Ein maður síðst í 30’unum varð í dag dømdur níggju mánaðar fongsulsrevsing, har av hann skal inn at sita í seks mánaðir. 

Hann varð dømdur fyri at í 2007 hava gjørt seg inn á eina tá 12 ára gamla gentu, í sambandi við, at hesi vóru telttúr saman við familjunum hjá teimum báðum. 

Maðurin varð eisini dømdur fyri í fleiri umførum áðrenn 2007 at hava gjørt seg inn á hesa gentuna, nú kvinnuna. 

Maðurin varð eisini dømdur sekur í einum heilt øðrum máli, har hann hótti sína egnu dóttir við einari byrsu, har hann peikaði byrsuna eftir dóttrini og segði “um eg raki teg har, so doyrt tú”. 

Maðurin skal rinda 40.000 krónur í endurgjaldi til kvinnuna. 

Hoyr alt í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum. Ert tú á heimasíðuni, kanst tú hoyra Brotsvarpið við at trýsta her. 

Ert tú á appini, finnir tú Brotsvarpið undir “poddvarp”.