Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 4. Telva um Tinganes, tingið og Tjóðarsemjuna

    18. november 2026

    Pallborðið í Fjórðu viðgerð vendir í dag sendingini í Kringvarpinum, Talvið um Tinganes, sum hevur verið á skránni seinastu vikurnar. Er tað veruliga so hugaligt at skipa samgongur, sum sendingin vísti? Ein merkisverd støða uppstóð í Sambandsflokkinum í farnu viku, tá ið ein relativt nýggj innanhýsis reglugerð forðaði tveimum tingmonnum í at leggja sítt boð upp á eina herda fosturtøkulóg fyri tingið.  Og Tjóðarsemjan verður umrødd við jøvnum millumbilum, men hvar er hon í grundini? Tað eru evnini hesaferð. Bjørt Samuelsen og Ingilín D. Strøm eru í pallborðinum hjá Barbaru Holm, journalisti. Gunvá við Keldu hevur borið seg undan í hesum partinum, tí hon situr í stýrinum fyri Kringvarpið og vil tí ikki viðgera sendingar hjá stovninum.   

  • 3. Arabo, Tel Aviv og veljarakanningin

    27. october 2026

  • 2. Fíggjarlógin, "same same" og sendistovudrama

    02. october 2026

  • 1. Abort, bøndur og Beinir

    28. september 2026

    Tær tríggjar Bjørt Samuelsen, Gunvá við Keldu og Ingilín D. Strøm viðgera fyrstu tíðina hjá nýggju samgonguni og nýggja samgonguleiðaranum. Tær tosa um gongd í haga, og ruðuleikan í samfelagnum, sum stendst av málinum um gongd í haga. Tær tosa um abortmálið, sum fer til viðgerðar í tinginum hósdagin 24. september, og tær nema við hesi etisku málini, sum hava tað við at spreingja samgongur í luftina.  Fjórða viðger verður afturvendandi poddvarp, so hvørt politikkur setur dagsskránna í samfelagnum.