Nýtt poddvarp: Heimsins nalvi
Frihedsbrevet byrjar hesa vikuna eitt nýtt poddvarp í fýra pørtum um altjóða viðurskiftir og Føroyar. Í “Heimsins nalvi” taka vit fepurin av heiminum júst nú og spyrja, hvussu heimurin har úti ávirkar okkum her heima?
Fyrsti parturin snýr seg um, hvussu amerikanska forsetavalið ávirkar Føroyar, og um tað hevði verið betri fyri Føroyar, um Trump verður endurvaldur ella um Harris verður forseti? Vit tosa eisini um, hvørja ávirkan amerikanski búskapurin hevur á Føroyar, og hvørja ávirkan nærveran av amerikanskum kavbátum í føroyskum øki hevur á hernaðarligu støðuna og trygdina í Føroyum?
Í studio eru Sigmundur Ísfeld, ráðgevi úr Uttanríkistænastuni í Tinganesi, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Rógvi Olavson frá Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Vertir eru Durita Fagradal Augustinussen og Jan Lamhauge.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.