Sesong 1
-
14. Ber til at vera samkyndur og úr Bíbliubeltinum?
30. march 2025
Tað eru ikki nógv samkynd í Runavík, sum er størsti býurin í tí sonevnda "Bíbliubeltinum" í føroyska samfelagnum, økinum kring Skálafjørðin. Hvussu ber tað til? Er tað tí LGBT+ og kristindómurin eru mótsetningar? Gestur er Siri Súsonnudóttir Hansen.
-
13. Ósamdir menn um javnstøðu
24. march 2025
Altjóða kvinnudagurin 8. mars er júst farin afturum við afturvendandi søgunum, at kvinnur enn tjena minni og sita í færri leiðandi sessum enn menn. Harumfamt eru fleiri miðlamál um sexchikanu, ósømiligar myndir og stríð millum kynini í tónleikavinnuni. Hvat hendir innan tað kynspolitiska í løtuni, og hví øsa javnstøðumál enn so nógv? Tað kjakast Marnar Fríðheim Kristiansen og Ronnie Thomasen um.
-
12. Skal eftirlit við rusevnum herðast ella strikast?
10. march 2025
Stór rúsevnismál fylla javnan bæði rættarskipanina og fjølmiðlarnar. Men hvat er besta amboðið at basa rúsevnistrupulleikar? Skal eftirlitið við rúsevnissmugling herðast? Ella skulu rúsevnir gerast lógligt? Tað kjakast Símun Jóannesarson Hansen og Niels Uni Dam um.
-
11. Nýggi heimurin við Trump
02. march 2025
Billbugt er aftur! Í hesum partinum tosa vit um nýggja heimin við Donaldi Trump í Hvítu húsunum. Meðan summi eru stúrin, eru onnur bjartskygd. Er heimurin nærri einum friði ella enn meir stríði? Tað kjakast gestirnir Jón Tyril og Sólvit E. Nolsø um. Vertir: Jan Lamhauge og Bill Justinussen.
-
10. Kristindómur og rúmligheit
16. december 2024
Ole Wich, listamaður, er gestur. Hann og Bill Justinussen hava ikki altíð verið samdir, og í 2006 vildi Bill Justinussen enntá hava fútan at reisa ákæru móti Ole Wich, tí hann hevði skrivað "homoFObia" undir Merkið. Í poddvarpinum verður kjakast við útgangsstøði í fýra listaverkum hjá Ole Wich um, hvat "rætt" familjulív er, "rúmligar homofobar", og tað, sum Ole Wich dámar við Jesusi, men ikki kristindómi.
-
9. Ísrael og fundamentalistar í Iran og Føroyum við Sjúrða Skaale
09. december 2024
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, er gestur og prátar Ísrael og kríggið í Gasa.
-
8. Russland og misálit
02. december 2024
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er gestur, og kjakast um fiskiveiðiavtaluna við Russland og misálitismálið hjá Ingilín D. Strøm.
-
7. Borgarligur politikkur og framtíðin hjá Framsókn
24. november 2024
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, er gestur og kjakast eitt nú um broytingina av skattingini av pendlarum, tilfeingisgjøld og fosturtøkuspurningin.
-
6. Trump-ørska og politiskar lygnir
14. october 2024
Vilhelm Hendrik í Skálanum er gestur. Meðan summi ákæra fyrrverandi amerikanska forsetan, Donald Trump, fyri at vera ein ómoralskan lygnara, er Vilhelm Hendrik í Skálanum íðin Trump-fjeppari. Sambært honum eru tað mong, enntá í amerikonsku rættarskipanina, sum líða av einum slagi av Trump-ørsku, TDS (Trump derangement syndrome), har tey ikki duga at skilja millum rætt og rangt, tá talan er um Donald Trump.
-
5. Ingilín-málið og politiskar smettusøgur
07. october 2024
Bill hevur bjóðað Johan Dahl úr Sambandsflokkinum at vera gest at umrøða málið um Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu, sum sambært fyribils niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini hevur sagt ósatt fyri løgtinginum, og harvið brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
-
4. Pitsagate og Kringvarpið
30. september 2024
Ein tann allarstørsta fjølmiðlasøgan tey seinastu árini var søgan hjá Kringvarpi Føroya um korini hjá útlendskum arbeiðsmonnum, sum arbeiddu á einum pitseria hjá Farhat Bourbia, Jóan Petur í Stongunum og Bill Justinussen. Men hvussu álítandi var søgan? Tað metir Høgni í Jákupsstovu, journalistur, um í 4. parti av Billbugt.
-
3. Hástórir borgarstjórar og blokkpolitikkur
23. september 2024
Í hesum partinum hevur Bill bjóðað Tórbjørni Jacobsen, borgarstóra í Runavíkar kommunu og formann í Kommunufelagnum, í studio at práta um eitt nú avbjóðingar hjá kommununum, hástórar borgarstjórar og eitt møguligt samstarv millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin.
-
2. Milliardingar og fátækraváði
16. september 2024
Í hesum partinum hevur Jan bjóðað Sonja Jógvansdóttir í studio. Sjálv sigur Sonja Jógvansdóttir, at hon hevur brúkt ein stóran part av lívinum til at hata nógv av tí, sum Bill Justinussen hevur staðið fyri. Tey hava tí nógv at práta um: Eitt nú milliardingar, fátækraváða, Jesus-kakur og at Bill er farin at siga "yvirhøvur ikki" sum Jógvan á Lakjuni.
-
1. Jacob Vestergaard og holið í landskassanum
09. september 2024
Fyrsti gesturin, sum Bill Justinussen hevur valt at bjóða í Billbugt, er Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Aftaná lemjandi niðurstøðurnar í tí seinastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um ovurstóra holið í landskassanum, eru Jacob og Bill samdir um, at skipanin við tilfeingisgjaldið hevur spælt fallitt, tí hetta hevur sambært teimum forðað fyri einum sunnum búskapi. Eisini verður tosað um §266b, hví Jacob tosar so hart og hví Bill hatar Frihedsbrevet.