Í summar bleiv 30 ára gamli føroyingurin Niels Holm dømdur trý ár og tríggjar mánaðir fongsul fyri eina sera grova neyðtøku av einari kvinnu í Danmark. Niels Holm er fyrr dømdur fyri fleiri neyðtøkur, og fyri at seta minst 30 fólk í lívsvanda. Mamma neyðtiknu kvinnuna sigur seg ikki skilja, hvussu myndugleikarnir um fá ár kunnu loyva einum tílíkum persóni leysum aftur.