Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Ognarfelagið hjá Rasmussen-familjuni í Klaksvík er júst komið upp um eina milliard, og harvið eru ognarfeløgini hjá øllum teimum trimum størstu makrelfeløgunum — Varðanum í Gøtu, Framherja í Fuglafirði og Christian í Grótinum í Klaksvík — milliardingar. Síðan 2010, tá makrelkvotan vaks, eru eigararnir blivnir millum eina og tvær milliardir ríkari. “Vit vistu, at hetta fór at henda”, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur, sum fyri nógvum árum síðani segði, at Føroyar fóru at fáa “landsstýrisútnevndar milliardingar”. 

 

Milliardingar í Fuglafirði
238 milliónir krónur — ella eina slaka fjórðings milliard. 

So nógv rindaði reiðaríið Framherji í vinningsbýti til sínar partaeigarar í fjør.  Aftaná tað áttu Olsen-familjan í Fuglafirði — pápin Anfinn Olsen og børnini Durita, Helena, Rósa og Jógvan Ingvard, sum eiga Framherja — samanlagt 1.372 milliónir. Tað sæst í roknskapinum hjá felagnum Framholding, sum Olsen-familjan eigur Framherja ígjøgnum. 

Tað er serliga síðan, Føroyar fóru í stríð við ES um eina størri makrelkvotu, at ríkidømið hjá Olsen-familjuni er nógv vaksið. Framherji eigur nevniliga nótaskipini Fagraberg og Høgaberg, sum fiska ein stóran part av føroysku makrelkvotuni. 

Áðrenn 2010 plagdi føroyska makrelkvotan at liggja um 5.000 og 15.000 tons um árið. Men síðani 2010 hevur føroyska kvotan ligið 50 og 130.000 tons. Fiskimálaráðið fekk upprunaliga fleiri hundraðtals umsóknir frá feløgum og persónum, sum vildu fáa part av makrelinum. Men meðan nógv fingu noktandi svar, fingu Varðin, Framherji og Christian í Grótinum størsta partin. 

At politiska avgerðin at áseta sær størri makrelkvotu — og ikki minst, hvussu hendan kvotan skuldi býtast — hevði stóran týdning fyri Framherja, er sjónligt í roknskapunum hjá Framherja. Í ávikavist 2008 og 2009 hevði Framherji 35 og átta milliónir í halli. Men síðani 2010 hevur Framherji ongantíð havt hall aftur. Áðrenn 2010 plagdi Framherji at selja fyri umleið 100 milliónir um árið. Men síðani 2010 hevur Framherji selt fyri millum 200 og 300 milliónir um árið, og í fjør táttaði sølan í 400 milliónir (hon var 386 milliónir). 

At makrelyvirskotini eru blivin so stór, hevur havt við sær, at Olsen-familjan hevur keypt seg inn í nógvar aðrar vinnur. Ikki bara í fiskivinnuna, har Framherji eitt nú eigur í Faroe Origin, sum rekur flakavirkið í Runavík, og Pelagos, sum eigur uppsjóvarvirkini í Fuglafirði og Kollafirði, men Framherji er eisini blivin ein av stóru partaeigarunum í Globe Tracker og Effo. 

 

Framherji rindaði 238 milliónir í vinningsbýti í 2023 (ovara myndin). Olsen-familjan í Fuglafirði — pápin Anfinn Olsen og børnini Durita, Helena, Rósa og Jógvan Ingvard — eiga 1.372 milliónir í felagnum Framholding.

 

Milliardingar í Klaksvík
Olsen-familjan í Fuglafirði er tó ikki tann einasta, sum er blivin milliardingar, síðani Føroyar ásettu sær størri makrelkvotu í 2010. Tað er Rasmussen-familjan í Klaksvík — pápin Kristian Martin og synirnir Bogi, Eyðun og Jón, sum eiga Christian í Grótinum og Norðborg — eisini. 

Eisini hendan familjan hevur verið ígjøgnum stóra broyting frá tíðini áðrenn og eftir makrelin. Reiðaravirksemið hjá Kristian Martini Rasmussen byrjaði longu í 1971. Í 2009 átti ognarfelagið hjá familjuni, Palli hjá Marionnu, 145 milliónir. Við árslok í fjør átti felagið eina milliard. Og hetta hóast, at Kristian Martin Rasmussen og synir hansara høvdu fingið góðar 170 milliónir útgoldnar sum vinningsbýti í hesum tíðarskeiðnum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Rasmussen-familjan er blivin meir enn eina milliard ríkari síðani, at Føroyar ásettu sær størri makrelkvotu. 

Rasmussen-familjan eigur nú eisini í nógv meir enn bara fiskivinnuni. Umframt at eiga fleiri bygningar, sum vera útleigaðir, eigur Rasmussen-familjan eitt nú í bakarínum Amarant, í ognarfelagnum LGS, sum eigur í Klaksvíkar sleipistøð, í íløgufelagnum Tjaldri, í oljufelagnum Magn og í Gist & Vist, sum eigur ein stóran part av føroysku hotell- og matstovuvinnuni. 

 

Hóast eginognin er farin upp um milliardina, hevur Kristian Martin Rasmussen sagt seg stúra, tí karmarnir hjá vinnuni skula vera so ótryggir.

 

 

Milliardingar í Gøtu
Hóast bæði Olsen og Rasmussen-familjurnar eru blivnar milliardingar, er tað einki einstakt reiðarí, sum er blivið so nógv ríkari, síðani Føroyar ásettu sær størri makrelkvotu, sum Varðin í Gøtu, sum eigur Finn Fríða, Gøtunes, Trónd í Gøtu og Tummas T.

Varðin byrjaði sítt virksemi í 1987. Tey komandi 22 árini bleiv Varðin Føroya ríkasta reiðarí við 250 milliónum í eginpeningi í 2009. Tað var hildið at vera nógv í 2009, men í dag er tað ikki nógv meir enn helmingurin av, hvat Varðin tjenar um árið. 

Við árslok 2023 áttu eigararnir av Varðanum 1,8 milliard í eginpeningi, umframt at teir høvdu rindað slakar 300 milliónir í vinningsbýti síðani 2014. Gøtumenninir eru sostatt blivnir umleið tvær milliardir ríkari, síðani makrelkvotan vaks.

Ja, ella tað eru ikki bara gøtumenn, men eisini ein kvinna, Malena Jacobsen, sum er blivin so nógv ríkari sum partaeigari í Varðanum. Hinir eigararnir eru Arni Frits Hansen, Bogi Jacobsen, Frits Thomsen, Jákup Eli Steinbjørn Jacobsen, Jaspur Hansen, Jógvan Dávid Jacobsen, Jógvan Petur Hentze, John Jarnskor, Kári Hansen, Pól Øregaard Jacobsen og Tummas Thomsen.

Eins og Famherji og Palli hjá Marionnu eigur Varðin nú í nógv meir enn bara makrelvinnuni. Varðin fæst eisini við fastognarvinnuna, eigur uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic og P/f Uppsjóvarhavnin á Tvøroyri, eigur í Faroe Origin í Runavík, í oljufelagnum Effo og eigur Knassar, sum rekur heimasíðuna Portalin. 

 

Longu í 2009 var Varðin Føroya ríkasta reiðarí við 250 milliónum í eginpeningi. Tað sæst tó ein greiður munur á vøkstrinum í tíðini aftaná, at føroyska makrelkvotan vaks. Síðani tá eru eigararnir blivnir næstan tvær milliardir ríkari.

 

Blivin ríkari av einum framíhjárættindi
Búskaparfrøðingurin Kári Petersen segði í einari sjónvarpssending í 2015 um makrelbýtið, at Føroyar fóru at fáa “landsstýrisútnevndar milliardingar”. Frihedsbrevet hevur tí spurt hann, um tað, at øll feløgini nú eru milliardingar, samsvarar við gongdina, sum hann sá fyri sær, tá hann tosaði um “landsstýrisútnevndar milliardingar”? 

“Sjálvandi er tað tað. Tað krevur í grundini ikki serliga høgtflúgvandi vísind, tí fáa persónar fleiri hundrað milliónir um árið, so enda tey sjálvsagt sum milliardingar. Vit vistu, at hetta fór at henda”.

Men hví brúkar tú orðið “landsstýrisútnevndir” milliardingar? Ein vildi eitt nú neyvan kallað ein milliarding sum Bill Gates ein “politiskt útnevndan” milliarding?

“Munurin er, at Bill Gates er virkin í einari vinnu við kapping. Øll kunna bjóða Bill Gates av og royna at koma inn á teldumarknaðin. Soleiðis er ikki í føroysku fiskivinnuni. Tað eru nøkur fá, sum sleppa at brúka eitt sera virðismikið náttúrutilfeingi, sum politikarar ikki vilja taka rættan prís fyri. Yvirskotið stavar frá framíhjárættinum til náttúrutilfeingið”, sigur Kári Petersen, búskaparfrøðingur. 

 

Les eisini: Fýra teir størstu eiga (næstan) alt