Sesong 1
-
36. Kokain, ein fangaður føroyingur og Hells Angels-sambond
20. november 2024
Eystari landsrættur viðgjørdi í dag ein dóm í Føroya rætti, har tveir danir vóru dømdir fyri at hava samskipað, at ein føroyingur hevði smuglað kokain og hassj til Føroyar. Føroyingurin segði, at hann var blivin hóttur við lívinum av dønunum, sum søgdu seg hava sambond við Hells Angels.
-
35. Eitt ógvusligt mannfólkakvøld í Stóra pakkhúsi í Vági
14. november 2024
Eitt mannfólkakvøld í Stóra Pakkhúsi í Vági var karmur um ógvusligar hendingar, tá ið ein maður endaði í hornatøkum í fleiri umførum. Málið var fyri í Eystara landsrætti í dag, har maðurin varð dømdur fimm mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Sjálvur segði maðurin, at hann var keddur og argur um ein tátt, sum var yrktur um hann til sama mannfólkakvøld, har hann kendi seg happaðan.
-
34. Vøddamýkjari fekk treytaðan dóm
28. october 2024
Ein vøddamýkjari er í Føroya rætti í morgun, 28. oktober, dømdur seks mánaða treytaða fongsulsrevsing, umframt at hann skal rinda fleiri av kvinnunum í málinum endurgjald, og rinda helvtina av sakarmálskostnaðinum. Samstundis varð hann fríkendur í fleiri førum í hesum sama máli. Maðurin var ákærdur fyri eitt nú at hava framt blúnisbrot í móti tilsamans 12 kvinnum á viðgerðarstovum sínum í Havn og í Klaksvík. Durita Fagradal Augustinussen var í Føroya rætti, tá dómur varð sagdur, umframt at hon fylgdi málinum í farnu viku. Rólant Waag Dam er vertur.
-
33. Mýkjari meldaður av 12 kvinnum - nú er rættarmálið byrjað
21. october 2024
Danski maðurin er meldaður av 12 kvinnum í Føroyum. Í øllum førunum er talan um blúnisbrot, sum hann skal hava framt móti kvinnunum á viðgerðarstovum sínum í Havn og Klaksvík - hetta er frá 2018 til 2021. Maðurin noktar seg sekan í øllunum ákærunum. Eitt vitni varð avhoyrt í dag, seinni í vikuni verða tær 12 kvinnurnar avhoyrdar. Durita Fagradal Augustinussen greiðir frá. Rólant Waag Dam er vertur.
-
32. 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi og 18 kilo av hassji
18. october 2024
Fýra menn eru handtiknir fyri at hava roynt at smugla 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi úr Føroyum til Danmarkar, umframt at hava 18 kilo av hassji og 700 gram av amfetamini í varðveitslu, sum ætlandi skuldi seljast í Føroyum. Tað var tollvaldið, sum fann peningin í bilinum hjá monnunum, tá teir vóru á veg til Danmarkar við Norrøni í gjárkvøldið. Tá vórðu teir fýra eisini handtiknir - teir nokta seg allir sekar. Rólant Waag Dam var til grundlógarhoyr og greiðir frá í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.
-
31. 20 daga treytað fyri barnaporno
11. october 2024
Ein maður varð í dag dømdur 20 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at taka niður barnapornografiskt tilfar. Maðurin játtaði seg sekan.
-
30. Hótti starvsfólk hjá Articon
30. september 2024
Ein maður var dømdur fyri at hava hótt starvsfólk hjá Articon í sambandi við eina verkætlan, har maðurin vildi vera við, at Articon hevði gjørt stóran skaða á hansara jørð og djór.
-
29. Tveir mánaðar treytaleyst fyri blúnisbrot móti børnum
18. september 2024
Ein 44 ára gamal maður fekk í dag tveir mánaða treytaleysa og fýra mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri blúnisbrot móti børnum. Maðurin bleiv fríkendur fyri ákærur um at hava roynt at framt neyðtøku móti børnunum.
-
28. 11 ára gomul meldaði neyðtøku
17. september 2024
Ein 44 ára gamal maður er ákærdur fyri fleiri tilburðir, har hann skal hava gjørt seg inn á tvær 11 ára gamlar gentur. Maðurin livdi saman við mostrini at gentunum. Tann eina 11 ára gamla gentan tók sjálv stig til at ringja til løgregluna.
-
27. Ákærin: "Revsistøðið eigur at samsvara við rættarkensluna hjá føroyingum"
10. september 2024
Í dag var síðsti dagurin í stóra neyðtøkumálinum í Føroya rætti, Ákærdi maðurin er nú dømdur, og fekk fimm ára treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at skula gjalda knappa kvarta millión.
-
26. Ákærdi løgregluna fyri at leggja børnum orð í munnin
06. september 2024
Í dag var fimti dagurin í stóra neyðtøkumálinum í Føroya rætti, og endaði dagurin við, at bæði ákæri og verji grundgóvu fyri teirra støðu í málinum. Í sínari grundgeving ákærdi verjin løgregluna fyri at hava lagt børnum orð í munnin í sambandi við kanningarnar í málinum.
-
25. Hetta siga vitnini í neyðtøkumálinum
04. september 2024
Fleiri vitni eru avhoyrd í stóra neyðtøkumálinum móti einum 21 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri neyðtøkur, neyðtøkuroyndir, fyri at hava samlegur við børn, fyri blygdanarskemd ella blúnisbrot og fyri at lata øðrum ritalin. Ákærdi maðurin varð avhoyrdur í gjár og í dag hyggja vit nærri eftir, hvat nøkur vitni í málinum siga. Durita Fagradal Augustinussen fylgir málinum í Føroya rætti. Rólant Waag Dam er vertur.
-
24. Noktar seg sekan í neyðtøku, men viðgongur samlegur við gentur
03. september 2024
Í stóra málinum um neyðtøkur, blúnisbrot og rúsevni er maðurin, sum í dag er 21 ára gamal, avhoyrdur. Hann játtar eitt nú at hava latið ritalin víðari, men noktar seg sekan í neyðtøku. Hinvegin viðgongur hann í fleiri førum, at talan hevur verið um samlegu við fleiri av gentunum, sum sambært ákæruritinum vóru millum 12 og 15 ár, meðan maðurin var 18 og síðani 19 ára gamal. Durita Fagradal Augustinussen fylgir málinum í Føroya rætti. Rólant Waag Dam er vertur.
-
23. Nýggj óvissa um 266b: Óvist um samkynd eru vard av lógini
03. september 2024
Eru samkynd fevnd av lógini um 266b? Tað er spurningurin, sum Føroya rættur nú skal taka støðu til - og tí er fyrsta málið um brot á 266b móti samkyndum nú útsett. Orsøkin er, at orðavalið í lógini er ógreitt.
-
22. Stórt mál um fleiri neyðtøkur, blúnisbrot og rúsevni
02. september 2024
Í hesum partinum tosa vit um eitt mál, har ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri fleiri neyðtøkur, fyri at hava framt blúnisbrot við eitt nú at hava følt upp á nakrar ungar gentur og sent myndir av sær sjálvum, umframt at hava lokkað við bæði hassji og ritalini. Talan eru um tilsamans 11 brot á revsilógina, í móti fimm gentum, sum vóru millum 12 og 15 ára gamlar, tá hendingarnar, sambært ákærunum, eru farnar fram. Durita Fagradal Augustinussen fylgir málinum í Føroya rætti. Rólant Waag Dam er vertur.
-
21. Djóravælferð og harðskapur móti løgregluni
28. august 2024
“Tað er eitt sjúkt samfelag, sum loyvir sjúkum fólkum at oyðileggja tað fyri onnur við hjálp frá myndugleikunum”. Soleiðis segði ein maður í Eystara landsrætti í gjár, tá landsrætturin viðgjørdi ein dóm móti manninum fyri at hava forbrotið seg móti lógini um djóravælferð, fyri at hava hótt almen starvsfólk og nýtt harðskap móti løgreglufólki. Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum. Vertur: Jan Lamhauge
-
20. Politistur dømdur fyri blúnisbrot
14. august 2024
Ein politistur bleiv í Føroya rætti í dag dømdur fyri blúnisbrot, tí hann hevði følt uppá ein kvinnuligan starvsfelaga. Málið hevur havt stóra ávirkan á arbeiðsumhvørvið hjá politinum, og segði órættaða kvinnan seg hava upplivað sera ymisk aftursvar frá starvsfeløgum. Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum. Vertur: Jan Lamhauge
-
19. Gjørdi seg inn á dóttur fyrrverandi unnustu
05. july 2024
Ein maður miðskeðis í 30-árunum bleiv í dag dømdur fyri at hava gjørt seg inn á dóttur eina fyrrverandi unnustu. Durita Fagradal Augustinussen var í Føroya rætti. Vertur: Jan Lamhauge
-
18. Nøktaði seg við at fáa onnur at neyðtaka børn
19. june 2024
Ein maður í 50-árunum bleiv í dag dømdur í einum sera umfatandi máli um barnaporno. Maðurin tóktist kensluligu óávirkaður, tá hann greiddi frá, hvussu hann hevði givið øðrum boð um, hvussu tey skuldu neyðtaka børn. Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum. Vertur: Jan Lamhauge
-
17. Danir dømdir og føroyingur fríkendur í rúsevnismáli
19. june 2024
Ein donsk kvinna og ein danskur maður blivu í gjár dømd fyri at hava smuglað 167 gramm av MDMA. Ein føroyskur maður, sum hevði samskift bæði við dømda mannin og ein bakmann í Danmark, bleiv tó fríkendur.
-
16. Ungur maður dømdur fyri óviljað manndráp
12. june 2024
Ein maður misti lívið, tá ið hann var árendur av einum bili eina seinsummarnátt í 2022. Málið hevur hesa vikuna verið í Føroya rætti, og í dag fall dómurin - ungi maðurin fekk eitt ár og fýra mánaðar fongsulsrevsing, har av eitt ár er treytað, meðan fýra mánaðir eru treytaleysir. Hoyr Duritu Fagradal Augustinussen greiða frá málinum.
-
15. Hóttanir móti dómaranum í máli um hóttanir
29. may 2024
Tað var ruðuleiki í Føroya Rætti, tá tann ákærdi í einum málið um m.a. hóttanir, hótti dómaran, soleiðis at løgreglufólk máttu tilkallast. Ákærdi, sum var í baklavahúgvu og sólbrillu, var ákærdur fyri heili 14 ymiskar hendingar í 2019. Hann bleiv tó "einans" funnin sekur í níggju av ákærunum.
-
14. Tannáringar ákærdir fyri at filma álop og hótta við knívi
13. may 2024
Ein 17 og 18 ára gamal persónur sótu í rættinum í dag, tí teir eru ákærdir fyri at hava búkað og hótt ein persón við knívi. Sambært ákæruritinum hava teir eisini noytt hendan persónin at lata seg úr, og filmaðu teir álopið. Hóast álvarsomu ákærurnar var rættarmálið merkt av, at teir ákærdu vóru tannáringar. Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum. Vertur: Jan Lamhauge
-
13. Óvæntaður dómur í Føroya størsta hassjmáli nakrantíð
16. april 2024
Litavin, sum varð ákærdur fyri eitt nú frælsistøku, harðskap og hóttanir, umframt at hava verið við til at skipa fyri smuglingini av 50 kilo av hassji til Føroya, fekk einans fýra mánaðir fongsulsrevsing - ikki fýra ár og tíggju mánaðir, sum ákærin fór eftir. Teir báðir føroyingarnir fingu hinvegin munandi harðari revsing. 19 ára gamli føroyingurin fekk tvey ár og tríggjar mánaðir, 24 ára gamli føroyingurin fekk tvey ár og sjey mánaðir. Harumframt varð hald eisini lagt á eitt nú tveir bilar. Dómurin varð sagdur í Føroya rætti mánadagin 15. apríl. Jan Lamhauge fylgdi málinum. Rólant Waag Dam er vertur.
-
12. Litaviski fólkarænarin avhoyrdur
11. april 2024
Litavisiki maðurin, sum frælsistók, hótti og framdi harðskap ímóti einum 19 ára gomlum føroyingi, er avhoyrdur. Sambært honum kom hann til Føroya eftir pengum, sum svenski bakmaðurin Mr. Smith átti til góðar. Hann hevur eina aðra frágreiðing um, hví 19 ára gamli føroyingurin varð avmyndaður bara í undirbuksum og afturhildin í fleiri tímar. 24 ára gamli føroyingurin er eisini avhoyrdur, sum merkir, at allir tríggir ákærdu menninir eru avhoyrdir. Jan Lamhauge hevur hoyrt allar avhoyringarnar og greiðir frá. Rólant Waag Dam er vertur.
-
11. Frælsistøka, eyðmýking og 50 kilo av hassji
09. april 2024
Eitt mál um fleiri enn 50 kilo av hassji, smugling og frælsistøku byrjaði í Føroya rætti í dag. Tríggir menn eru ákærdir, tveir ungir føroyingar og ein maður úr Litava, sum skal hava frælsistikið, hótt og eyðmýkt ein av føroyingunum. Jan Lamhauge hevur fylgt málinum í Føroya rætti. Rólant Waag Dam er vertur.
-
10. Ógvusligur harðskapur, men báðir persónar fríkendir
21. march 2024
Amfetamin, sum bleiv sniffað, ein umstríddur túsundkrónuseðil og ein bardagi, har ein persónur kundi doyð, tá hann bleiv skorin í hálsin. Tað eru nakrir av pørtunum í einum harðskapsmáli, sum var viðgjørt í Eystara Landsrætti. Durita Fagradal Augustinussen fylgdi málinum. Jan Lamhauge er vertur.
-
9. Søguligur dómur um samtykki
18. march 2024
Ein maður er í Eystara landsrætti í dag dømdur eitt ár og tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, fyri at hava neyðtikið eina kvinnu. Hetta er samstundis fyrsti dómurin av sínum slagi í Føroyum, har talan er um brot á nýggju lógina um samtykki - tað er grein 216, stykki 1 í revsilógini, sum er um neyðtøku.Durita Fagradal Augustinussen hevur fylgt málinum í Eystara landsrætti.Rólant Waag Dam er vertur.
-
8. Eystari landsrættur: Linari revsing fyri sex við barn, barnaporno og blúnisbrot
13. march 2024
Ein maður varð í dag dømdur seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri í fleiri umførum at hava havt sex við eina gentu undir 15 ár, fyri blúnisbrot og fyri barnaporno.Maðurin varð í Føroya rætti dømdur sjey mánaða treytaleystafongsulsrevsing, men tá kærdi ákærin málið til Eystara landsrætt, har maðurin aftur varð dømdur, men hesa ferð ein mánað styttri fongsulsrevsing enn Føroya rættur gav.Durita Fagradal Augustinussen hevur fylgt málinum í Eystara landsrætti.Rólant Waag Dam er vertur.
-
7. Mamma og sonur dømd fyri at smugla hassj til Føroya
29. february 2024
Ein 52 ára gomul kvinna og 25 ára gamli sonur hennara fingu í Føroya rætti eitt ár og tíggju mánaðir fongsul fyri at hava smuglað 24 kilo av hassji til Føroya í januar í ár. Jan Lamhauge hevur fylgt málinum í Føroya rætti og greiðir frá. Rólant Waag Dam er vertur.
-
6. Føroyingar í rokkara-netverkum
18. february 2024
Føroya rættur segði dóm í stóra rúsevnismálinum fríggjadagin. Í rættarmálinum hava tað verið fleiri greiðar ábendingar um, at málið hevur samband við danska bandaumhvørvið: Ein smuglaði segði seg vera kroystan at smugla, og hevði tann eini føroyingurin, sum sat á ákærubeinkinum, sambond við Hells Angels.
-
5. Løgreglan greiðir frá arbeiðinum í stóra hassjmálinum
13. february 2024
Millum vitnini, sum vórðu avhoyrd í stóra hassjmálinum í dag, vóru tveir løgreglumenn, sum greiddu frá, hvussu teir eygleiddu og fylgdu við, áðrenn teir fóru undir at handtaka fólk og leggja hald á eitt nú telefonir, sum vóru við at knýta onnur fólk fólk upp í stóra hassjmálið. Durita Fagradal Augustinussen, sum hevur verið í Føroya rætti til annan dagin í stóra hassjmálinum, greiðir frá. Rólant Waag Dam er vertur.
-
4. Fleiri enn 24 kilo av hassji í sergjørdum rúmum
12. february 2024
Tveir hvítir persónbilar við sergjørdum rúmi vórðu brúktir til at smugla fyrst níggju og síðani 15,79 kilo av hassji til Føroya í fyrraárið - á sumri 2022 og á heysti 2022. Tveir menn eru ákærdir í málinum, sum er fyri í Føroya rætti hesa vikuna. Vit fylgja málinum, sum eisini snýr seg um mdma, amfetamin, ritalin og skunk. Durita Fagradal greiðir frá, Rólant Waag Dam er vertur.
-
3. Starvsfólk hjá Atlantsflogi smuglaði næstan 300 gramm av hassji
30. january 2024
Eitt rættarmál í móti einum manni byrjaði í Føroya rætti í dag, har ein maður er ákærdur fyri at hava smuglað næstan 300 gramm av hassji til Føroya. Maðurin, sum tá arbeiddi fyri Atlantic Airways, hevur sambært ákæranum misnýtt sína serligu atgongd sum starvsfólk hjá føroyska flogfelagnum til at fáa hassji til landið. Talan er um tvær ferðir, eina ferð í februar í fjør, har maðurin skal hava smuglað minst 150 gramm av hassji, og so eina ferð í apríl, har maðurin er tikin við 128,3 gramm av hassji á flogvøllinum. Durita Fagradal Augustinussen hevur fylgt málinum í Føroya rætti. Rólant Waag Dam er vertur.
-
2. 40 daga treytaleyst fongsul til løgreglumann
23. january 2024
Ein løgreglumaður í Føroyum er dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, fyri at hava misnýtt sítt embæti í trimum førum, og fyri blúnisbrot í tveimum førum. Løgreglumaðurin, sum noktar seg sekan, umhugsar nú at kæra dómin. Durita Fagradal Augustinussen hevur verið í Føroya rætti í dag og í gjár og fylgt málinum. Vit tosa eisini við Steinar Patursson, sum skrivaði um málið, tá hann arbeiddi sum journalistur á Dimmalætting. Rólant Waag Dam er vertur.
-
1. Tríggjar kvinnur hava vitnað móti løgrelumanninum
22. january 2024
Ein løgreglumaður er ákærdur fyri at hava misnýtt sítt embæti, tí hann hevur skrivað til fleiri kvinnur um eitt politimál, sum ikki er til, og hevur gjørt avhoyringar, sum í veruleikanum ikki eru avhoyringar. Í tí sambandi er hann eisini ákærdur fyri at hava framt blúnisbrot móti fleiri ungum kvinnum. Durita Fagradal Augustinussen var í Føroya rætti, umframt at Steinar Patursson, sum var journalistur á Dimmalætting, eisini greiðir frá málinum, sum hann skrivaði um í 2022. Rólant Waag Dam er vertur.