Sesong 1
-
9. Útlendsk arbeiðsmegi í Føroyum: Tryggleiki ella trupulleiki?
07. august 2024
Evnið hesa vikuna snýr seg um útlendska arbeiðsmegi, tær avleiðingar sum standast av, at Útlendingastovan ikki hevur heimild at krevja revsiváttan, og hvat kann ella má gerast frameftir, fyri at betra um og tryggja støðuna í Føroyum.
-
8. Fólkaræði ella Tvøraræði
04. july 2024
Evnið hesa vikuna snýr seg um tær mongu ákærurnar, sum nú koma undan kavi, móti borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen. Og hvørjar avleiðingar tær hava fyri fólkaræði á Tvøroyri, um tað veruliga passar, at borgarstjórin brúkar sítt embæti til at kontrollera og sensurera borgarar.
-
7. Miðlar, manglandi keldur og miðeystur
29. april 2024
Evnið hesa vikuna snýr seg um uttanlands tíðindaflutning hjá føroyskum miðlum, serliga, hvussu tíðindaflutningurin hevur verið av stríðnum millum Ísrael og Hamas, og hvat er neyðugt fyri at betra um tíðindaflutningin. Eydna Skaale, retorikkari, og Ingolf S. Olsen, royndur journalistur, eru samd um, at kelduávísingarnar í føroyska miðlaheiminum vanta í fleiri førum, tá ið tað kemur til uttanlandstíðindi. Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung hava gjørt vart við sína ónøgd í hesum sambandi, har atfinningar serliga hava verið rættaðar móti móðurflokkunum og Kringvarpinum. Men eisini móti fleiri øðrum tíðindaportalum, har tann einasta umrøðan, sum vanlukkuliga støðan í Miðeystri hevur fingið, hevur verið onkurt hissini lesarabræv. Og øll eru tey samd um, at neyðugt er, at vanligi borgarin setur størri krøv til, at føroyskir miðlar veruliga traðka í karakter og upplýsa keldur teirra til hvørja einastu søgu, sum verður borin.
-
6. Tann tannleysi vakthundurin
29. february 2024
Evnið hesa vikuna snýr seg um alment útboð, og hvat ella hvørji eftirlit eru, sum tryggja, at vina- og kenninga politikkur ikki stýrir peninganýtsluni hjá bæði tí almenna og tí kommunala. Kommunala eftirlitið er ikki tað sum vanligi borgarin heldur tað vera, sigur landsstýrismaður í lógarmálum.
-
5. Mayday Mayday Kambur
14. february 2024
Hvat hendi, tá línuskipið Kambur sakk? Tað er evnið hesa vikuna. Vanlukkan, sum hendi 6. februar, kostaði tvey mannalív. Nú hevur sjóforhoyr verið, og verður bíðað eftir niðurstøðuni hjá donsku skaðanevndini.
-
4. Umsorgan í útlegd
09. february 2024
Evnið í hesa vikuna snýr seg um barnavernd í Føroyum - serliga um rættindi og skyldur hjá Barnaverndartænastum, tá ið føroysk børn verða send á kost og eftirskúlarnar uttanlands. Sakførari sigur, at tað gerst alsamt meiri vanligt at foreldur ikki fáa nóg góða kunning frá barnaverndartænastunum í Føroyum.
-
3. Ein smuglari greiðir frá
02. february 2024
Evnið hesa vikuna snýr seg um rúsevni - serliga um hvussu rúsevni koma inn í landið. Hvussu verða søla og keyp samskipa og hvussu sær logistikkurin út, sum ger, at rúsevni enda í blóðrenslinum hjá hundratals føroyingum hvørja viku. Samrøða við ein dulnevndur smuglari, avdúkar ein kompleksan og illa skipaðan rúsevnismarknað, har smuglingin gongur fyri seg umvegis allar farðleiðir inn í landið.
-
2. Gegnið hjá Garðalíð
25. january 2024
Evnið í dag snýr seg um gegni - serliga gegnið hjá Annfinni Garðalíð, formanni í Skipara- og Navigatørfelagnum. Tí í summar hevur hann tjent meiri enn 10.000kr um dagin við einum uppisjóvarskipi, og nú, nakrar mánaðir seinni, skal hann sum fakfelagsformaður umboð eina manningin ímóti reíðarínum, sum gav honum ein tann besta tjansin í føroysku fiskivinnuni. Vit tosa við Ingeborg Winther, Páll Hansen og Eyðsteinn Djurhuus, fyrrverandi fakfelagsfólk, vit lodda dýpið hjá sitandi fakfelagsfólkum og vit tosa við advokat.
-
1. Valdið á Vaglinum
18. january 2024
Í fyrsta partinum hyggja vit at politiska valdinum á Vaglinum í Havn í kjalarvørrinum av fleiri avdúkingum hjá millum øðrum Frihedsbrevet. Tí tað hava verið nógvar søgur í miðlunum seinastu mánaðirnar um ivasamar avgerðir og viðgerðir í Tórshavnar kommunu. Vit kortleggja gongdina í fleiri málum og tosa við fyrrverandi Løgtingsins umboðsmann og fyrrverandi borgarstjóra. Durita Fagradal Augustinussen leggur til rættis.