Sesong 1
-
53. Tá Múlafossur bleiv blóðreyður
17. november 2024
Hoyr samrøðu við Marco Evarissti, har hann greiðir frá tankunum aftanfyri at lita ein føroyskan foss blóðreyðan. GG: Upprunaliga ætlanin var at lita Fossá reyða, men veðrið loyvdi ikki hesum, so kilenski listamaðurin saðlaði um og fór til Gásadals, har hann fullførdi listaverkætlan sína, sum ber heitið Aorta, ið er latínska heitið fyri høvuðspulsæðrina.
-
52. Gjørdi heimsins bestu øl heima í køkinum
10. october 2024
Frí Mikrofon hesa ferð snýr seg um øl, tí hetta er ein longri samrøða við Mikkel Borg Bjergsø, stovnara av heimskenda bryggjarínum Mikkeller, sum byrjaði í Danmark, men sum nú hevur 40 barrir kring knøttin - millum annað Í Gongini í Havn, har føroyska Mikkeller-barrin er. Vit tosa við Mikkel tí fríggjadagin 11. oktober byrjar MBCFI. MBCFI er Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands, ein ølfagnaður, sum Mikkeller skipar fyri við 25 bryggjarínum, har tey í fýra umførum yvir tveir dagar skeinkja øl fyri øltystum og øláhugaðum føroyingum og útlendingum. Vit koma víða um í samrøðuni, har vit eitt nú koma inn á rák innanfyri øl, um Mikkel er ein betri handilsmaður enn bryggjari, um týdningin sum føroyska barrin hjá honum hevur, um at skeinkja alkoholfrítt øl fyri børnum og um trupla forholdið, sum Mikkel og beiggi hansara, Jeppe, hava - teir báðir eru tvíburar, báðir eru bryggjarar, men teir tosa ikki saman í dag. Vit tosa sjálvandi eisini um MBCFI, tað gera vit í endanum av samrøðuni. Rólant Waag Dam er vertur.
-
51. Tvær ommur á akutlista - ein doyði einsamøll
08. october 2024
Jeannet Ryggshamar Bech hevði, inntil fyri kortum, tvær ommur á akutlistanum hjá eldraøkinum í Suðuroynni. Báðar høvdu og hava tær stóran tørv á at sleppa framat tryggum búplássi við neyðugu hjálpini. Hjá tí einu er tó ov seint. Saloma Ryggshamar, omma Jeannet, doyði tveir dagar eftir, at hetta poddvarpið var tikið upp. Tey avvarðandi vilja kortini siga hesa søgu, tí tað hendi júst tað, sum tey stúrdu mest fyri - Saloma doyði einsamøll.
-
50. Jógvan Skorheim - Sjálvstýrisformaðurin á Fólkaflokslistanum
05. september 2024
Hann er eitt kent andlit á politiska vígvøllinum, og hevur umboðað Sjálvstýrisflokkin fyrst í Unga Sjálvsstýrið, so sum næstformaður og at enda sum formaður. Hann fór úr flokkinum í 2021 eftir eina langa karrieru sum býráðslimur, borgarstjóri og tingmaður fyri flokkin. Nú er hann valevni fyri Fólkaflokkin - sum hevur fingið blandaða móttøku ímillum fólkafloksfólk. Her tosa vit við Jógvan Skorheim um floksskifti, um móttøkuna í Fólkaflokkinum og um politisku ætlanirar framyvir.
-
49. Føroya rættur skal taka støðu til umrøðu av samkyndum
02. september 2024
Í morgin, 3. september, skal Føroya rættur fyri fyrstu ferð viðgera eitt mál um samkynd og §266b, tí Beinir Joensen, viðmerkjari á Facebook, hevur kallað John Johannesen, vert í Degi og viku, fyri "kynsvilling". Í tí sambandi kjakast Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki, og Torkil Rasmussen, løgfrøðingur, um §266b. Vertur: Jan Lamhauge
-
48. Fevnir skaparnarsøgan um grønar menn frá Mars?
12. august 2024
Í dag fara vit at kava niður í eitt evni, sum kann fáa okkum at endurhugsa alt, vit vita um lív og trúgv: hvat um vit funnu lívrunnið tilfar á Mars? Hvat hevði tað merkt fyri okkara heimsfatan? Tað er millum annað tað, Arni Zachariasen, ið hevur lisið gudfrøði, og Heri Joensen, ið er ein av stovnarunm av Humanistafelagnum og forsangari í Týr, fara at skifta orð um. Vit fara at kjakast um, hvussu lív á Mars kundi broytt okkara trúgv, vísindi og samfelag. Er hetta nakað, sum sameinir mennskju ella splittar okkum? Vertur er Durita Fagradal Augustinussen.
-
47. Heiðran, háðan ella hóttan
06. august 2024
Ein boksidystur og ein mynd kunnu skapa øsing, tað má staðfestast aftaná OL í Fraklandi fór av bakkastokki í ár. Við okkum í studio hava vit Eyðstein Simonsen, sum hevur lisið religión og ítrótt, Esther Margret Petersen, samskipara hjá LGBT og Agga Niclasen, lærara. Vit seta senuna við eini hending frá OL í París, har ein boksidystur millum tvær kvinnur stjól yvirskriftir kring knøttin. Ein kvinnuligur boksari, sum sýntist at hava ein fyrimun, og diskussiónin um tvørkynd ítróttafólk vórðu heit evni. Vit fara eisini at viðgera eina kontroversiella mynd frá OL-byrjunarhátíðarhaldinum, sum hevur elvt til stórt kjak um satiru, heiðran og háðan. Hvør er týdningurin av, at LGBT og aðrir samfelagsbólkar eru sjónligir á slíkum stórhendingum? Hví er kjakið um tvørkynd so trupult, og hvørjar eru avleiðingarnar fyri javnrættindi og inklusjón í samfelagnum? Eru genetiskir fyrimunir í ítrótti ein nýggj avbjóðing?
-
46. Grønt ella grátt - Grønvasking partur tvey
23. july 2024
Í hesum seinna partinum kjakast panelið m.a um, hvat tann vanligi føroyingurin kannn gera í kjakinum um grønvasking. Harumframt tosa tey um, hvat verður gjørt í Evropa fyri at koma trupulleikanum til lívs. Jón Sonni Joensen og Randi Samsonsen kjakast um evnið. Durita Fagradal Augustinussen er vertur.
-
45. Trump skotin
15. july 2024
Alt sær út sum tað plagar til ein veljarafund hjá Donald Trump um vikuskiftið. Hann tosar um immigrantar og brádliga hoyrast nøkur heldur løgin ljóð. Hann sær spyrjandi út eina løtu, áðrenn hann krógvar seg aftanfyri talarastólin, og tá vit síggja hann aftur er tað við blóði á andlitinum - hann er skotin í oyra. Hetta er ein kollvelting av tí harða valdysti, sum longu er í gongd í USA, nú Biden og Trump dystast um at vinna forsetasessin næstu fýra árini. Broytir morðroyndin valstríðið? Jan Lamhauge, journalistur og Tóri Højgaard, løgfrøðingur skifta orð um ógvusligu hendingina um vikuskiftið. Barbara Holm er vertur.
-
44. Grønt ella grátt? Eitt kjak um grønvaksing í klædnaídnaðinum
14. july 2024
Í hesumfyrra partinum, av tveimum, seta vit ljós á eitt av mest týðandi og umstríddu evnunum í dag – grønvasking í klædnaídnaðinum. Er tín nýggi t-shirtur veruliga burðardygg, ella er hon bara "grønvaskað"? Fá greiðu á, hvussu tú kanst skilja ímillum veruligar burðardyggar vørur og marknaðarføringartiltøk, ið royna at snýta teg. Gestir er Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen, vertur er Durita Fagradal Augustinussen.
-
43. Fótbóltskjak: Stjørnurnar, milliardirnar og vandamikla gongdin
10. july 2024
Tað er fótbóltsfepur kring knøttin og her í Føroyum sita menn og kvinnur klistrað til skíggjan kvøld eftir kvøld og hyggja eftir evropeiskum londum bresta saman á vøllinum í bardaganum eftir EM meistaraheitinum. Kenslurnar eru stórar og sterkar um hendan ítróttin bæði upp á gott og ónt, sjarman er kanska við at hvørva við nógvu milliardunum og milliardakontraktunum í londum sum Saudi Arabia. Ella er hon nú tað? Og hvussu er í Føroyum - er stjørnudust kring fótbóltin her eins og hjá stóru fótbóltstjóðunum? Tað tosa Sunva Eysturoy Lassen, Tróndur Arge og Rógvi Olavson um í hesum partinum. Barbara Holm er vertur.
-
42. Kristinn Hrafnsson_Sigur fyri Assange, tap fyri journalistikk
08. july 2024
Samrøða við Kristin Hrafnsson, ritstjóri á Wikileaks, í sambandi við tíðindini um, at Julian Assange, stovnari a Wikileaks, fyri tveimum vikum síðani slapp úr fongsli, tí hann hevði gjørt semju við USA. Vertur: Jan Lamhauge
-
41. Mildrid á Lógv tekur blaðið frá munninum
07. july 2024
Støðan á Skálagarði í Klaksvík hevur fylt nógv í miðlunum seinastu vikurnar. Fyrst í mai var leiðarin, Mildrid á Lógv fríttstillað og burturvíst frá stovninum. Enn veit eingin reiðiliga hví støðan skuldi gerast so spent, og hóast meira enn 8 vikur síðani, er enn einki ætlanarskriv um uppsøgn er komið. Mildrid á Lógv hevur tí tikið støðu til at taka blaðið frá munninum og siga frá sínum upplivingum í hesum partinum.
-
40. Val í USA: Kreppa hjá Demokratunum aftaná kjakið
03. july 2024
Heilsustøðan hjá Joe Biden, forseta í USA, hevur verið kanska mest umrødda evnið í heiminum hesa seinastu vikuna síðani, Joe Biden og Donald Trump hittust í fyrsta sjónvarpskjakinum í hesum valdystinum. Tóri Højgaard, løgfrøðingur, og Jan Lamhauge, journalistur, umrøða amerikanska valdystin. Vertur: Barbara Holm.
-
39. Kjak: Ákærur um neyðtøku og sexismu - eigur tað at ávirka?
28. june 2024
Høvuðsnavnið á Voxbotn, heimskendi Nick Carter frá Backstreet Boys, er av trimum kvinnum ákærdur fyri neyðtøku. Ein annar tónleikari, sum skuldi vera á Voxbotn, verður ikki kortini orsaka av ákærum um sexismu og niðrandi atburð móti kvinnum. Men í hvussu stóran mun eiga festivalfyriskiparar at hugsa um moral og etikk og fyrihalda seg til ákærur av slíkum slagi? Og hvussu við áhoyrarunum? Tað kjakast Finnur Koba, Eiler Fagraklett og Marianna Winther Nagata um í hesum partinum.
-
38. ES snarar til høgru
26. july 2024
Heimurin er broyttur sera nógv seinastu árini og tað var eisini sera sjónligt, tá ið val til Evropaparlamentið var fyri kortum. Grøna-rákið fekk eitt slag fyri bógvin, meðan høgravongurin gekk nógv fram. Politiska miðjan dettur burtur í nýggja veruleikanum, meðan polarnir veksa, sigur Ragnheiður Bogadóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum. Í hesum partinum tosa vit um ES-valið, um økofasismu, høgrarák og hvussu vit síggja evropeisku tendensirnar aftur í føroyska samfelagnum.
-
37. Jóhann Lützen og Sólvit Nolsø í heitum kjaki um skannarasøguna
17. june 2024
EIn greinastubbi á Norðlýsinum fyri kortum, setti av álvara ein størri miðladekning í gongd, sum í stóran mun snúði seg um, hví Landssjúkrahúsið ikki vildi koyra sjúklingar í nýggja skannaran í Klaksvík, men heldur sendi sjúklingar óneyðugt av landinum. Eftir nakar dagar afturvísti stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsið tó, at tað yvirhøvur bar til, tí skannarin í Klaksvík er ikki klárur enn. Hetta fekk Sólvit Nolsø, formann í Mentanarnevnd løgtingsins, at finnast harðliga at Norðlýsinum. Tað kjakast tingmaðurin og blaðstjórin um í hesum partinum.
-
36. Samrøða við Mads Brügger um Svarta svanin
13. june 2024
Mads Brügger, ábyrgdarstjóri og stovnari av Frihedsbrevet, hevur enn eina ferð gjørt ein av mest umrøddu dokumentarsendingunum í Danmark, Svarti svanurin á TV 2, sum í hesum døgum eisini verður vístur í Kringvarpi Føroya. Vit hava hitt Brügger til eitt prát um rokkarar og advokatar, um fjald upptøkutól og avdúkingar og um trúvirði og trygd í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon
-
35. Síðsta máltíðin á KOKS
12. june 2024
Í dag letur KOKS upp í Grønlandi fyri triðju og seinastu ferð. Kvøldið fyri, at Poul Andrias Ziska fór til Illimanaq, hittu vit høvuðskokkin á KOKS, til eitt prát um, hvat verður av KOKS í Føroyum, hvat bleiv av Michelin-stjørnunum, hvussu síðsta summarið í Grønlandi verður - og hvat verður av Poul Andriasi sjálvum.
-
34. Elisa og Sjúrður um støðuna í Gasa
06. june 2024
Sjúrður Skaale helt fyri einari viku síðani eina nógv rósta røðu á fólkatingi, har hann kallaði Ísrael ljósið í miðeystri. Elisa Vang er hinvegin virkin í "Samhuga við Palestina", har tað verður funnist harðliga at Ísrael. Tey bæði kjakast um støðuna í Ísrael og Gasa. Vertur: Jan Lamhauge
-
33. Ein dagur í verkfalli - Reportaga
23. may 2024
Frihedsbrevet hevur verið flugan á vegginum hjá arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli í hesum døgum, og verið við, tá ið avgerðir eru tiknar, óvissur hava verið um ymiskar hendingar, og tá týðandi stig hava verið tikin. Hoyr reportagu, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt
-
32. Politikkur inn um skúlagátt
08. may 2024
Í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon kjakast Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum, og Steffan Klein Poulsen, løgtingslimur, um, hvørt politiskir flokkar kunnu og skulu royna at ávirka, hvat gongur fyri seg innan skúlagátt. Hetta tí at Miðflokkurin í gjár sendi eina, sum tey kalla tað, vinarliga áheitan til lærarar og foreldur, eftir at Norðurlandahúsið kunngjørdi, at tey aftur í ár hýsa leikinum "Ein kengura sum tú."
-
31. Um Valdið aftanfyri valdið
07. may 2024
Journalisturin Høgni í Jákupsstovu tosar við við Barbaru Holm og Jan Lamhauge aftaná frumsýningin av "Valdið aftanfyri valdið" í Løkshøll.
-
30. Karmurin forðar fyri neyðugum broytingum
02. may 2024
Í gjár var 1. mai, altjóða arbeiðaradagur, kring heimin. Hesin dagurin var eisini hátíðarhildin kring Føroyar, og tað er alneyðugt, at fakfeløg og Føroya fólk halda fast í hesi siðvenju og merkisdegi, siga Heri Reynheim, formaður í Havnar arbeiðarafelag, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon.
-
29. Lána trúvirði tá ið tað kemur til uttanlandstíðindaflutning
18. april 2024
Hesin parturin fer eisini at snúgva seg um stríðið millum ísrael og Hamas, men hesuferð fara vit at tosa um tann føroyska tíðindaflutningin og hvussu føroyskir miðlar hava dekkað stríðið Í Frí mikrofon hesaferð eru Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum og Katrin Petersen, tíðindaleiðari hjá Kringvarpi Føroya.
-
28. Ein føroyskur palestini á Argjum
11. april 2024
“Tað hevur ikki altíð verið lætt at vaksa upp í Føroyum sum palestini”. Tað greiður Nadia Abrahamsen frá í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon. Tey eru ikki nógv í Føroyum, sum hava ættarbond úr Palestina. “Tí er tað kanska ikki so løgið, at tað er trupult at fáa tey fáu fólkini at úttala seg”, heldur Nadia Abrahamsen, sum er ein av teimum fáu palestinunum í Føroyum, og sum nú sigur frá sínari fatan av krígnum millum Hamas og Ísrael og orðaskiftið og miðlingina um tað.
-
27. Ein føroyskur ísraeli í Kvívík
10. april 2024
Hann hevur gjørt herskyldu í ísraelska herinum í trý ár, búð í Ísrael helvtina av lívinum og hevur stóra familju í landinum. Og hann undrast yvir, hví føroyingar á báðum síðum eru í so hvøssum kjakið um júst hetta kríggið. “Eg havi fingið fleiri beinleiðis hatursboð frá føroyingum síðani 7. oktober”, sigur 42 ára gamli føroyski ísraelin Mickey í nýggjum parti av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon. Seinni í vikuni tosa vit við føroyskan palestina.
-
26. Ársins Brita 2023 breyt tøgnina áveg umborð á Smyril
08. march 2023
"Eg hevði bara fingið nóg mikið". Tað sigur Rannvá Magnadóttir, sum legði eitt video út á Instagram, har hon frásegði sær skommina yvir, at hennara navn stóð á listanum yvir myndir í tí sokallaða "Golden Maps". Hoyr samrøðu við Ársins Britu 2023, nú vit aftur hátíðarhalda ársins kvinnudag. Vertur: Barbara Holm
-
25. Tvey ár síðani innrásina í Ukraina
24. february 2024
Í sambandi við, at tað eru júst tvey ár síðani, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, hava vit tosað við Bjørn Kallsoy av Eiði, sum er hermaður í Ukraina. Vertur: Jan Lamhauge
-
24. Journalistiski standurin undir luppin við nýggja tíðindaleiðaranum
11. january 2024
Katrin Petersen er nú byrjað sum nýggi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum. Hon vitjar í Frí Mikrofon og vit tosa um journalistiska standin, um frálíku fortíðina hjá føroysku miðlunum og avbjóðingarnar, sum fakið hevur í dag.
-
23. Stríðið millum Ísrael og Gasa (2 av 2)
19. december 2023
Løgmaður má vísa sín fulla stuðul til Ísrael. Tað heldur Bjørgfinnur Heinesen frá ICEJ Føroyar, sum er ein felagskapur fyri kristin, sum siga seg "elska og æra jødan". ICEJ Føroyar hevur skipað fyri fleiri stuðulstiltøkum fyri Ísrael í seinastuni, og heldur Bjørgfinnur Heinesen eisini, at Ísrael hevur borið seg rætt at í Gasa. Vertur: Jan Lamhauge
-
22. Stríðið millum Ísrael og Gasa (1 av 2)
19. december 2023
Út við 20.000 fólk eru dripin, síðani álopini hjá Hamas 7. oktober 2023, tá 1200 ísraelar blivu dripnir. Síðani tá eru tey flestu, sum eru blivin dripin, palestinar í Gasa, harav nógv børn. Í Føroyum hava fleiri tiltøk verið, har fólk stuðla teimum báðum pørtunum í stríðnum. Í hesum partinum tosaði vit við Paul Kjartan Matras, sum er partur av bólkinum "Samhugi fyri palestina", sum í gjár handaði løgmanni undirskriftir, har tey heittu á løgmann um at "fordøma krígsbrotsverkini og blóðbaðið, sum Ísrael fremur í Gasa". Vertur: Jan Lamhauge
-
21. Bústaðarneyðin og gerandisstríðið hjá summum
05. december 2023
Seinastu vikurnar hava vit hoyrt fleiri søgur um familjur, sum rýma úr Føroyum, m.a. orsaka av bústaðarneyðini. Bústaðarneyðin er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men støðan er ikki batnað seinastu árini, sambært Bústøðum. Vit hava eisini hoyrt um føðitíttleikan, sum er rapaður seinnu árini og um fíggjarliga stríðið, sum summar familjur eru í, í hesum døgum. Í hesum partinum av Frí Mikrofon hava vit boðið tveimum kvinnum í studio, sum reka hvør sín Facebookbólk, sum gevur teimum serligt innlit í hesi evnini. Gestir eru Tanya Møller og Elin Hentze.
-
20. Maibrit mátti rýma úr Føroyum
20. november 2023
Í Lollandi í Danmark situr ein 26 ára gomul kvinna við einum dreymi. Hon droymir um ein gerandisdag, har hon kann tosa føroyskt. Har hon kann síggja og hoyra føroysku náttúruna. Ein dreymur, hon hevur roynt at fingið til veruleika í 10 ár. Men beiski veruleikin er, at skal hon hava tak yvir høvdið, noyðist hon at búgva í Danmark. Í hesum partinum greiðir Maibrit Jóhonna Reyná frá, hvussu bústaðarneyð ávirkar sálarheilsuna og framtíðarvónirnar. Rebekka Manuela Behrens leggur hendan partin av Frí Mikrofon til rættis.
-
19. Håkan Ericson um kreppuna á føroyska landsliðnum
12. november 2023
Hesin parturin av Fríari Mikrofon er ein samrøða við Håkan Ericson, høvuðsvenjara á føroyska fótbóltslandsliðnum. Håkan Ericson og venjaratoymið kring landsliðið hevur verið fyri atfinningum, nakað sum vit í Frihedsbrevet eisini hava tikið upp í greinini Har er eitt disconnect á føroyska fótbóltsmanslandsliðnum: Lemjandi atfinningar móti Håkan Ericson. Tað er ein grein, tú eigur at lesa ella lurta eftir, áðrenn tú lurtar eftir hesum partinum Fríari Mikrofon. Tí tað er forsøgan, tú fært har og hetta, tú nú skalt hoyra, er ein uppfylging. Rólant Waag Dam er vertur.
-
18. Afturum kreppuraktu samkomuna Nardus
08. november 2023
Samkoman og samkomuleiðarin í lítlu samkomuni Nardus, eru í andglettinum í Norra, tí fleiri kvinnur siga frá ósømiligum seksuellum atburði. Hetta kemur ikki óvart á Silviu Henriksdóttir. Hon er uppvaksin í Nardus Føroyar, men vendi samkomuni bakið eftir eitt fyrigevingarmøti, sum hevði til endamáls at skapa fyrigeving fyri tí manni, sum hon sigur, gjørdi seg inn á hana, tá ið hon var barn. Frí Mikrofon hesaferð er ein longri samrøða við Silviu Henriksdóttir.
-
17. Marita og Ingolf um verkfall, samráðingar og politiska uppíblanding
02. november 2023
Eru føroysku fakfeløgini nóg sterk og nóg væl skipað? Hví eru fakfeløgini so ónøgd við karmin, og hvat er alternativið? Nær kunnu politikararnir tilláta sær at blanda seg uppí, og hvussu er tað í øðrum Norðurlondum? Tað kjakast Ingolf S. Olsen, sum hevur arbeitt fyri fleiri fakfeløg í fleiri ár, og Marita Rasmussen, fyrrverandi stjóri í Vinnuhúsinum um.
-
16. Yvirlækni ávarar um kollaps í heilsuverkinum
24. october 2023
Danska heilsuverkið er í kreppu, tí sjúkrarøktarfrøðingar flýggja frá almenna heilsuverkinum í stríðnum streymi. Avleiðingin er eitt munandi minni effektivt heilsuverk, og tað sama má ikki henda í Føroyum. Tað sigur yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, Jón Clementsen, sum heitir á politikararnar um at geva sjúkrarøktarfrøðingunum eina virðiliga løn.
-
15. Lívfrøðingar um náttúruoyðing í smb við ætlanirnar um Stórutjørn
19. october 2023
Kolbrún í Haraldsstovu og Jón Aldará, lívfrøðingar á Tjóðsavninum, umrøða náttúruoyðing í samband við ætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu um at gera ein bý við Stórutjørn. Vertur: Jan Lamhauge
-
14. Høgni og Ingolf um journalistikk í fríum falli
04. october 2023
Høgni í Jákupsstovu og Ingolf S. Olsen kjakast um føroyska fjølmiðlahemin: Hvussu sær støðan út? Hví frávelja journalistar fjølmiðlarnar? Hvat er loysnin?
-
13. Ein samrøða við ein heimleysan
22. september 2023
Vit í Frihedsbrevet hava í nakrar vikur arbeitt við eini poddvarpsrøð um heimleys í Føroyum. Og nú evni er so háaktuelt, velja vit at geva út eina samrøðu sum Fría Mikrofon - samrøðan er annars partur av poddvarpsrøðini. Talan er um samrøðu við ein heimleysan mann, sum ikki hevur havt nakran bústað í eitt ár. Samrøðan varð gjørd í gjárkvøldið, 21. september, eftir at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í Degi & Viku og tosaði um heimleys í Føroyum, eins og leiðarin á Herberginum, Martin Kúrberg, eisini var tað. Heimleysi maðurin, vit hava tosað við, stendur ikki fram við navni, men vit vita hvør hann er og vit halda eisini, at tú eigur at lurta eftir hesari samrøðuni og soleiðis fáa eitt innlit í, hvussu tað er at vera heimleysur í Føroyum.
-
12. Bjørn Kallsoy um at vera hermaður í Ukraina
19. september 2023
Hann var farin á eina vanliga uttanlandsferð, tá hann tosaði við sín guðsson, sum var í Ukraina, tá hann avgjørdi at blíva hermaður í Ukraina. Bjørn Kallsoy er gestur í Frí Mikrofon. Vertur: Jan Lamhauge
-
11. Annika Ró Samulesen um tvørkynd í dagsins samfelag
07. september 2023
Annika Ró Samuelsen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar og tvørkynd, er gestur í Frí Mikrofon. Evnið er ynskir og vónir hjá tvørkyndum í Føroyum, avbjóðingar hjá tvørkyndum og almennu orrusturnar um ítrótt, skiftirúm og munin millum kvinnur, menn og transpersónar.
-
10. Siri um rokið um "Søguløtu við Siriously"
24. august 2023
"Barnalokkarí", "pervertilisering" og "pornoklubbur fyri børn". Tað er nøkur av orðunum, sum verða brúkt í sambandi við kjakið um tiltakið "Søguløta við Siriously", sum verður í Norðurlandahúsinum 10. september. Vit tosa við høvuðspersónin Siri Súsonnudóttir Hansen. Vertur: Jan Lamhauge
-
9. Bispur um rembingar í fólkakirkjuni
09. august 2023
Í kjalarvørrinum av orrustu millum prestar á G! festivalinum, er Jógvan Fríðrikson, bispur, komin í studio at tosa um etiskar ósemjur í fólkakirkjuni.
-
8. Ein síðsummardagur saman við Paul Watson
11. july 2023
Ein síðsummardag í 1985 setti Paul Watson, skipari hjá Sea Shepherd fyri fyrstu ferð stevnu móti Føroyum. 20. august hetta sama árið var forsíðan á Sosialinum tí ein mynd og samrøða við víðagitna mannin, sum aftur nú - smá 40 ár seinni - ger innrás í Føroyum. Vit tosa við Jan Müller, táverandi ábyrgdarblaðstjóra og journalist á Sosialinum um hendan dagin í 1985, um hvørja ávirkan Paul Watson hevur gjørt á føroyska samfelagið hesi seinastu áratíggjuni og hvussu føroyingar tóku ímóti atfinninginum, tá ið hetta hernaðarlíknandi skipið fyri fyrstu ferð kom á klettarnar.
-
7. Heini í Skorini um tað, tú ikki kanst siga
04. july 2023
Heini í Skorini, granskari og rithøvundur, er gestur og tosar um eitt gudsspottan, tøgn og vald. Danska forlagið Gad hevur júst útgivið hansara bók "Kampen om ytringsfriheden". Vertur: Jan Lamhauge
-
6. Fútin um Næraberg og onnur mál hjá stórum fyritøkum
14. june 2023
Michael Boolsen, fúti, tosar um Næraberg-málið og onnur politimál, sum stórar fyritøkur hava verið partar av. Vertur: Jan Lamhauge
-
5. Frí Mikrofon LIVE: Russland Føroyar og Ukraina
08. june 2023
Flemming Rose og Heini í Skorini skifta saman við Jan Lamhauge orð um heitasta politiska málið júst nú, bæði í Føroyum og í restini av heiminum: Russland og Ukraina. Flemming Rose er chefredaktørur á Frihedsbrevet í Danmark, mentanarredaktørur á Jyllands-Posten, tá teir góvu út Muhammed-tekningarnar, fyrrverandi korrespondentur í Moskva, har hann eisini hevur búð í 12 ár, umframt at hann tosar russiskt og er russiskt giftur. Heini í Skorini er lektari á Fróðskaparsetur Føroya og phd í altjóða politikki frá King’s College London, á deildini Department of War Studies. Umframt tað er Heini í Skorini eisini royndur journalistur og viðmerkjari. Frihedsbrevet Live er tiltak hjá Frihedsbrevet, har vit taka upp og varpa ljós á ymisk evni, sum eru frammi í tíðini. Mikukvøldið 7. juni bjóðaðu vit okkara limum til ókeypis tiltak í Løkshøll í Runavík, sum vit nú geva út sum poddvarp. Áður hevur Frihedsbrevet Live verið í Café Fríðu í Klaksvík og OY í Havn.
-
4. Risa heilivágsfyritøkur og duld áhugamál
01. june 2023
Risa heilivágsfyritøkan Novo Nordisk hevur verið til viðgerðar á Frihedsbrevet í Føroyum og í Danmark seinastu mánaðirnar. Fíggjarligar bindingar hjá heilsustarvsfólkum, gjøgnumskygni, so borgarin veit av tí og avleiðingarnar av stuðli frá heilivágsídnaðinum er temaði hesaferð. Gestir eru Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum, sum vitjar í upptøkuhølunum, og danski journalisturin Mathias Blædel Lorenzen, sum er við okkum umvegis telefon.
-
3. Havnin móti Klaksvíkini, Klaksvíkin móti Havnini
17. may 2023
Skannaramálið. Avtalan um Barentshavið. Veiðu- og tøkugjøldini. Fleiri stórmál hava sama undirliggjandi tema - tey eru ímyndin av muninum millum Klaksvíkina og Havnina. Men hví enda stór og smá politisk mál við einum retorikki um "vit og tey", og hvat ger hendan til tíðir hvassa polariseringin við fólkaræði og samanhaldið í Føroyum. Er slík kapping dynamisk, ella kloyvir hon tjóðina í helvt? Tað er evnið, sum Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum og Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, skifta orð um.
-
2. Haturstala, talufrælsi og "En kenguru som dig"
11. march 2023
Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristin-konservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, skifta orð um leikin "En kenguru som dig", og um kjakið, sum er kyknað aftur í kjalavørrinum av leikinum.
-
1. Afterparty við valvinnarunum
29. december 2022
Tá hinir miðlarnir sløktu og fóru í song eftir valkvøldið í Norðurlandahúsinum, tendraði Frihedsbrevet upptakaran og fór í afterparty hjá vinnarunum av valinum.