Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Eigarin av Næraberg P/f hevur í fleiri umførum rindað hundraðtals milliónir til sínar hollendsku eigarar, hóast Næraberg P/f í Føroyum at kalla einki tjenar. Pengarnir, sum verða fluttir úr Føroyum til Norra og víðari til Hollands, kunna vera rentuútreiðslur og eru tí mest sannlíkt drignar frá í skatti, og eru tí at rokna sum ein útreiðsla hjá landskassanum. 

 

Rentur kunna dragast frá
“Hví rinda gjøgnum eitt lán heldur enn at rinda vinningsbýtið? Tað er tí, at tú kanst draga rentur frá í skatti”.

Tað sigur Marteen Hietland, sum arbeiðir fyri hollendska felagskapin SOMO, sum er ein sonenvndur NGO (non-governmental organization), sum arbeiðir við at kanna skattaviðurskiftir hjá altjóða samtøkum. 

Frihedsbrevet hevur tosað við Marteen Hietland, sum arbeiðir fyri hollendska felagskapin SOMO, sum arbeiðir við skattaviðurskiftum hjá altjóða samtøkum, og sum hevur hugd nærri at PP og Næraberg (hoyr ljóðbrot frá samrøðuni í upplestrinum)

 

Ein afturvendandi trupulleiki við altjóða samtøkum er sambært Marteen Hietland, at skattamyndugleikar viðgera feløg í altjóða samtøkum sum um, at tey eru ymisk feløg við ymiskum áhugamálum. 

Tí tað er ein grundleggjandi tanki í skattalóggávum í okkara parti av heiminum, at øll feløg royna at hava so stór yvirskot sum møguligt. 

“Men tað er ikki altíð soleiðis við altjóða samtøkum, tí tey flyta mangan vinningin til lond, har tað loysir seg best fyri samtakið. Hendan møguleikan hava feløg, sum bert eru virkin í einum landi, ikki”, sigur Marteen Hietland. 

Í einum felagi, sum bert er virkið í einum landi, ger tað ikki mun at geva innanhýsis lán, tí um tú dregur rentu-útreiðslur frá í einum felagi, mást tú rinda skatt av rentu-inntøkum í einum øðrum felagi. 

Trupulleikin kemur, tá útreiðslurnar eru í einum landi, og inntøkurnar í einum øðrum. Tá missur skattamyndugleikin í tí eina landinum, og fær einki afturfyri. 

Bakgrund
Hetta er viðkomandi, tá vit tosa um virksemi, sum hollendska samtakið Parlevliet & van der Plas (P&P) hevur í Føroyum. 

Í nógv ár er nevniliga blivið umrøtt, hvussu tað ber til, at Næraberg P/f, sum hollendararnir eiga í, í nógv ár hevur havt lítið ella einki yvirskot, tá onnur feløg í uppsjóvarvinnuni tjena nógvar pengar? 

Gamaní hevur Næraberg P/f onkuntíð havt yvirskot, men fyri tað mesta hevur talan verið um hall, og tá hevur felagið rætt til at fáa pengar aftur í skatti.

 

Í 2018 hevði Næraberg P/f góðar níggju milliónir í halli, og tí hevði felagið rætt til at fáa eina millión aftur í skatti, soleiðis at hallið minkaði til góðar átta milliónir.

 

Tá tað hevur gingið so illa at tjena pengar, hevur Næraberg P/f tí heldur ongantíð rindað nakað vinningsbýti til sínar partaeigarar.

Tað merkir tó ikki, at P&P einki hava tjent í Føroyum. Tí P&P eigur Næraberg P/f gjøgnum felagið Næraberg Holding AS í Norra, og tað felagið hevur í tveimum førum, í 2016 og 2021, rindað ávíkavíst 140 og 135 milliónir í vinningsbýti til sínar eigarar í Hollandi. 

“Hetta felagið hevur jú veitt stór lán úr Norra til Føroyar, og tað gevur ein møguleika at flyta sín vinning”, sigur Marteen Hietland.

 

 

Tað ger stóran mun fyri P&P, um Næraberg P/f rindar vinningsbýti í Føroyum, ella um Næraberg AS rindar vinningsbýti í Norra. 

Tí um vinningsbýti verður rindað í Føroyum, fara ⅔ av pengunum til Hanus Hansen, sum eigur ⅔ av Næraberg P/f. Verður vinningsbýti hinvegin rindað í Norra, fara allir pengarnir til P&P. Orsaka av einari skattaavtalu millum Holland og Norra verður eingin skattur rindaður av hesum. Harafturat verður vinningsbýti vanliga rindað í feløgum, sum hava vinning og tí rinda skatt.

Næraberg P/f er ikki eitt tílíkt felag. Altso eitt, sum ger nógv við at rinda skatt, og als ikki eitt, sum rindar viningsbýti. Men um pengarnir, sum verða fluttir til Norra, eru at rokna sum útreiðslur í sambandi við lán, so kunna pengarnir eisini verða drignir frá í skatti í Føroyum. 

 

Næraberg AS í Norra tjenar nógvar pengar við at veita lán. Bara í 2021 tjenti felagið góðar 68 milliónir norskar krónur — 48 milliónir í okkara pengum — uppá lán.

 

Tað er neyvan nakað ólógligt í hesum, tí tað er lógligt at draga rentur frá. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum sæst allastaðni kring heimin, har altjóða feløg eru virkin, vísir Marteen Hietland á.

 

Ongin viðmerking frá Hanusi Hansen í hesum umfari
Vit hava spurt Hanus Hansen, stjóra í Næraberg P/f, um Næraberg hevur drigið sínar rentuútreiðslur frá í skatti.

Men Hanus Hansen svaraði ikki upp á okkara spurning, áðrenn hendan greinin var útgivin.