Nýtt poddvarp: Sterki borgarstjórin á Tvøroyri undir luppin
“Politiskt var tað ein feilur at gera. Tað avdúkar hann og sigur meira um hann (red: Kristin Michelsen) og hansara vantandi tol við púra vanligum demokratiskum rættindum hjá fólki at kunna siga nøkur ting.” Tað sigur Sveinur Tróndarson, fyrrverandi blaðstjóri á Dimmalætting og viðmerkjari, í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Fregnartænastuni.
Í dag er ein nýggjur partur av Fregnartænastuni komin út, sum viðgerð tær søgurnar, sum hava verið seinastu tíðina, um politisku og fyrisitingarligu leiðsluna á Tvøroyri. Tann 13. juni brast ein tíðindabumba, tá Rósa Heinisen, rektarin í Hovi, skrivaði eitt lesarabræv við yvirskriftini “Kommunusamanlegging — Ein fallos og annar”. Brævið var ein beinhørð atfinning móti borgarstjóranum á Tvøroyri, Kristin Michelsen, og førdi við sær, at borgarstjórin føldi seg rættiliga krenkaðan.
Sjálvt um Kristin Michelsen hótti við rættarmáli, hevur Rósa Heinisen onki hoyrt frá hvørki sakføraranum hjá honum ella landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, sum Kristin Michelsen eisini ætlaði at venda sær til.
Hetta setti tó gongd á eina røð av hendingum, sum hevur fingið fleiri fólk at koma fram við sínum upplivingum av borgarstjóranum. Tað kanst tú lesa um i greinarøðini hjá Frihedsbrevet.
Máttmikli borgarstjórin á Tvøroyri: Hóttanir, uppíblanding og kontant avrokning
Rósa Heinesen: “Mafiatilstandir á Tvøroyri”
Komandi dagarnar koma fleiri greinar út, har Frihedsbrevet hevur tosað við fólk av Tvøroyri.
Sveinur Tróndarson er ein teirra, sum úttalar seg í nýggja poddvarpinum. Tann størsti trupulleikin sambært honum er tann skipanin, sum tryggjar, at ein borgarstjóri, sjálvt tá hann missir meirilutan, er so at siga heilagur í fýra ár og ikki kann koyrast frá.
Sveinur Tróndarson luttekur í nýggjasta partinum av Fregnartænastan.
“Akkurát tað, at borgarstjórin ikki má frá, tá ið ein samgonga missir meirilutan, tað er ein avbjóðing reint demokratisk, tí so kann borgarstjórin faktiskt sita og gera fortreð fyri meirilutan, tí hann kann ikki koyrast frá kortini,” greiðir Sveinur Tróndarson frá.
“Men um allar tær søgurnar passa, sum man hoyrir um hann [red: Kristin Michelsen], so er tað ikki tespiligt,” leggur Sveinur Tróndarson afturat. Hann metir tó, at yvirskipað eru ikki einkultir persónar tann størsti trupulleikin.
Í nýggjasta partinum av Fregnartænastuni sigur Rósa Heinisen, at arbeiðshátturin hjá Tvøroyra býráð ikki er serliga fólkaræðisligur. “Tað, sum hevur gingið fyri seg í Tvøroyra kommunu, er blivið meldað til Kommunalaeftirlitið óteljandi ferðir, og tað fær ongar avleiðingar,” greiðir hon frá. Rósa Heinisen leggur eisini dent á, at kjak í einum fólkaræði er sunt.
Tú kanst lesa meiri um kommuala eftirlitið og vantandi amboð hjá eftirlitinum :Nýtt poddvarp um alment útboð: Tvey fólk halda eftirlit við 29 kommunum
“Vit hava beint nú eitt býráð á Tvøroyri, har øll stemma einmælt fyri øllum málum, sum borgarstjórin leggur fyri dagin. Eg havi øgiliga ringt við at trúgva, at allir sjey býráðslimir eru samdir í øllum,” sigur Rósa Heinesen.
“Um tað passar, sum Rósa Heinesen sigur, so er tað eitt stórt problem,” sigur Sveinur Tróndarson, sum leggur dent á, at tað ikki ber til at hava eitt sunt fólkaræði uttan kjak. “Er talan tá veruliga um eitt fólkaræði?” spyr hann.
“Kristin [red: Michelsen] hevur eina rættiliga buldrasliga framferð, bæði sum privatpersónur og sum politikkari,” sigur Sveinur Tróndarson, tá ið hann skal lýsa borgarstjóran á Tvøroyri. Men hóast tað, so ivast Sveinur Tróndarson ikki í, at Kristin Michelsen verður valdur innaftur til komandi kommunuval. “Spurningurin er bara, um hann verður borgarstjóri aftur,” sigur hann.
Hoyr nýggjast partin av Fregnartænastuni her, um tú ert á heimasíðuni.
Ert tú á appini finnir tú Fregnartænastuna undir “poddvarp” og síðani undir røðini “Fregnartænastan”.
Hendan greinin er ókeypis. Ert tú ikki limur, men vil hoyra poddvarpið, mást tú tekna hald. Tað kanst tú gera her.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.