Fyri at hoyra okkara poddvarp, mást tú vera limur. Melda teg til her
Sesong 1
  • 6. Hvussu skulu vit lesa Bíbliuna?

    19. july 2026

    Sætti og seinasti parturin av Besta Bók á Breddan, viðgerð spurningin um, hvussu Bíblian skal lesast. Skal hon skiljast bókstaviligt, ella skal ein eitt nú lesa tekstirnar inn í samtíðina? Tað er evnið, sum Hallgerð Akurstein, samkomuleiðari í Soli Deo Gloria, Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia í Gøtu og Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni tosa um í hesum partinum. Hallur av Rana og Barbara Holm eru vertir.

  • 5. Framtíðin hjá kristindóminum

    05. july 2026

    Framtíðin hjá kristindóminum og tey rák, vit síggja millum eitt nú ungar menn, har tað er ein uppreistur móti virðum sum javnstøðu og lgbt-rættindum í nøkrum bólkum, meðan onnur rák eisini síggjast. Men er ein framtíð fyri kristindómin og hvussu sær tann framtíðin út?

  • 4. Aðrir átrúnaðir

    01. july 2026

    Í hesum partinum tosar panelið um fólkaræðisliga prinsippið um frælsi at trúgva tí tú vilt, og hvussu langt vit eiga at fara, fyri at verja um hendan rættin. Skulu vit lata dyrnar upp fyri øllum øðrum átrúnaðarligum bólkum ella eru mørk? Hvussu við nógv umrødda muslimska meditatiónssentrinum?Tað er evnið í hesum partinum. Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni og Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia, eru gestir í hesum partinum.

  • 3. LGBT+

    26. june 2026

    Í hesum partinum tosar panelið um LGBT persónar, og hvussu tey eiga at vera móttikin og umrødd í skipaðum átrúnaði. Eiga samkomur og kirkjan at góðtaka kvir persónar og kann mann tosa um at góðtaka fólk, tá ið mann ikki heldur tey kunnu liva, sum tey eru? Tað tosa Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni, og Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia í Gøtu um í hesum partinum. 

  • 2. Kvinnusýn

    21. june 2026

    Í hesum partinum tosar panelið um kvinnusýnið í samkomum. Summi halda, at kvinnur kunnu ikki læra. Onnur halda, at kvinnur kunnu ikki vera í elstaráðnum fyri einari samkomu. Men javnstøðurákið í samfelagnum er sterkt og hevur verið tað leingi. Kunnu feministar kenna seg heima í samkomum við slíkum kvinnusýni? Tað kjakast Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni, Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia í Gøtu, og Vinjard Magnussen, samkomuleiðari í samkomuni Vegurin, sum er ein karismatisk fríkirkja í Vágum. 

  • 1. Tøgnmentan

    14. june 2026

    Í hesum partinum tosar panelið um, hví tað er torført at seta orð á, hvat mann stendur fyri sum samkoma ella kirkja í Føroyum. Tey tosa um vald í samfelagnum, og um hvørt tað í heila tikið er rímiligt at krevja svar frá teimum, sum stjórna tí skipaða átrúnaðinum í Føroyum. Í pallborðinum eru Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni, Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia í Gøtu, og Vinjard Magnussen, samkomuleiðari í samkomuni Vegurin, sum er ein karismatisk fríkirkja í Vágum.