
Njósning, list og loyndarmál: Nýtt poddvarp um listakvinnuna Ruth Smith og njósnaran Poul Morell

Hetta er søgan um Poul Morell Nielsen og Ruth Smith. Hann var arkitekturin, sum gjørdist njósnari í hjartanum á týsku krígsmaskinuni. Hon var listakvinnan, sum stríddist ein innara bardaga, meðan heimsbardagin herjaði uttanfyri.
Tey vóru førd saman av kríggi og kærleika, men hvør var hann í veruleikanum? Hvør var hon? Og hvussu kundu tvey so lítið látin fólk bera eitt so stórt loyndarmál?

Í hesi poddvarpsrøðini fara vit at kaga inní ein duldan og loyndarfullan heim. Hesin heimurin, verður avdúkaður við orðunum hjá teimum, ið livdu í honum, men røddirnar, ið endurgeva hesi orð, eru gjørdar við vitlíki.
Poddvarpsrøðin eitur — Tey bæði á Nesi og er í seks pørtum. Fyrstu tveir partarnar koma út í morgin, mánadagin 7. juli. Men tú kanst lurta eftir einum brellbita longu nú, við at trýsta á ljóðspælaran í greinini.
Poddvarpið finnur tú við at - trýsta her, um tú ert á heimasíðuni.
Um tú ert á appini, so kanst tú skjótt og lætt leita undir Poddvarp.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.