Ein tann allarstørsta fjølmiðlasøgan tey seinastu árini var søgan hjá Kringvarpi Føroya, um korini hjá útlendskum arbeiðsmonnum, sum arbeiddu í einum pitsaria hjá Farhat Bourbia, Jóan Petur á Stongunum og Bill Justinussen. Umstøðurnar skuldu minna um umstøður hjá trælum, tí søgur vóru bæði um, at arbeiðsmennirnir einki frælsi høvdu, tí tey vóru undir støðugum eftirliti, at teir gingu svangir og onkur teirra skuldi eisini vera blivin sligin, bæði við pitsaknívi og neva, meðan onkur annar hevði hugsað um at gera av við seg.

 

Sjálvt nevndi Kringvarpið journalistikkin um “ótolandi” arbeiðsumstøður í sínari ársfrágreiðing fyri 2023.

 

Men hvussu eftirkannar ein, um ein hevur hugsað um at gera sjálvmorð? Ella at ein annar sigur seg hava gingið svangur? Ella at ein triði sigur, at ein fjórði hevur sligið seg? Og hvussu nógv prógv skal ein hava, áðrenn ein navngivin stjóri verður lagdur undir at svølta og vera harðligur móti starvsfólki?

Billbugt hevur bjóðað Kringvarpinum at greiða frá hesum, men Kringvarpið sigur, at hetta er viðurskiftir, sum verða viðgjørd innnanhýsis uppundir sendingar, men ikki nakað, sum Kringvarpið vil greiða frá alment.

At tí, at Kringvarpið takkaði “nei” til at luttaka í Billbugt, er Høgni í Jákupsstovu, journalistur, gestur  í 4. parti av Billbugt, har hann metir um journalistikkin um pitsagøluna í Runavík.