Ein poddvarpsrøð, ið er bæði stuttlig og djúp
Hvat hendi, tá ið Ternan í 2019 varð bundin við kei í Nólsoy? Í “Sjórænararnir í Nólsoy” kanst tú hoyra søguna um eina óvanliga rættarsak, sum verður í desember, har fimm nólsoyingar standa ákærdir fyri eitt mótmælistiltak, sum órógvaði ferðasambandið millum Nólsoy og meginlandið.

Sjórænararnir í Nólsoy er tó ikki bara ein frásøgn um eitt rættarmál – tað er ein lýsing av einum samfelag, har eldhugi, samanhald og frustratión kunnu føra til stórar avgerðir. Við einum fjálgum, men skemtiligum tóna, gevur poddvarpið okkum innlit í eina søgu, sum er bæði løgin og týdningarmikil.

Hvussu kann eitt lokalt mótmæli fáa so stórar avleiðingar? Hvat sigur hetta um samfelagið? Og eru teir fimm ákærdu sjórænarar – ella bara mótmælisfólk?

 

Partur 1: Sjórænarar ella mótmælisfólk? 
Í fyrsta parti tekur verturin okkum við til Nólsoyar – bæði í veruleikanum og í søguni. Her hitta vit fimm av teimum, sum standa eftir við ákærum, fyri hendingarnar 1. september 2019, tá mótmælisfólk í Nólsoy gjørdu sítt besta fyri at vísa á sína ónøgd við ferðasambandið. Í eini ørgrynnu av stemning og lýsandi frásøgum frá borðinum á Maggies verða teir fimm – Edvard Skúvadal, Beinir Poulsen, Anfinn Nielsen, Róin Joensen og Terji Rasmussen –  sum hvør á sín hátt greiða frá, hvat elvdi til, at teir svínabundu eitt Ternuna.

Tað er humor, men eisini álvara, tá verturin leiðir lurtararnar gjøgnum søguna, sum gongur heilt aftur til vár 2019. Her handaðu nólsoyingar táverandi samferðslumálaráðharranum eitt móttmælisskjal, við ynski um betri ferðasamband. Hendingin á keiini var ein natúrlig – men óvæntað dramatisk – fylgja av fleiri mánaða frústratión.

 

Partur 2: Ternan, traktorurin og tross
Annar partur dýpir søguna. Lurtarin verður fluttur aftur til tann 1. september 2019, tá eitt traktor og ein knútur gjørdu tað møguligt fyri nólsoyingar at taka sakina í egnar hendur – og fyri Ternuna at vera bundna í nærum fimm tímar. Við frásøgnum frá teirri løtuni og ljóðbrotum frá tíðindum fáa vit eitt innlit í, hvussu ein annars friðarlig bygdasøga gjørdist eitt rættarmál.

Men tað er ikki bara søgan hjá mótmælisfólkunum, sum verður greinað. Myndugleikarnir verða eisini við, og áhoyrarin fær møguleika at hoyra um spenningarnar millum strandferðsluna, løgregluna og teir fimm ákærdu. Spurningurin um, hvør veruliga tók avgerðina um at sleppa Ternuni leysari, stendur í miðdeplinum.

 

Í fyrstu tveimum pørtunum verður grundarlagið lagt fyri eina søgu, sum bæði vekir spurningar og tugar í smílibondini. Triði partur, Thi kendes for ret, kemur út mikudagin, 4. desember

Finn allar partar á Frihedsbrevet.fo ella á appuni.