali, J. K. Rowling og alt møguligt annað er á skrá.   Gestir eru Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 88. Frá Naser Khader til Oasis

    06. september 2024

    Frímælt hevur ymisk evni á skránni, nú Naser Khader kemur til Føroya at vitja, Oasis hava funnið saman aftur og føroyskur tónleikur ríður á einum aldukambi.   Tí meðan Naser Khader er óynsktur nógva staðn í Danmark, so seta vit í Føroyum bæði kirkju- og hotellhurðar upp, nú umstríddi maður vitjar. Umstríddir eru teir í Oasis eisini - ikki minst nú teir hava boðað frá, at teir finna saman aftur til nakrar konsertir í 2025. Og nú vit eru við konsertirnar, so stendur føroyskur tónleikur í fagrasta blóma.    Alt hetta verður vent í Frímælt og meira við, har gestirnir eru Laura Apol, listamiðlari í Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Uni Leitisstein Hansen, vertur í Leitisstein og Plátupanelinum í Kringvarpi Føroya.   Rólant Waag Dam er vertur.  

  • 87. Homofobi á fótbóltsvøllinum

    30. august 2024

    Í Frímælt hesa ferð skifta vit orð um eina nógv umrødda hending á einum fótbóltsvølli í Sørvági farna vikuskiftið, tá ein fótbóltsspælari varð vístur av vøllinum fyri homofobiskar útsagnir.   Vit tosa um Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur boðað frá, at hann fer at gevast í politikki, tá hetta valskeiðið er av. Vit venda vakmyndatólunum, sum enn lata bíða eftir sær, og so tosa vit um eina herliga samrøðu, sum Kringvarp Føroya gjørdi við ein misnøgdan borgarstjóra.   Gestir eru Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 86. Succession í Javnaðarflokkinum í Havn

    23. august 2024

    Eitt drama av Hollywoodskum slagi er í umbúna, nú Heðin Mortensen enn ikki hevur tikið avgerð, um hann stillar uppaftur, samstundis sum Elin Heðinsdóttir Mortensen, dóttir Heðin Mortensen, hevur boðað frá, at hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið, treytað av, at pápi hennara, Heðin Mortensen, ikki stillar upp.   Hetta minnir merkiliga nógv um stríðið, sum er millum Logan Roy og Shiv Roy í Netflix-røðini Succession.   Vit hyggja nærri at kommunuvalinum, eftir amerikanska forsetavalinum og vit uppklára, hvat eitt lívdjór er.   Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.

  • 85. Soleiðis livir tú 24 ár longri

    16. august 2024

    Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við uppskriftini upp á eitt longri lív. Vit tosa um ein løgeglumann, sum er dømdur fyri at hava framt blúnisbrot - altso at hava følt uppá - ein kvinnuligan starvsfelaga, og um OY, ið hevur sett vikuskiftini í vetur av til føroyskan tónleik.   Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Mikael Blak, tónleikari, eru gestir.   Rólant Waag Dam er vertur.

  • 84. Í brúdleyp hjá Beini

    09. august 2024

    Vit tosa í dag um eitt brúdleyp, sum var farna vikuskiftið, tí Beinir Johannesen, formaðurin í Fólkaflokkinum, er giftur. Vit tosa um eitt hátíðarhald, sum er í dag, tí ein tann størsta útvarpssuccessin í nýggjari tíð, Gentuvesið, hevur gjørt part nummar 100. Vit hava eisini havt vitjan úr Kroatia, sum vit venda, tí tað vóru vit upp á ongan máta fyrireikað uppá - og so hyggja vit eisini eftir OL, sum veruliga hevur fingið fólk at øsa seg.   Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 83. Vakurleikaviðgerðin hjá Sambandsflokkinum og ólavsøkurøðan

    02. august 2024

    Vit manna borðið við gestum, sum øll hava verið ella eru politiskt virkin - og so venda vit annars tí politiska, sum bæði bjóðar upp á ólavsøkurøðu løgmans, og ein tíðindafund hjá Sambandsflokkinum, sum roynir at endurskapa seg sjálvan.   Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, fyrrverandi løgtingsfólk fyri Javnaðarflokkin, uttanflokkatingfólk, og valevni fyri Tjóðveldi, Heri Wang Danielsen, fyrrverandi valevni fyri Sjálvstýrisflokkin, og Jan Vestergaard, formaður í Havnar Framburðsfelag.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 82. Menstruatiónstíð er tað nýggja agurkutíð

    26. july 2024

    Er tað rímiligt, at Kringvarp Føroya brúkar 11 minuttir í høvuðstíðindasendingunum til manglandi menstruatiónsvørur á Fróðskaparsetur Føroya? Hevur Bjarni Rasmussen eitt serligt samband við bæði Joe Biden og Donald Trump? Kanst tú missa tummilin av at keypa nakrar tablettir av ritalin?    Teir spurningarnir verða viðgjørdir, umframt at G!, Tórsfest, Pride og ólavsøkan eisini eru á skránni í Frímælt hesa ferð.   Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur og samskiftisfólk í Listasavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað og miðlamaður í Televarpinum.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 81. Frímælt á G!

    19. july 2024

    Ein rúgva av fólki leggja leiðina framvið góða borðið, sum Frímælt hevur sett upp omanfyri sandin í Syðrugøtu, nú G! Festivalur er.   Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið, er gestur saman við Theodor Eli Dam Olsen, presti, Rósu Heinesen, skúlastjóra, Mikael Blak, tónleikara, Jón Tyril, fyrrverandi samskipara av G! Festivalinum og nú miðlamaður, Knút Háberg Eysturstein, tónleikara, Heiðrik á Heygum, tónleikara, og Siri Súsonnudóttir Hansen, festivalgesti.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 80. Fullir fótbóltsspælarar á Voxbotn og ongar kvinnur á Tórsfest

    12. july 2024

    Í Frímælt hesa ferð umrøða vit fullu fótbóltsspælararnar, sum vórðu nevndir í sendingini Fótbóltsprát - har tað síðani kom ein almenn umbering út. Men hví kom umberingin? Og var prátið ikki í lagið?   Vit tosa eisini um Tórsfest, sum ikki hevur ein einasta kvinnuligan tónleikara á skránni. Eisini har kom ein umbering, men vit venda hesum kjakinum eisini.   Og so tosa vit um fyribrigdi raw dogging og tað "at keða seg", bæði millum børn og vaksin.   Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og nevndarlimur í Tónleikasambandi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 79. Snús, deyðin og Ólavsøkuframsýningin

    28. june 2024

    Heldur tú, at evnini omanfyri er nakað, sum ikki ganga hond í hond, so fert tú skeiv ella skeivur, tí hesin parturin av Frímælt er eins góður og fjølbroyttur og vanligt. Vit byrja við at ringja til Eivør, sum í hesum døgum hongur á Times Square í New York. Síðani tosa vit um ólavsøkuframsýningina og hvussu hon er sett saman - millum annað eru eingir gamlir, hvítir menn við.  Eftir tað tosa vit um deyðan og jarðarferðir, tí Sigga-Maria hevur júst fylgt.    Vit fylla eisini skuffuna við snúsið fyri seinastu ferð, tí Prima Brun Snus er farið í søguna. Justinus Eidesgaard, sum hevur snúsað í 51 ár, greiðir frá hesum, áðrenn vit runda av við eitt sindur av EM-práti.   Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listafólk, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Høgni Olsen, tænari.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 78. Vit tosa um tilbúgving, murtar og skallutar menn

    21. june 2024

    Eru vit klár til eitt nýtt heimskríggj? Eru líka nógv krøv og ynski til mannligar kroppar sum kvinnuligar? Hvat rokast Andrias Høgenni við? Hetta og so eitt sindur av murtum, hári - ella mangul upp á tað sama - og so áhaldandi romansan millum Iggy Pop og Joe & The Shitboys, er tað, sum fyllir mest í dagsins parti. Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur og lesandi, og Andrias Høgenni, leikstjóri. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 77. Ein hondbóltsstjørna tosar um eitt tabu

    14. june 2024

    Landsliðsleikarin í hondbólti Rói Berg Hansen vitjar Frímælt og fortelur, hvussu hann hevur stríðst við strongd og tunglyndi, men nú er við at koma fyri seg aftur. Tað greiddi hann frá í Blaðnum farna vikuskiftið - og nú fortelur hann somu søgu í Frímælt.   Vit tosa eisini um Voxbotn, sum er endað í eini truplari støðu, tí The Antonelli Orchestra, sum skal spæla á Voxbotn, er endað í einum ódnarveðri í Danmark, tí Claus Antonsen, kapellmeistari í The Antonelli Orchestra, hevur verið sexistiskur og er farin út um mark í bæði orðum og gerðum í sambandi við upptøkurnar til Toppen af poppen á TV2. Men eisini í Føroyum hevur Claus Antonsen uppført seg illa og traðkað fleiri føroyskar tónleikarar á tærnar.   Mads Brügger, Fótbóltsprát og ein søguligur býtúrur hjá einum fyrrverandi føroyskum landsliðsvenjara eru eisini millum evnini í dagsins sending.   Gestir eru Rói Berg Hansen, hondbóltsspælari, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Kristinn Vang, stjórnmálafrøðingur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 76. Eitt verkfalsloyndarmál verður avdúkað

    07. june 2024

    Tríggir av høvuðsaktørunum í verkfallinum hava ein felagsnevnara, sum tey flestu ikki hava givið sær far um. Hvat tað er, verður avdúkað í Frímælt hesa ferð, har vit eisini skifta orð um valið til Evropa ráðið sunnudagin, umframt at vit eisini venda skránni hjá G! Festivalinum, sum kunngjørdi seinastu nøvnini í vikuni.   Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, poddvarpsvertur í Kringvarpi Føroya.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 75. Svarti svanin og eitt sindur av hassji

    31. may 2024

    Stórur partur av Frímælt hesa ferð fer við nýggju dokumentarrøðini á TV 2, Den sorte svane, har Mads Brügger, sum eisini er ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, fortelur eina søgu um brotsverk í øllum samfelagsløgum í Danmark. Alt frá rokkarum í Bandidos til toppadvokatar og trygdarstjórar eru sósaðir saman í hesum heimildarfilmunum, sum er ótrúligir upp á allar mátar.   At KOKS ikki fekk nakrar Michelin-stjørnur er eisini nakað, vit venda í Frímælt hesa ferð, og so hoyra vit eina nemandi søgu um eina unga kvinnu, sum fekk abort sum 16 ára gomul, men sum 20 ár seinni kendi seg noydda at tala at orðaskiftinum í løgtinginum.  Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, sum um dagarnar hevur fortalt hesa søguna í Femina, fortelur hana nú í Frímælt.   Og so byrjar parturin eisini við einum spurningi um hassj.   Gestir í Frímælt eru Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, pedagogur og rithøvundur, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 74. Happar Henrik Old Steffan Klein?

    24. may 2024

    Vit taka saman um tingárið og draga fram nøkur hæddarpunkt og aðrar tematikkir, sum eru verdir at hefta seg við. Vit spyrja eisini, um Henrik Old úr Javnaðarflokkinum happar Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum. Í øllum førum eru fleiri dømi um, har Henrik Old gevur til kennar, at hann ikki orkar fyri Steffani.Vit eru eisini við til seinasta dansin á Skarv, og vit tosa um circle jerk sum eitt politiskt fyribrigdi.Gestir eru Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg, Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna og lesandi á Kongaliga Kunstakademinum, og Danny Baldursson, tónleikari.Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 73. Ein rundur føðingardagur og ein jarðarferð

    17. may 2024

    Føroyavinurin, fjallmaðurin og fyribrigdið Lars Løkke Rasmussen bleiv 60 í vikuni. Saman við fólkatingsliminum Sólbjørg Jacobsen royna vit at koma nærri inn á, hvør føðingardagsbarnið er. Somuleiðis tosa vit um, at bæði Skarv og KOKS lata aftur, at hvørki Hondbóltssamband Føroya ella Visit Faroe Islands duga at telja - og so fara vit eisini at ferðast í egnum landi.   Umframt Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance eru Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, gestir.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 72. John Mayer, veggjakrutl og smákøkur

    10. may 2024

    Er tað herverk, tá veggjakrutl verður málað á løgtingið? Ella er tað aktivisma, sum tænir sínum endamáli? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini hoyra John Mayer skammrósa Teiti, eta smákøkur og tosa um vánaligar matstovuvanar og munin á abort í 12. og 18. viku.   Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og vertur í Súrligum nætrum í Kringavarpi Føroya, Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, og Høgni Olsen, tænari á Møntergade.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 71. Prestur, porno og aðrar søgur

    03. may 2024

    Vit hoyra í Frímælt hesa ferð ein øðrvísi vitnisburð frá einum presti. Vit hoyra um eina rúgvu av tatoveringum. Um litríkar søgur úr nýggju dokumentarunum hjá Frihedsbrevet. Um konsertferðina hjá Eivør í USA og annað gott.   Gestir eru Laura Kathrine Apol, samfelagsfrøðingur, samskiftisfólk og listamiðlari á Listasavni Føroya, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 70. Rúkandi ósamdir gestir um næstan alt

    25. april 2024

    Brotasjógvarnir í annars hugnaligu upptøkuhølunum í Frihedsbrevet vóru øgiligir hesa ferð, men evnini løgdu eisini upp til tað. Tí føroyingar eru ov feitir, men er tað í veruleikanum ein trupulleiki? Eitt mál skal roynast í Føroya rætti, tí at Beinir Joensen millum annað hevur kallað sjónvarpsvertin John Johannesen fyri kynsvilling. Men hvar gongur markið fyri, hvat vit kunnu loyva okkum at siga um onnur? Ella eru vit vorðin ov sært? Og hví eru mannfólk so vánalig at fara til lækna - og hvat kann gerast við tað?   Vit tosa eisini við Jan Restorff, sum hevur ein serligan dag fyri framman, vit flenna hart og bróta av.   Gestir í Frímælt eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Leivur Frederiksen, skúlaleiðari og miðlamaður, og Elisa Vang, samskiftisfólk hjá Føroya Arbeiðarafelag, poddvarpsvertur og skemtari.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 69. Menn tosa um at leita sær hjálp

    19. april 2024

    Frímælt hesa ferð er mannað við fýra monnum, tí høvuðsevnið í partinum er sálarheilsa hjá monnum. Fríði Djurhuus, forsangari í Joe & The Shitboys, hevur skrivað ein sang, sum eitur Please seek help og gjørdi í tí sambandi eitt video, har hann greiddi frá, at hann sjálvur hevur leitað sær professionella hjálp.Vit tosa eisini um lýsingina hjá Nema, sum er eitt spark í skinnabeinið hjá Føroya Tele. Og so spyrja vit, hví Ingmar ikki slapp víðari í fyrsta umfari av Sement, sum var farna vikuskiftið.Umframt Fríða Djurhuus eru Hergeir Staksberg, samskipari í Tórsgøtu og fyriskipari av Sement, og Heri Danielsen, samfelagsfrøðilesandi og partur av Biit, ungdómstoymi Kringvarpsins, gestir í Frímælt.Rólant Waag Dam er vertur.

  • 68. Frímælt hevur valt bestu løgtingslimirnar

    12. april 2024

    Frímælt viðger, hvørjir politikarar hava staðið seg best í løgtinginum hetta valskeiðið, tí Heri Wang Danielsen hevur gjørt eitt yvirlit, har hann kemur við sínum topp-fimm lista. Vit skifta eisini orð um nýggja poddvarpið hjá Frihedsbrevet, Hevur tú hoyrt?, sum er ein samrøða við Amaliu Danielsen, sum nógv hava eina meining um. Umframt tað tosa vit eisini um ríkisrættarligu støðu Føroya og um tey tíggju flóttabørnini, sum eru komin til Føroya uttan foreldur ella fylgjara.Heri Wang Danielsen, samfelagsfrøðilesandi á Fróðskaparsetur Føroya, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, eru gestir.Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 67. Ein spikdessert frá Poul Andrias Ziska

    05. april 2024

    Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS, er við í studio, har hann borðreiðir við eini heilt serligari dessert, sum tey arbeiða við til matarskránna á KOKS í Grønlandi. Hann greiðir eisini frá upplivingunum og avbjóðingunum har, og um hvat hendir við KOKS seinni í ár.   KOKS er ikki einasta serføroyska íkastið til dagsins part, har vit eisini skifta orð um tónleikabólkin Hamferð, sum megnar at spæla tungmálm og vera hámentan um leið - hvussu hongur tað saman, spyrja vit Niels Una Dam.   Og so flyta vit okkum yvir um hav, tí amerikanska sangarinnan Beyonce hevur givið út nýggja útgávu, Cowboy Carter, sum hevur sett dagsskránna kring allan tónleikaheimin, síðani hon kom út. Hví er útgávan so nógv umrødd og hvør er Beyonce - tað greiðir Siri Súsannudóttir Hansen frá.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 66. Skarv, Bjartalíð og Føroya próstur

    28. march 2024

    Hvat hendir hjá mongu útisetunum, nú savningarmiðdepilin, barrin og klekingarmaskinan Skarv letur aftur? Tónleikarin og poddvarpsverturin í Súrligum nætum, Bárður Petersen, sum var á Skarv leygarkvøldið, kemur við eini feskari dagføring.   Jóannes Bjartalíð fortelur norskum miðlum um sín rúsevnistrupulleika, men hvørjar afturmeldingar fær hann sjálvur? Vit ringja til Norra og tosa við høvuðspersónin.    Harumframt venda vit eisini orðalagið í løgtinginum, útmeldingina hjá nýggja próstinum og kendislistin verður dagførdur við trimum persónum.   Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Skúlanum á Velbastað og miðlamaður hjá Televarpinum, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur.   Vertur er Rólant Waag Dam

  • 65. Hesi eru føroysku powerpørini

    22. march 2024

    Tað hevur prutlað undir lokinum leingi, men í dag verður avdúkað, hvørji føroysku powerpørini eru.    Vit venda eisini traktortreffinum á Vaglinum fyrr í vikuni, tá Føroya løgting fór lukta so illa, sum tað ongantíð hevur gjørt fyrr.    Vit venda eisini lógini um abort, sum kemur fyri tingið í dag, fríggjadagin, og bankarnir fáa eisini eina heilsan við á vegnum, nú teir ríka seg upp og presentera eitt stórt yvirskot fyri og annað eftir - eftir skatt væl at merkja.   Gestir eru Bárður Dal Christiasen, arkitekur og listamaður, Bjørt Lind, sálarfrøðingur, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.fo.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 64. Ein ússaligur dómur í rættinum, FMA, Hanus G og Norðlýsið

    15. march 2024

    Hetta er ein av teimum pørtunum av Frímælt, har evnini valla fáa verið meira ymisk enn tað sama. Vit venda FMA, heiðurslønta Hanus G og ein forsmáddan miðil í Norðoyggjum. Somuleiðis spyrja vit, hvussu nógvar fótbóltssendingar kann eitt land hava, sum er so vánaligt til fótbólt sum Føroyar? Í meira álvarsliga endanum venda vit ein dóm í Eystara landsrætti, har ein maður í tríatiárunum hevur fingið hálvtára fongsulsrevsing fyri at vera saman við eini 14 ára gamlari gentu seks ferðir.   Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Mikael Blak, tónleikari, og Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 63. Opið stríð í fólkakirkjuni og nógvar óðar kvinnur

    08. march 2024

    Hví var bispur so óður, tá hann var í útvarpinum og tosaði um eina kæru? Er talan um ein fyrisitingarligan fótfeil ella er kirkjan um at fara í tvívingar? Og hví eru tað so nógv, sum fáa so ilt av, at løgtingskvinnurnar fara til New York? Og høvdu hesar somu kvinnur farið á ráðstevnuna, um hon var í Skåne?   Tað tosa vit um í dagsins parti av Frímælt, har vit eisini tosað um farvælheilsanina, ein venjari fekk frá sínum felagi, eitt karaktermorð, sum er óhoyrt - ella hava vit ikki sæð líknandi dømi í Føroyum?    Vit runda eisini spurningin um abort, Saga JAM hjá Høgna Mohr, sum hevur fingið eina virðisløn, og tónleikatiltakið FMA, sum verður um vikuskiftið.   Gestir eru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, skemtari og aktivistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 62. Málið um Johan Dahl og vrøvlandi løgtingsfólk

    01. march 2024

    Vit venda nógv umrøddu søguna um Johan Dahl, sum verður lagdur undir at hava gjørt eina kvinnu við barn - eitt mál, sum er meldað til løgregluna. Vit tosa um, at Frímælt er tikið upp á tingsins røðarapalli og spurningur settur út frá tí.   Vit venda eisini The Greatest Night in Pop á Netflix, um løgtingsfólk, sum bara vrøvla og nerta við listan við powerpørum.   Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Leivur Frederiksen, fyrstilærari á Velbastað, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 61. Frá Janusi Wiberg til Clement Kjersgaard

    23. february 2024

    Nógv umrøddi kendislistin hjá Frímælt verður endurskoðaður og eitt nýtt navn verður vigað. Ein annar listi, sum eisini hevur verið endurskoðaður, er listin av fólkum og síðum, sum Løgmansskrivstovan fylgir á Instragram. Vit runda eisini Ríkisrættin, kríggið í Ukraina og hysteriskar keypmannahavnaratýpur.   Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 60. Føroyskur tónleikur strikaður á Spotify

    16. february 2024

    Hvat hava Bill Justinussen, ein øl, sum er 6,66 prosent og B36-varpið í felag? Svarið er, at hesi verða øll vend og viðgjørd í nýggjasta partinum av Frímælt, sum eisini rundar Spotify, sum so smátt er farið at strika føroyskan tónleik, sum verður lítið spældur.   Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og vertur í Verkavarpinum, og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 59. Ein biltjóvur greiðir frá og breaking news frá Jan Vestergaard

    09. february 2024

    Frímælt hevur ekslusivt fingið samrøðu við ein biltjóv, sum stjól ikki færri enn tveir bilar herfyri. Hoyr hvør tað er og hví hann stjól bilarnar.    Jan Vestergaard avdúkar breaking news í poddvarpinum, sum annars er um sex, Instagram-profilin hjá Løgmansskrivstovuni, Super Bowl og val av øllum møguligum slagi.   Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 58. Ein fúlur hondbóltssangur og annað gott

    02. february 2024

    Í Frímælt hesa ferð tosa vit um ein týskan sang, sum ljóðar væl, men hvørs tekstur ikki endiliga er serliga hondbóltsligur. Vit tosa um skannaran í Klaksvík, har fíggjarligi høvuðspersónurin ráðførdi seg við konuna, áðrenn avgerðin var tikin - og so tosa vit um føroyskan dans, gongd í haga og Bacalao.   Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, og Jan Vestergaard, sjómaður.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 57. Janus á Eurovision og óuppdrignir næmingar

    26. january 2024

    Vit venda tíðindunum um, at Janus Wiberg Mortensen skal á Eurovision, sjálvt um hann hevur sagt, at tað ætlar hann sær ikki.   Lena Anderssen gevur út nýggja plátu í dag, har hon millum annað hevur samstarvað við Geoff Emerick, ið áður hevur arbeitt saman við eitt nú The Beatles, Elvis Costello og Kate Bush. Vit tosa um Lenu og hvat hetta er fyri ein pláta, hon hevur givið út.   Og so fara vit í kirkju við óuppdrignum næmingum, sum ikki duga at ganga í kirkju. Ella er tað tað, sum er problemið?    Gestir eru Tummas Pauli av Reyni, bilmekanikkari og sløkkiliðsmaður, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur og vertur í Leitisstein, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 56. Ein eftirlýsing, ein umbering og nógvar seriur

    19. january 2024

    Er tað at skjóta spurvar við kanónum, tá løgreglan eftir innbrot í Listasavn Føroya, fer alment út og eftirlýsir ein mann við eini mynd? Er tað í lagið, at pensjónsaldurin skal hækka - og hví tosar eingin um tað? Og hvørjar eru bestu seriurnar nakrantíð? Tað eru evnini í Frímælt hesa ferð, sum enn er eitt sindur rakt av fepri - hondbóltsfepri.   Gestir eru Leivur Frederiksen, fyrstilærari á skúlanum á Velbastað, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur.   Vertur er Rólant Waag Dam.    Niðanfyri er eitt yvirlit yvir røðirnar, sum luttakarnir í Frímælt viðmældu. Uni Leitisstein Hansen skuldi vera við í Frímælt, men fekk forfall og sendi inn sín lista. Jan, sum loysti Una av, hevði bara tíð at finna tríggjar røðir fram, meðan Sunva hevði eina røð av serium, sum hon ikki hevði raðfest - tað gjørdu hinir.   Rólant:The Sopranos Top BoyMad MenBreaking BadHouse of Cards   Leivur:Black AdderFrasierAfterlifeDagGreyzone   Uni:Breaking BadBand of BrothersTrue Detective Twin PeaksStranger Things   Jan:Twin PeaksGame of ThronesBreaking Bad   Sunva:SuccessionMy So-Called Life24Peaky BlindersBig Little LiesMad MenHouse of CardsKilling EveFelicityTornfuglarnir

  • 55. Abort, sálarheilsa hjá monnum og objektivir journalistar

    12. january 2024

    Kensluborið og lívligt kjak hesa ferð, nú sálarheilsan hjá monnum varð sett undir luppin. Tí menn hava veruliga ein stóran trupulleika: sálarheilsan er vánalig og tað er alvorligt. Tað er tað eisini at taka eina abort, sum vit sjálvandi eisini tosa um. Og so er ein annar spurningur, um tíðin er farin frá objektivum journalistum?   Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur í Gentuvesinum í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 54. Hennara hátign, hondbóltslandsliðið og ein kostskúli

    05. january 2024

    Frímælt loftar eisini nýggjasta festivalinum, Okkara Land, sum verður í summar og sum BARA verður fyri vaksin. Vit tosa um hondbóltsharrarnar, sum ikki ætla sær einki, vit tosa um nýggjastu røðina hjá Frihedsbrevet, sum er um føroysk børn, ið eru send á kostskúlar - og tað er ikki lukkuligt, tað, sum verður fortalt í røðini.   Eisini viðgera vit boðini um, at Drotning Margretha takkar fyri seg - og hvussu føroyskir politikarar royndu at gera politikk burtur úr boðunum frá drotningini og vantandi boðunum frá løgmanni um tað sama í nýggjársrøðuni.   Gestir eru Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 53. Alt tað besta í 2023

    23. december 2029

    Vit hyggja aftur á hæddarpunktini, sum 2023 hevði at bjóða, tá tað kemur til tíðindi, politikk og tónleik. Hvat var besta konsertin í 2023? Hvør var besta bókin? Hvørjar vóru størstu søgurnar? Alt tað tosa vit um í hesum Nýggjárspartinum av Frímælt.   Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, námsfrøðingur og kaffimanager, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 52. Munurin á einum barnalokkara og pedofili

    22. december 2023

    Vit tosa um Erling Eidesgaard, sum harmast um, at hann samanbar ríkisveitingina úr Danmark við sleikisneisina, hjá einum pedofili. Erling meinti ikki pedofil, hann meinti barnalokkari.   Vit tosa eisini um Beautivarpið og í hvønn mun, at ungdómar skulu sleppa at tosa sum tey gera í Kringvarpi Føroya.   Og so venda vit eisini eitt álvarsmál, sum var fyri í Føroya rætti í vikuni.   Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Leivur Frederiksen, fyrstilærari í skúlanum á Velbastað og miðlafólk í Televarpinum, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 51. Politiskir stand-up-arar og ein AI-sangur til Frihedsbrevet

    15. december 2023

    Vit venda politisku støðuni - og tað er ikki við mýkindum - og so undrast vit á, hví so nógvir politikarar hava sum hjástarv at vera stand-up-arar og undirhald til jólaborðhald í hesum døgum.   Eisini hevur Frihedsbrevet fingið sín egna sang, sum verður spældur í hesum 51. partinum av Frímælt.   Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Durita Fagradal Augustinussen, samfelagsfrøðingur og journalistur, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 50. Frímælt er flutt til Danmarkar

    08. december 2023

    Frímælt rundar part nummar 50 - og tað ger Frímælt í Danmark. Tí tosa vit nógv um politikk á Christiansborg, tí Sólbjørg Jacobsen úr Liberal Alliance er gestur. Ein onnur orsøk til tað, er, at fyrrverandi politiski journalisturin á Christiansborg, Kaj Joensen, eisini er gestur. Hann er í dag kunningarráðgevi hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg og hevur tí eitt innlit í tað, sum fyriferst har, sum fá onnur hava. Vit tosa eisini eitt sindur um røðuna hjá Jenisi av Rana til landsfundin hjá Miðflokkinum, men tað er ikki bara politikkur á skrá. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir úr Gentuvesinum er við og tosar um nýggju sendingina hjá ungdómstoyminum Biit, har tey millum annað tosa um at raka nossir.    Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.

  • 49. Eitt lítið sindur um Nardus og nógv um mannin, sum átti allar Mykines-málningarnar

    01. december 2023

    Tveir av journalistunum í Frihedsbrevet vóru nevndir á einum møti hjá Nardus í november. Hvørjir teir eru, er at hoyra í hesum partinum, har vit eisini hoyra, hvør Torkil Mortensen var. Tað var nemliga Torkil Mortensen, sáli, sum hevði keypt stóran part av Mykines-málningunum, sum einkjan Birte Schultz-Lorentzen nú lat Listasavni Føroya. Hesum greiddi vinmaður hansara, Erling Eidesgaard, frá í Frímælt.   Vit tosa eisini nógv um tónleik og koma við ymiskum viðmælum. Í partinum verður lovað, at viðmælini skulu standa her - so her it goes. Uni viðmælir millum annað: Big Star við Jesus ChristLiam Gallagher við All You’re Dreaming OfLow við Just like ChristmasSufjan Stevens við That Was The Worst Christmas EverCocteau Twins við Frosty The Snowman Jan Lamhauge heldur, at plátan Christmas In The Heart hjá Bob Dylan er verd at lurta eftir um jólini, meðan Rólant Waag Dam viðmælir Hymns From Nineveh og jólaplátuna Endurance Christmas Time.   Umframt tað tosa vit um The Prodigy og ein serligan og ofta bannlýstan sang.   Gestir eru Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, og Uni Leitisstein Hansen, netsamskipari í Kringvarpi Føroya og vertur í sendingini Leitisstein.   Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.

  • 48. Mikkjal Thomassen, albanski operasangarin og politiskir brotasjógvar

    24. november 2023

    Hvat hendi í rættinum týsdagin og mikudagin, tá málið um Mikkjal Thomassen var fyri? Tað veit Rólant Waag Dam, sum fylgdi rættarmálinum. Hvat var tað, sum hendi, tá føroyski tjóðsangurin varð sungin í Albania mánakvøldið? Tað veit Klæmint Olsen, sum royndi at syngja við. Vit tosa við Klæmint um løtuna, tá menn fóru at smílast - og so spyrja vit Sunleif Rasmussen, tónaskald, um talan var um góðan sang.   Vit skifta eisini orð um amerikanska forsetan, sum gjørdist 81 ár í vikuni. Um politisku kreppurnar, sum sitandi samgonga áhaldandi kemur sær í og um Banksy, loyniliga listamannin, sum kanska ikki er so loyniligur longur.   Gestir eru Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 47. Vit nørda Nardus, tosa um Kringvarp Føroya, dýrt vín og ull

    17. november 2023

    Vit hava nýtt um Nardus í hesum partinum av Frímælt. Samkoman, sum fá ella eingin visti um, áðrenn hon kom í andglettin í norskum miðlum og Frihedsbrevet fór at gera greinar um føroysku deildina.   Vit tosa eisini um uppsagnirnar í Kringvarpi Føroya og hvussu tað rakar stovnin.    Vit hava eisini timburmenn og tosa um dýrt vín. Tí kundi tú hugsað tær eina fløsku av víni fyri 55.000 krónur? Ella hvussu við 185.000 krónur? Tað fært tú á Søllerød Kro, sum er kosið at hava besta vínkjallara í danska kongaríkinum. Vit tosa við altíð blíða Jan Restorff um kjallaran, sum hann hevur bygt upp, ið rúmar fleiri enn 2000 ymisk sløg av fløskum.   Gestir eru Sissal Kristiansen, uppforsprákari, sniðgevi og stovnari av Shisa Brand, Mikael Blak, tónleikari, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 46. Serliga samkoman Nardus, serligi sjúkrahússangurin og serliga røðan hjá serliga listamanninum

    10. november 2023

    Frímælt ruddar møguligar misskiljingar av vegnum um ein sang, sum koyrir sína sigursgongd á netinum í hesum døgum, meðan gestirnir og verturin siga sína hjartans meining um lagið.   Vit tosa eisini um eina heilt serliga samkomu í Føroyum, sum Frihedsbrevet hevur varpað ljós á við greinum og poddvarpi hesa vikuna, umframt at vit eisini hoyra ljóðbrot úr einum møti, har ein elstibróður talar.   Eitt annað evni er ein serlig røða, sum listamaðurin Ole Wich helt í sambandi við, at ein framsýning við honum lat upp í Listasavni Føroya. Í røðuni nýtti Ole Wich høvið til at langa út eftir Kinnu Poulsen, ummælara, men var tað betur ógjørt?   Tað og annað mangt tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har gestirnir vóru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 45. Tá Björk var á konsert hjá 200, og so eitt fornavn og eftirnavn, takk

    03. november 2023

    Nýggjasti maðurin við borðið í studionum í gamla klædnahandlinum Vogue, har Frihedsbrevet húsast í Havn, fortelur um Iceland Airwaves, har hann hevur spælt fyri Björk og verið til after party við Sigur Rós. Tað ger hann, tí Iceland Airwaves er um vikuskiftið, har fýra føroyskir bólkar spæla. Tað er ikki nóg mikið og ikki nóg gott, tá fjølmiðlar kalla Ruth Vang fyri Ruth. Fornavn og eftirnavn, takk, sigur eitt samt pallborð - ella næstan samt. Vit skifta eisini orð um kvinnustørv, sum eru fyri vanbýti, um nýggjasta og seinasta sangin hjá The Beatles, um Olaf Johannesen og so hoyra vit eisini málið í tí altíð vælupplagda Fríða Djurhuus í Joe & The Shitboys. Gestir eru Mikael Blak, tónleikari, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Kringvarpi Føroya, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 44. Tá løgreglan vildi verja Tobba, ein smásárur hjálparvenjari og celebritykór

    27. october 2023

    Visti tú, at løgreglan eina ferð ringdi til Tórbjørn Jacobsen, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og bjóðaði honum politiverju? Hesa søguna fáa tit hesa ferð, Tobbi greiðir sjálvur frá hendingini. Vit venda eisini rúsdrekkalógini, sum als ikki er tað ynskið, sum vinnan hevði, men sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður annars vil vera við. Tí í veruleikanum er talan um eina herðing - hoyrið hví. Annars er tað eitt sindur av Ísrael, Eivind Jacobsen og Tórshavnar Manskór - og sjálvandi dagsins kaka. Gestir eru Elisa Vang, samfelagsfrøðingur og poddvarpsvertur, Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 43. Gomul breaking news frá Amatøroyum, føroyskir Facebook-bólkar og Mentanarvirðislønirnar

    20. october 2023

    Amatøroyar vóru tvey ár frammanfyri Frihedsbrevet, tá teir í 2021 koyrdu breaking news upp á Frants Jensen, sum tá eins og nú var formaður í Ísrarealsmissiónini. Hvat bleiv av virðislønini til ungt listafólk, sum Jenis av Rana varð so nógv hartaður fyri ikki at lata? Hvussu verða vit eldri - og hví eru ávís støð í heiminum, har fólk liva longri?   Í Frímælt hesa ferð koma vit víða um. Netflix-røðir, Russlandsavtalur og virtuellir influensarar eru eisini millum evnini.   Gestir eru Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Kringvarpi Føroya, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 42. Fisuslikking, Beckham, tíðindaleiðarin í KVF og Nobel-virðislønir

    13. october 2023

    Í hesum partinum tosa vit um at slikka fisu - bæði í løgtinginum og í Kringvarpi Føroya. Vit tosa um David Beckham og nýggju røðina á Netflix, um Claudia Goldin, sum hevur vunnið virðisløn Nobels sum bara triðja kvinnan í røðini - og so venda vit eisini syndarliga stríðið millum Ísrael og Palestina.   Dagsins gestir eru Leivur Frederiksen, miðlafólk í Televarpinum, Sonja Jógvansdóttir, stjórnmálafrøðingur og samskipari í Samtaki, og Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur og lærari á Glasi.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 41. Abortguff fyri danskarar, føroyingurin í Michael Learns To Rock og LGBT’arar fyri ógvusligum álopum

    06. october 2023

    Danska TV2 hevur gjørt eina stuttrøð um abortviðurskiftini í Føroyum, men er talan um annað enn abortguff fyri danskarar? Vit tosa eisini um, at ein LGBT-persónur varð álopin í Reykjavík í sambandi við eina LGBT-ráðstevnum, sum var har - og at LGBT-persónar í Føroyum eisini eru fyri ógvusligum ágangi, hóast tað ikki verður tosað so hart um tað.   At enda í poddvarpinum krýpur Rólant til krossin og viðgongur, at hann er Michael Learns To Rock-fjeppari - og so kemur fram, at tað er ein føroyingur, sum hevur framleitt nøkur av størstu hittunum MLTR, sum í 1995 yvirhálaði Michael Jackson, sum best seljandi útlendski bólkur nakrantíð.   Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT Føroyar, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 40. Heimleys í Havn, ein danskur gangstari, sum lumpaði føroyskar vinnulívsmenn, og Russel Brand

    29. september 2023

    Hevur tú hoyrt søguna um Bandidos-rokkaran og gangstaran, sum snýtti nakrar føroyskar vinnulívsmenn? Hana fært tú í Frímælt hesa ferð, umframt at vit tosa um støðuna hjá heimleysum í Havn og neyðtøkuákærurnar mótvegis bretska sjónleikarinum og miðlamanninum Russel Brand.   Gestir eru Elisa Vang, poddvarpsvertur og stjórnmálafrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 39. Nøkur dømi úr strafbarlistanum, ein samgonga, sum siglir og ein politikari, sum einki sigur

    21. september 2023

    Frihedsbrevet hevur fingið fatur í strafbarlistanum á Glasi. Nøkur dømi verða tikin úr rúgvuni og viðgjørd - og so tosa vit við ein næming um sjálvan listan. Vit tosa eisini um samgonguna, sum at síggja til siglir eitt sindur í hesum døgum. Og so skifta vit eisini orð um Honnu Jensen og hennara avgerð um einki at siga, tá hon meldar seg inn aftur í løgtingið.   Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.   Vertur er Rólant Waag Dam

  • 38. Mongu hattarnir hjá Tobba, Ísrael og bispur

    15. september 2023

    Borgarstjóri. Formaður. Politiskur viðmerkjari. Fótbóltsserfrøðingur. Bókormur. Vinmaður. Seinastu vikuna hevur Tórbjørn Jacobsen verið alment frammi undir alskyns hattum, sum vit skifta orð um. Sjúrður Skaale er ikki Putin, men hví sleppa dulnevnd fólk á VP at gera so ljótar samanberingar? Og hvat er tað fyri eitt undarligt forhold føroyingar hava til Ísrael?    Evnini eru mong í dagsins parti av Frímælt, har Elisa Vang, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, eru gestir.   Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 37. Kendislistin verður dagførdur, naknir menn á netinum og Elias á Skipagøtu

    08. september 2023

    Vit leggja nýggj nøvn aftrat listanum yvir kendar føroyingar, sum eru kendari enn aðrir. Vit tosa um heimsins besta føroyska hondbóltsspælara, Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir við einum av heimsins bestu feløgum í heimsins bestu hondbóltsdeild. Vit tosa um abort, transpersónar, ósjónligt arbeiði hjá kvinnum, føroyingar á Christiania og nógv aftrat - og so flenna vit hart og nógv. Gestir eru Tróndur Vatnhamar, vertur í Kringvarpi Føroya, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavni Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarblaðstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam. 

  • 36. Christiania, wrestling og ein millión krónur, sum eingin hevur játtað

    01. september 2023

    Í Frímælt hesa ferð venda vit wrestling! Tónleikarin Fríði Djurhuus hevur verið á Wembley saman við 81.000 øðrum áskoðarum og hugt eftir wrestling, sum hann kallar list. Vit tosa eisini um, hvussu Tórshavnar kommuna púra tilvildarligt - ella var tað nú tað - gloymdi at senda fýra tey mest týdningarmiklu skjølini, tá tey annars sendu 400 onnur skjøl í einum máli um, at kommunan hevur brúkt eina millión krónur, uttan at hetta er politiskt samtykt. Vit tosa um Christiania, nú Pusher Street enn eina ferð skal lata aftur - og so tosa vit um tónleikapolitikkin í Kringvarpi Føroya, sum var vendur og viðgjørdur í Løkshøll í vikuni. Umframt Fríða Djurhuus úr Joe & The Shitboys eru Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet, gestir í Frímælt. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 35. Rasmus Paludan, tónleikarin Sjúrður Skaale og problemið við skøruni

    11. august 2023

    Hví skulu vit lurta, tá Rasmus Paludan verður boðin í morgunsendingina í Kringvarpi Føroya? Hví skal Sjúrður Skaale skúma róman upp á framburðin hjá KÍ? Og hvat er trupulleikin við, at vit innflyta eina vakra plantu, sum sleppur at vaksa vilt í Føroyum? Evnini vóru ymisk, gestirnir góðir og prátið betri til dagsins útgávu av Frímælt, har Marjun Dalsgaard, journalistur í Kringvarpi Føroya, Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, og Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, vitjaðu. Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 34. Sinéad O'Connor, koranbrenningar og virðisstríð

    04. august 2023

    Summarfestivalinum er fyri framman og vit taka samanum festivalsummarið. Vit tosa eisini um Sinéad O'Connor, sum doyði 56 ára gomul 26. juli, áðrenn vit skifta orð um koranbrenningar og virðisstríðið, sum er í Danmark og Svøríki í hesum døgum. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 33. Ólavsøka, siðvenjur, snapsur og sangur

    25. july 2023

    Frímælt er í ólavsøkuhýri! Fríggjadagur er Frímæltdagur, men tá er ólavsøka. Tí kemur ein serpartur út í dag, sum snýr seg um ólavsøku burturav. Vit tosa um siðvenjur, snaps, sang og tað, sum hoyrir tjóðarhátíðini til. Panelið er væl upplagt og prátið er akkurát tað, tú hevur brúk fyri at hoyra, tá tú pussar súllið, stákast heima ella stressar runt og gert tey seinastu ørindini. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, Kolbrún í Haraldsstovu og Jan Vestergaard. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 32. Kvinnufótbóltur, Yann Tiersen og bestu konsertirnar á G!

    21. july 2023

    Vit tosa um HM í kvinnufótbólti, vit tosa við Áslu Johannesen, sum er fulltíðar yrkisleikari í Svøríki, vit tosa um Yann Tiersen og Quinquis - og so gera vit ein topp trý yvir konsertir á ársins G! Festivali. Gestir eru Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Sonja Jógvansdóttir, samskipari á Samtaki, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 31. Grind, grindadráp, Paul Watson, burðardygd og meira grind

    14. july 2023

    Dagsins partur er ein grindaspecial, ein útgáva, sum bara snýr seg um grind, grindadráp, burðardygd, Paul Watson og tað, sum har til hoyrir. Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, Durita Fagradal Augustinussen, stjórnmálafrøðingur og journlistur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam

  • 30. Ognartøka av tjóðskaparliga stoltleikanum

    07. july 2023

    Frímælt er aftur - og sum tað sæst á longdini á partinum, so er ov mikið at tosa um.  Durita Fagradal Augustinussen, stjórnmálafrøðingur, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet, eru dagsins gestir - og tey tosa millum annað um Tjóðveldi hevur ognartikið tjóðskaparligan samleika og stoltleika, tá tey brúka U21-landsliðið í hondbólti til at marknaðarføra seg. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 29. Exit, Ball í bilin og drápshóttanir

    16. june 2023

    Vit tosa um Ball í bilin hjá RSP, um drápshóttanir og um norsku sjónvarpsrøðina Exit, har triðja sesong kemur út á dr.tv í dag.  Gestir eru Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 28. Aksel V. Johannesen, Michael Jackson og Tróndur Vatnhamar

    09. june 2023

    Vit tosa um skeivu tølini hjá Akseli V. Johannesen, vit tosa um Michael Jackson og so tosa vit um eina sending í útvarpinum, sum fara fólk at øsa seg - bæði í útvarpsstovuni og í kaffikrókum kring landið. Gestir eru Tróndur Vatnhamar, útvarpsvertur í Fótbóltspráti í Kringvarpi Føroya, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 27. Ein saksofon so dýr sum ein bilur

    02. june 2023

    At keypa eina saksofon er líka umfatandi sum at keypa ein bil! Tað veit Kristina Thede Johansen, tí hon hevur verið í Paris og keypt eina sera góða og sera dýra saksofon, samstundis sum hon fornermaði fronsku sølumenninar. Tað og so aðrar góðar søgur er dagsins Frímælt. Gestir eru Kristina Thede Johansen, tónleikari, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 26. Teitur, Símun og Altjóða Olympiska Nevndin

    25. may 2023

    Vit hava altjóða brillur á í dagsins útgávu av Frímælt og tosa um føroyingar, sum hava arbeitt og útmerkað seg uttanfyri landoddarnar. Vit tosa um Teit Lassen, sum er í uppskoti at vinna Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, vit tosa um filmsverkætlanir í øllum heimsins heraðshornum, sum Símun Waag hevur verið partur av, og so tosa vit um føroyskan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini IOC. Gestir eru Símun Waag, fotografur, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 25. AI á Hotel Hilton, Aki-Mathilde og stórar støddir

    19. may 2023

    Vit tosa um AI og hvussu Hotel Hilton brúkar nýggju tøknina í sínum virki, vit tosa um Aki-Mathildu Høegh-Dam, grønlendska fólkatingslimin, sum veruliga megnar at seta dagsskránna, og so skifta vit eisini orð um úrvalið og avbjóðingarnar við at brúka klæði og skógvar, sum eru størri enn tað, tey flestu ganga í. Gestir eru Durita Fagradal Augustinussen, journalistur, Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hilton Garden Inn, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða.

  • 24. Ein føroysk drotning, H-bygningurin og Bono

    12. may 2023

    Við nógvum innskotnum setningum og síðusporum tosa vit um Anniku Hoydal, H-bygningin og nakað so forkunnugt sum Bono í U2. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Torleik Mortensen, tónleikari, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 23. Nalvablusur, ein øgiliga øsandi leikur og spekulatión

    05. may 2023

    Uppgangurin er øgiligur í Frímælt hesa ferð, har vit skifta orð um klædnareglurnar í Vestmanna skúla, um leikin En kænguru som dig, um lortavatnið í Havn og um fakfeløg skulu spekulera í ognum. Gestir eru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini í Tjóðsavninum, Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 22. Ein narkotikasøla, ein lesbisk vika og ein føroysk pláta í Grønlandi

    28. april 2023

    Skulu vit loyva keypa og sølu av rúsevnum í Føroyum. Skal tað bera til at keypa hassj og kokain í Narkotikasølu landsins, eins væl og tað ber til at keypa øl og vín í Rúsdrekkasølu Landsins? Hví er tað neyðugt við eini lesbiskari viku í Føroyum? Og hvussu ber tað til, at tú gert eina heila plátu um Føroyingahavnina í Grønlandi? Evnini spentu víða, gestirnir vóru góðir og prátið betri í Frímælt nummar 22.  Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Dánjal á Neystabø, tónleikari, og Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi, vitjaðu studio í Frihedsbrevet hesa ferð. Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 21. Russarar, ein skrappur festivalur og ein skrappur tónleikari

    21. april 2023

    Vit tosa um tónleik, sum er á veg frá Son of Fortune, vit tosa um ein festival, sum er á veg, og vit tosa um russarar, sum ikki eru á veg, men sum langt síðani eru komnir til landið. Benjamin Petersen, tónleikari, Uni Leitisstein Hansen, netredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, eru dagsins gestir. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 20. Lortavatn, Sement og øll sjúkrahúsini

    14. april 2023

    Hvat er tað skilagóða í at hava trý sjúkrahús í Føroyum? Hví rennur lortavatn á sjógv í Havn. Og hvat heldur ein núverandi dómari og fyrrverandi vinnari um tónleikakappingina Sement, sum er í gongd í løtuni? Gestir í Frímælt hesa ferð eru Jasmin Mote, tónleikari, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 19. Halgidagslógin, Grønjakkar og páskaprát

    07. april 2023

    Langi fríggjadagur er, men Frímælt-fólkini hava tikið ein páskapart upp, har tey tosa um Halgidagslógina, Grønjakkar og taðing í náttúruni. Umframt tað verða páskirnar eisini repiteraðar, tí hvat er tað nú, sum hendir hesar ymsu páskadagarnar. Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríði, eru gestir. Rólant Waag Dam er vertur.

  • 18. BMI, veiðugjøld og alt ov nógvir føroyskir menn

    31. march 2023

    Frímælt spennir víða hesa ferð, tí vit skifta orð um alt frá BMI til veiðugjøld, familjuískoyti og menn í Føroyum, sum tað eru so nógvir í tali, at amerikanski miðilin Vice merkti tað, tá tey vitjaðu her. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 17. The Brekksteins, The Hammers og tað føroyska Se & Hør

    24. march 2023

    Lagið er gott, selskapið betri og prátið gongur av tí besta, nú vit tosa um Brekkstein-familjuna, Hammer-familjuna og um Frihedsbrevet er tað føroyska Se & Hør. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Jan Lamhauge, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 16. Marius Ziska, ein samkyndur klaksvíkingur og ein føroysk rokkstjørna í Tailandi

    17. march 2023

    Vit tosa um Marius Ziska og hansara momentum, um ein undarligan dreym hjá Bárði Dal Christiansen, um poddvarpið At koma úr skápinum í Klaksvík og um Hans Jacob Kollslíð, sum hevur verið big time rokkstjørna í Tailandi. Gestir eru Bárður Dal Christiansen, listamaður, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 15. Rúsdrekkalógin, nakinmyndir, Bjørk og Heiðrikur

    10. march 2023

    Sum altíð var selskapið av tí besta, tá Frímælt foldaði seg út á 15. sinni. Hesa ferð vóru evnini rúsdrekkalógin, nakinmyndir, kvinnudagur og kvinnur í politikki, áðrenn vit vendu nýggjastu útgávuna hjá Heiðriki á Heygum, har hann tolkar sangir hjá íslendsku Bjørk, áðrenn vit rundaðu av við meira javnstøðupráti. Gestir vóru Siri Súsonnudóttir Hansen, sjálvstøðug vinnurekandi og samskipari av Spæl føroyskt-vikuni, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 14. Transpersónar í ítrótti, kvinnudagur og føroyskur filmur

    03. march 2023

    Transpersónar í ítrótti, kvinnudagur og føroyskur filmur í fagrasta blóma. Tað eru høvuðsevnini í Frímælt hesa ferð, sum fær come back av tveimum væl kendum fólkum. Gestir í Frímælt vóru Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Jón Hammer, filmsframleiðari. Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 13. Hondbóltslønir, J.K. Rowling og Mentanarvirðislønirnar

    24. february 2023

    Hvat tjena føroyskar hondbóltsstjørnur? Hví er J. K. Rowling so umstrídd? Og vóru tað røttu fólkini, sum fingu Mentanarvirðislønir Landsins? Tað eru dagsins evni, meðan dagsins søtmeti eru sjokolátafingrar og mini eggs. Gestir eru Sjúrður Hildarson Hoydal, frásøgumaður og poddvarpsvertur, Bárður Dal Christiansen, listamaður og formaður í Føroysk Myndlistafólk, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet.fo. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 12. Dagstovnaelendigheit, USA og Koltursverkætlanin

    17. february 2023

    USA, Fíggjarlógaruppskotið, Koltursverkætlanin og eitt sindur av dagstovnaelendigheit eru evnini í 12. útgávuni av Frímælt. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, og Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini hjá Tjóðsavninum. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 11. Kristnir LGBT'arar, Elin Winther Poulsen vs. Heðin Zachariassen og Reiley

    10. february 2023

    Vit tosa um kristnar LGBT'arar, Reiley í Melodi Grand Prix, dystin millum Elin Winther Poulsen og Heðin Mortensen og vanlukkiligu lagnuna hjá Rafal Skarzycki. Gestir eru Mike, tónleikari og sjónleikari, Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 10. Roskilde festivalurin, ADHD og ein føroyskur milliardingur í Danmark

    03. february 2023

    Frímælt #10 vendir alt fra Roskilde festivalupplivingum til ADHD og ein føroyskan milliarding í Danmark - og so eta tey tebollar og karamell í meðan. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, og Rógvi Olavson, phd-lesandi á Fróðskaparsetur Føroya. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 9. Føroyskt whisky, eitt kongaligt par og ein umstríddur suðuroyingur

    26. january 2023

    Frímælt #9 er tikið upp og er til taks á appini (iOS) og á Frihedsbrevet.fo. Vit tosa um whisky, støðuna á Tvøroyri, støðuna hjá Meghan og Harry og so eisini um Fróða Midjord, sum er maðurin í miðdeplinum í nýggjastu poddvarpsrøðini hjá Frihedsbrevet.  Gestir eru Dánial Hoydal, whiskyframleiðari, Sunva Eysturoy Lassen, fotografur og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 8. Joe Rogan, Andrew Tate og Jenis av Rana

    20. january 2023

    Nýggj fólk rundan um borðið, nýggj prát og nýggjar røvarasøgur. Vit skifta orð um Joe Rogan og turra grind, um Andrew Tate, sum helst ikki vilja nevna við navnið, um varskógvarar og um Jenis av Rana, sum hevur súltað tvær umsóknir um stuðul til filmar, sum hava homoseksualitet sum tema. Gestir eru Uni Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktørur í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, journalistur, og Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 7. Gøluspælari til KÍ, Nepo babies og ein poddvarpsrøð um ein pedofil

    13. january 2023

    Vit skifta orð um gølurakta fótbóltsspælaran hjá KÍ, um nýggja røð hjá Frihedsbrevet um ein pedofil, um vakmyndatól í miðbýnum í Havn, um miðlar í Føroyum og hugtakið Nepo Baby. Gestir eru Marjun Dalsgaard, journalistur, Rógvi Olavsson, sum er á veg úr løgmansskrivstovuni á Fróðskaparsetur Føroya, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.fo. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 6. Røvarasøgur úr løgtinginum, pitsaria hjá Bill og Sosialinum, sum keypti Dimmalætting

    05. january 2023

    Vit venda býtið av nevdarsessum í løgtinginum, fáa røvarasøgur frá tíðini hjá Sonju Jógvansdóttir har, vit tosa um skúlaaftran og elendigar tilstandir á pitsarianum hjá Bill Justinussen og so runda vit av við samanleggingini av Sosialinum og Dimmalætting, har tríggir av fýra av dagsins gestum hava arbeitt - og tey minnast aftur á tíðina við gleði. Gestir í Frímælt hesa ferð vóru Leivur Frederiksen, skúlastjóri á Velbastað, Sonja Jógvansdóttir, samskipari á Samtaki, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur var Rólant Waag Dam.

  • 5. Golden Maps, Fólkaflokkurin og vátilendir

    29. december 2022

    Í ársins seinasta parti av Frímælt, hyggja vit eitt sindur nærri at stóru søgunum í 2022. Vit tosa um Ukraina, Fólkaflokkin, vátilendir og Golden Maps. Jan Vestergaard, sjómaður, Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo, eru gestir. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 4. Nýggja samgongan, Wegovy, byrsur og hóttanir á Facebook

    22. december 2022

    Frímælt tosar um nýggju samgonguna, um byrsur og hóttanir á Facebook, um nýggjan klænkiheilivág og um ógvusligu skriðulopini, sum hava verið í Klaksvík. Gestir eru Kolbrún í Haraldsstovu, leiðari á plantudeildini á Tjóðsavninum, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 3. Menn í kjóla, støðan í Tjóðveldi og HM í Qatar

    16. december 2022

    Frí Mælt vendir hesa ferð støðuna í Tjóðveldi, framleiðsluføroyar kontra útreiðsluføroyum, heimsmeistarakappingina í fótbólti í Qatar og prestar í kjóla, sum eru í móti abort. Gestir eru Leivur Frederiksen, skúlastjóri á Velbastað og ítróttarsamskipari á Føroya Tele, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet, og Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða. Vertur er Rólant Waag Dam.

  • 2. Jodel-Bjarni, slatur um samkyndar politikarar og valendaspurtur

    07. december 2022

    Longu í øðrum parti av Frímælt gera vit eina special edition, ein serpart, sum snýr seg um løgtingsvalið 2022. Tórbjørn Jacobsen og Janus Rein, sum báðir hava roynt at stillað upp og verið valdir inn fleiri ferðir, fortelja, hvat tað er, valevnini júst eru farin ígjøgnum. Valevnið Bjarni Kárason Petersen vitjar somuleiðis, hann hevur tó latið valevnisjakkan hingið eftir heima og vitjar í leiklutinum sum Jodel-moderator - hetta tí, at Frihedsbrevet í vikuni segði søguna um, at Annika Olsen og Eyðdis Hartmann Niclasen vóru samkyndar og par - hetta er slatur, sum millum annað hevur gingið á Jodel. At enda vitja journalistarnir Krista Jónsdóttir Kruse og Brynhild Thomsen við sínum eygleiðingum av valstríðnum, sum nú er komið at enda. Vertir vóru Barbara Holm og Rólant Waag Dam.

  • 1. Vánalig vallyfti, ein óheppin vesitilburður og ein nýggj poddvarpsrøð

    12. april 2022

    Í fyrsta parti av Frímælt tosa vit um poddvarpsrøðina Gev mær tínar pengar, vit tosa um ein óhepnan vesitilburð, vánalig vallyfti, hví útblaking er so skeivt og hvussu tað verður gjørdur munur á børnum, sum hava sítt at stríðast við.   Gestir eru Eyðun Klakstein, journalistur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet Føroyar, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam.