Billbugt er eitt nýtt poddvarp, har Bill Justinussen og Jan Lamhauge fara at umrøða ymisk aktuell viðurskifti saman við einum gesti, sum teir skiftast um at velja.

Fyrsti gesturin, sum Bill Justinussen hevur valt at bjóða í Billbugt, er Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.

Aftaná lemjandi niðurstøðurnar í tí seinastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum um ovurstóra holið í landskassanum, eru Jacob og Bill samdir um, at skipanin við tilfeingisgjaldið hevur spælt fallitt, tí hetta hevur sambært teimum forðað fyri einum sunnum búskapi.

Eisini verður tosað um §266b, hví Jacob tosar so hart og hví Bill hatar Frihedsbrevet. Hoyr fyrsta partin av Billbugt undir poddvarp.