Føroyar liva av fiskinum. Tað hava vit sagt so ofta, at tað næstan er vorðið ein sjálvfylgja. Men fiskurin er ikki óendaligur. Hann er eitt avmarkað tilfeingi. Og tá ið fleiri skip, betri tøkni og størri veiðuorka koma inn í myndina, verður spurningurin ikki bara, hvussu nógv vit kunnu fiska. Spurningurin verður eisini, nær vit fiska ov nógv. Hetta er ein av teimum spurningum, sum ph.d.-ritgerðin Vitan og stríð og stríð um vitan hjá Tráini Petursson Nónklett setur.