Eitt sár á beininum kann ljóða sum nakað fyribils. Nakað, sum skal reinsast, bindast um og lekjast. Men hjá nøkrum verður sárið ikki bara eitt sár. Tað verður ein kronisk støða. Eitt afturvendandi stríð við pínu, kompressión, bundinskap og óvissu um, nær tað kemur aftur. Og tað er júst hetta millumrúmið, sum ritgerðin hjá Bárðu Eyðbjørg Brandsdóttir kannar. Hon hevur skrivað um menn í Føroyum, sum liva við venøsum beinsárum. Tað eru sár, sum ofta koma av ringum blóðrensli í beinunum, og sum kunnu vera torfør at fáa at lekjast. Sjálvt tá ið sárið er lekt, er tað ikki vist, at sjúkan er av. Fleiri uppliva, at sárið kemur aftur. Tí snýr viðgerðin seg ikki bara um at fáa eitt sár at lekjast. Hon snýr seg eisini um at fyribyrgja, at tað kemur aftur.