Sesong 1
-
1. Tríggjar uppringingar um mánaðin
20. march 2023
Hesin fyrsti parturin kortleggur støðuna, sum hon er. Meðan hagtølini siga, at talið av sjálvmorðum er fallið nógv seinastu 20 árini, so er tað kortini umleið tríggjar ferðir um mánaðin, at løgreglan verður uppringd, tí ótti er fyri sjálvmorði.
-
2. Søgan hjá einari mammu
20. march 2023
Í 2019 endaði Bartal Fuglø Sivertsen sínar dagar eina summarnátt í Havn. Tað sendi ein skelk gjøgnum Norðoyggjar og alt landið við. Angelina Fuglø, mamma Bartal, greiðir í hesum partinum frá, og tað ger Beinta Gregersen, leiðari á ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík eisini. Ávaring: Í hesari røðini tosa vit um sjálvmorð. Hevur tú sjálvmorðstankar ella kennir tú onkran, sum stríðist, so er hjálp at heinta. Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa profesinalla hjálp hjá eitt nú kommulækna ella vaktlæknanum á telefonnumar 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata Ung. Fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá Tú & eg-ráðgevingini hjá Barnabata á telefonnummar 116111
-
3. Søgan hjá einari einkju
27. march 2023
Rannvá Simonsen gjørdist einkja í 2021, tá ið maður hennara, kendi tónleikarin Mikkjal Gaard Hansen, endaði sínar dagar. Í hesum partinum hon søguna um hasa lagnu náttina, tíðina aftaná og hvussu lívið er broytt. Hon tosar eisini um tað góða og tað minni góða - hjálpina frá samfelagnum og slaturin, sum fylgdi við. Og so heldur hon, at søgan um Mikkjal er eitt stjørnudømi um, tá ið ung fólk ikki fáa nøktandi hjálp at meistrar lívið.
-
4. Søgan hjá einari ungari kvinnu
03. april 2023
Í februar í ár royndi ein ung kvinna at gera sjálvmorð, og tað var ikki fyrstu ferð. Síðani hon varð smágenta hava myndugleikar vitað, at hon fór at hava tørv á hjálp alt sítt lív. Kortini er hjálpin ikki til staðar í dag, nú hon er vaksin, og hon hevur staðið á bíðilista hjá Almannaverkinum í meira enn fimm ár. Hoyr hennara søgu her.
-
5. Raðfestingar hjá Almannaverkinum
26. june 2023
Hesin eyka partur er ein uppfylging upp á part fýra í røðini. Tí eftir fleiri ár av at bøna og biðað Almannaverkið um hjálp, eydnaðist tað loksins ungu kvinnuni at fáa ein stuðul - dagin eftir Frihedsbrevet vendi sær til stjóran á Almannaverkinum. Vit tosa tí við Edvard Heen um raðfestingar hjá Almannaverkinum, og um risa avbjóðingarnar á økinum.