Í dag byrjaði rættarmálið móti einum manni, sum er miðskeiðis í 20unum, sum er ákærdur fyri serliga ógvusligan harðskap móti soni sínum, sum tá einans var tríggjar mánaðir gamal.

Talan er um eina hending, sum fór fram 23. oktober 2023, tá ein sonurin sum nýføðingur bleiv fluttur við sjúkrabili á Landssjúkrahúsið, har læknarnir staðfestu, at nýføðingurin hevði fingið eitt nú skallabrot og fleiri heilabløðingar.

Jan Lamhauge hevur fylgt málinum í Føroya rætti.

 

Tú kanst hoyra meiri um málið í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.

Ert tú í appini, finnir tú tað Brotsvarpið undir PoddvarpErt tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her, um tú vilt lurta.