Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 1. Dagurin tá lívið koppaði

    02. may 2026

    Mánadagurin 23. oktober 2023 byrjaði sum ein vanligur dagur fyri tí tá 21 ára gomlu Ingu Højgaard. Men ein hálvur tími, tá hon var farin út at keypa døgura, koppaði hennara lív. Tá hon kom heim aftur, var hennara tríggja mánaða gamli sonur at síggja til lívleysur, og bleiv tí í skundi ringt eftir sjúkrabili. Tá sonurin kom á sjúkrahúsið, varnaðust læknarnir skaðar hjá soninum, sum teir ikki høvdu sæð áður.

  • 2. Undir illgruna

    01. may 2026

    Tá Inga og táverandi sjeikurin høvdu sovið eina nátt í fongsli, broytti sjeikurin frágreiðing, og segði nú eina heilt aðra søgu um, hví sonurin hevði fingið so álvarsamar skaðar. Meðan tað hendi, sótu foreldrini hjá Ingu, Charlotta og Edvard Højgaard, heima og ringdu, tí tey skiltu ikki, hví tey einki hoyrdi frá dóttrini. 

  • 3. Handan rimar

    06. may 2026

    24. oktober 2023 bleiv Inga Højgaard varðhaldsfongslað, og tað var hon í heili tríggjar mánaðir. Sambært ákæruvaldinum var tað neyðugt, tí annars kundi Inga ávirka kanningarnar í málinum. Ímeðan royndu foreldrini hjá Ingu at varðveita ein vanligan gerandisdag fyri familjuna - meðan søgurnar um brotsverkið, sum Inga sat varðhaldsfongslað fyri, byrjaðu at spreiðast í samfelagnum.

  • 4. "Føgur er foldin"

    10. may 2026

    Jólini 2023. Gjøgnum allan desember mánaða vónaði familjan hjá Ingu Højgaard, at unga dóttirin kundi sleppa úr fongslinum eina løtu jólaaftan, so hon vera saman við familjuni eina løtu. Hóast hennara fyrrverandi sjeikur tveir mánaðir frammanundan hevði viðgingið, at hann einsamallur hevði gjørt skaða á terra son, vildi Føroya Politi tó framvegis hava Ingu Højgaard at vera sitandi í Mjørkadali á jólum.

  • 5. Føroya rættur talar

    13. may 2026

    22. mai 2025 bleiv 26 ára gamli fyrrverandi sjeikurin hjá Ingu Højgaard dømdur í Føroya rætti, og var Inga sjálv vitni í rættinum. Dømdu maðurin hevur skrivað okkum eina skrivliga viðmerking. Í hesum partinum verður eisini tosað við Henrik Møller, sorinskrivara, um varðhaldsfongslingar: Hvat skal til fyri, at Føroya rættur loyvir, at fólk verða fongslað uttan rættarmál? At varðhaldsfongslingar verða longdar? Og kann tað hugsast, at tað er ov tætt millum rættin og politiið?  

  • 6. 492 dagar

    21. may 2026

    Inga Højgaard tekur sær í dag av eldri fólki á ellisheiminum í Runavík og avloysir sum lívbjargari í svimjihøllini Bylgjuni. Myndugleikarnir vilja tó framvegis ikki loyva henni at vera einsamalla saman við sínum barni, og sleppur hon bert at vera saman við barninum í tríggjar tímar um vikuna undir eftirliti.  Í hesum partinum leita vit eftir frágreiðingini til stóra spurningin: Hví endaði tað so?