Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Kvoturnar eru minkaðar og ein nýggjur Gadus er komin, og tí er ikki grundarlag fyri virkseminum hjá trolaranum Sjúrðarbergi. Tí fekk manningin fyri viku síðani boð frá reiðarínum JFK um, at tey eru søgd úr starvi. Seinast tað sama hendi, at manningin á Sjúrðarbergi varð uppsøgd, fekk tað mikla miðlaumrøðu, men so var ikki hesa ferð.

 

Út við 30 menn
Manningin á Sjúrðarbergi hevur fingið uppsagnarskriv frá reiðarínum JFK.

Tað váttar Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fyri Frihedsbrevet. Talan er um út við 30 menn.

Uppsøgnirnar koma í kjalarvørðinum av, at JFK í oktober í fjør fekk nýggja trolaran Gadus. Áðrenn tað hevði JFK havt tvær trolarar, Gadus og Sjúrðarberg, sum fiskaðu í Barentshavinum, men við nýggja og framkomna trolaranum er ætlanin ivaleyst, at JFK framyvir fer at fiska sína kvotu við einum trolara. 

 

Diek Parlevliet (t.v.) úr hollendska stórreiðarínum Parlevliet & van der Plas og Hanus Hansen (t.h.) eru millum stóru partaeigararnar í JFK.

 

Ársins uppsagnir í 2018
Hetta er ikki fyrstu ferð, at manningin á Sjúrðarbergi verður uppsøgd. Tað bleiv hon eisini á heysti 2018, tá Sjúrðarberg eisini bleiv seldur. 

Tá gekk tað ikki friðarliga fyri seg, tí tá fyltu uppsagnirnar flestu føroysku miðlar, tí tað skuldi vera broytingarnar, sum táverandi landsstýrið hevði sett í gildi innan fiskivinnuna, sum skuldi vera orsøk til uppsagnirnar. 

Tá broytingarnar í fiskivinnuni blivu rullaðar aftur um ársskiftið 2019–2020, kom ein annar trolari í flotan á sumri 2022, og fekk tann trolarin navnið Sjúrðarberg.

 

Orsøkin: Kvoturnar og Gadus
JFK hevur 47 prosent av føroysku kvotuni í Barentshavinum. Restin av kvotuni verður býtt millum Akraberg, sum hevur 29 prosent, og Enniberg, sum hevur 24 prosent. 

Kvotan hjá JFK hevur fleiri ferðir verið á markinum til, at tað ikki loysir seg at hava tveir trolarar. Tá samlaða kvotan hevur verið lág, er sjálvsagt ikki sama grundarlag fyri at hava tvey skip, sum tá kvotan er stór. Tí hevur JFK eisini fleiri ferðir fyrr skift millum at hava ein og tveir trolarar. 

Í uppsagnarskrivinum til manningina á Sjúrðarbergi verður støddin á kvotunum eisini nevnd sum ein orsøk til uppsøgnirnar hesa ferð. 

Í uppsagnarskrivunum stendur: “Av tí, at kvoturnar eru minkaðar umleið 50 prosent tey seinastu trý árini og nýggi Gadus er farin til fiskiskap, er ikki nokk av kvotu til Sjúrðarberg”.