Sesong 1
-
1. Tá magakenslan svíkur
09. january 2023
Tá Sosialurin skrivaði um Kim Nielsen í 2016, hevði maðurin eisini tosað við tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljuna Weihe. Liljan Weihe frávaldi søguna, meðan Barbara Holm gjørdi søguna á Sosialinum. Hesin fyrsti parturin snýr seg um greinarøðina í 2016.
-
2. Absalon Hansen sá ávaringarlampurnar
16. january 2023
Absalon Hansen hevur tvær ferðir fráboðað Kim Anders Olai Nielsen til Tórshavnar Kommunu, og er hann blivin stevndur fyri ærumeiðing fyri tað. Umframt Absalon Hansen, hava fólk í Batmintonfelagnum í Havn hitt Kim Anders Olai Nielsen, og hava boðað løgregluni frá tí, sum tey upplivdu.
-
3. Sjálvbodni "ungdómsráðgevin"
23. january 2023
Guðrun Sundar er námsfrøðingur og hon hevur hitt Kim Anders Olai Nielsen fleiri ferðir á sínari starvsleið. Eina viku eftir hon hitti hann fyrstu ferð, sendi hon fráboðan til hægri myndugleika.
-
4. Korthúsið rapar
30. january 2023
Kim Anders Olai Nielsen verður í 2021 dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri millum annað neyðtøku og neyðtøkuroynd móti børnum. Hann verður funnin sekur í at partvíst hava nýtt harðskap og ólógligan tvingsils sum amboð. Hetta er mest umfatandi málið um pedofili í Føroyum - í øllum førum síðani aldarskiftið, sigur løgfrøðingur.
-
5. Mentalkanningin
06. february 2023
Ein mentalkanning varð gjørd av Kim Anders Olai Nielsen í sambandi við rættarmálið. Psykiatriski depilin mælti til, at maðurin varð dømdur í forvaring. Tað merkir fongsulsrevsing í óavmarkaða tíð. Men tað bleiv kolldømt av danska Rættarlæknaráðnum.
-
6. Forførd av einum pedofili LIVE
04. march 2023
Nú ber til at hoyra tiltakið, Forførd av einum pedofili LIVE, sum var í Klaksvík mikukvøldið. Café Fríða í Klaksvík var karmur um tiltakið - og har var fullsett hetta mikukvøldið 1. mars. Tiltakið var skipað við Rólanti Waag Dam sum verti. Barbara Holm skifti orð við Absalon Hansen, fráboðara og ein av høvuðskeldunum í poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili. Síðani varð skift til eitt pallborð, mannað við Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, Mimmy Vágsheyg, stovnari av átakinum Verjið børnini, Djóna Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, og Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet.fo. Eftir tað kom eitt innlegg við Jan Lamhauge, journalisti, og Hera Andreassen, leiðara á kanningardeildini hjá løgregluni, áðrenn pallborðið rundaði kvøldið av.