Sesong 1
-
2. Astrið Breckmann gongur ikki í buksum
11. september 2026
Astrið er uppvaksin í brøðrasamkomuni, og tí var tað við ringum tannabiti, at hon lat seg konfirmera eftir boðum frá foreldrunum. Í dag hevur hon vent báðum kirkjum bakið og er í staðin ein av mest virknu persónunum í lítlu hvítusunnusamkomuni, Gleðiboð, har tey liva eftir serligum ávísingum um, hvussu hárið skal klippast, og hvørji klæði eru sømilig. Men hvat hevur hetta at siga fyri hennara hugburð til javnstøðu og kvinnuumboðan í politikki, tá hon samstundis váttar, at henni saknaði kvinnur í Fólkaflokkinum, tá hon vaks upp? Hesin parturin snýr seg um trúgv og javnstøðu.
-
1. Eg eri ein Breckmann
10. september 2026
Á nýggja løgtingskontórinum hevur Astrið gjørt ein politiskan myndavegg við ymiskum fyrimyndum: høgravend stórmenni sum Ronald Reagan, Margaret Thatcher og Winston Churchill, umframt eitt úrval av kvinnuligum fyrimyndum úr Miðeystri. Hon dylur heldur ikki fyri, at pápi hennara, Óli Breckmann, er stóra politiska fyrimyndin, og tí er hann eisini komin upp í rammu at hanga. Men hevur Astrið Breckmann nakra ítøkiliga ætlan fyri sína politisku karrieru? Ella ynskir hon mest av øllum at vera eitt framhald av tí, sum Óli Breckmann var? Í hesum partinum tosa vit um politikk, pápan og aðrar fyrimyndir.